Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-12-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 1990síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i t Síða 14 Helt ikk konufolk skrivaðu um kriggj - men tá eingin annar skrivaði um barnaárini í hesum tíðarskeiði, fór eg kortini undir skaldsøguna "Barn undir krígnum," sum kom út í bretsku vikuni í mat mánaða, sigur Elin Mortensen m.a. í samrøduni í dag Millum brotini i årsbékini hjå Nordur- landahúsinum úr føroyska mentanarliv inum 1990, er eisini brot úr skaldsøgu eftir Elin Mortensen, rithøvunda. Í ár vóru liðin 50 ára sidan: bretar hersettu Føroyar og Elin Morten- sen var tå 19 åra gomul. RUGVUSMIKID ARBEIDI Elin Mortensen er kanska ikk: so kendur rithøvundur, hóast hon hevur skrivað bøkur og umsett tilfar til ser- undirvísng síðani 1969, "Kennir tú orðið" 16 heftir um mállæru saman við Johs. A. Næs og Guttorm Zachariasen, Tvíljóð í myndum, Lætt lesing, umsett seks heftir og bóklingin Smáir skúlaleikir. Hetta er bert ein lítil partur av tí, sum Elin Mortensen hevur greitt úr hondun.. Hon hevur eisini skrivað ogkur um frálæru í føroyskum, frálæru í kristni einsa- meli og saman við gðr- um, umframt at Elin Mortensen hevur skrivað tvær gentubøkur: Sanna í summarfrí 1979 og Sanna og Marjun 1983. Seinast hevur Elin Mortensen skrivað skald- søguna "Barn undir krig- num," sum kom úr í 1990. Elin Mortensen varð borin í heim á Tvøroyri í 1920 og tá hon gavst at virka sum lærari í 1987, hevði hon arbeitt innan skúlaverkið í 40 ár. Hon virkaði sum ser- lærari í st. Frants skúla í Havn síðani 1964. Av tí at einki føroyskt tilfar var til at taka til hesa undirvising, før Elin Mortensen av sinum ein- tingum undir at umseta og skriva annad tilfar, sum var nýtiligt eftir føroyskum vidurskiftum. LØGID AT FINGIN SKRIVADI Tað var heldur ikki ókent í hennara verð at skriva. Hon er systir Eilif Mortansson, rit- høvunda såla, sum hevur skrivað so nógvar bøkur. Elin Mortensen: - Ég havi mangan hugsað, at tað var løgid at eingin barnabók var skrivað um árini undir krígnum. Av tí at pápi mín skrivaði dagbók frá tí kriggið byrjaði og til hann doyði í 1962, helt eg meg til at skriva um hetta tíðar- skeiðið í Føroyum. - Tað helt eg verða hald- gott grundarlag at byggja eina skaldsøgu á. Eg var 19 ára gomul, tå Føroyar vóru hersettar, og ti minnist eg nógvar hend- ingar, sum vóru áhuga- verdar, helt eg. Tað eru eini 20 ár síð- ani eg fór undir at skriva niður ymsikt sum eg minnisr frá kríggsárun- um. Mangan tosaði eg við fólk sum eg kenni, um tað, at eingin hevði skrivað um hetta tíðar- skeiðið. - Eg hugsaði ongantíð at eg skuldi skriva um kríggið, tí eg helt, at tað var natúrligast at menn skrivadu um slíkt. So gjørdi eg álvara av at fara undir skrivingina - Trupulleikin var bert, at eg ongantíð fekk stun- dir at fara undir uppgáv- una, men tá eg í 1987 fór frá sum lærari, setti eg mær fyri at skriva skaldsøguna "Barn undir krígnum." Dagbøkurnar hjá pápa mínum vóru grundar- lagið, og hóast skald- søgan ikki er skjalprógva tilfar so er ein partur veruleiki og ein partur fíktión, umframt hópin av myndunum frå krigs- árunum. Upprunaliga helt eg ikki, at eg vildi nýta réttu staðarngvini, eins og heldur ikki nevndi per- sónar við réttum navni, men tá Bókadeild Føroya Lærarafelag, sum gav út, fekk handritið til gjøg- numlestur, samdust vit um, at eg kortini skuldi nýta réttu stadarnøvnini í ávísum føri. Eitt nú tå Drelnes varð bumbað og tá eitt bumbuflogfar datt niður. VERULEIKI OG HUGABURÐUR Hóast hetta eru søgur, bygdar á veruligar hend hugaheimi mínum, sigur Elin Mortensen. Hóast Elin Mortensen er givin at virka sum lærari, so hevur hon nógv at takast við. - Ja, so nógv, at tíðin nærum ikki strekkir til, sigur Elin Mortensen brosandi. - Eg havi fingið til upp- gávu at umseta dreingja- bøkurnar "Magnus Hein- ason," eftir beiggja mín Eilif Mortansson, sum eru fimm í tali. Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur heitt á Elin Mortensen um at umseta dreingja- bøkurnar úr donskum, sum Eilif Mortansson nytti i sini skriving. - Eg havi umsett 1. bindid av "Magnus Hein- ason" og tað verður latið Bókadeild Føroya Lærar- afelags, um stutta tíð, sigur Elin Mortensen at enda. Nr. 206 — 18. desember 199 Elin Mortensen: - Eg havi mangan hugsað, at tað var løgid at eingin barnabók var skrivað um árini undir krígnum. Av ti at pápi mín skrivaði dagbók frá tí kriggið byrjaði og til hann doyði í 1962, helt eg meg til at at skriva um hetta tíðarskeiðið Orð: Dagny Mynd: Kalmar V4-tølini i dråtti nr. 873, t. 15. desember 1990. Tølini: 73 — 87 — 20 — 22 — 0 — 44 — 17 — 07 96 — 39 — 64 — 60 — i5 — 67 — 57 — 74. Vinningur: 159.270,00 kr. Vinnarar: Fimm vinnarar; ein av Skála, ein úr Streymnesi og tríggir úr Havn. Kvinnuhúsfelagið Limafundur í KFUM 1. og 3. héskvøld í mánaði- num ki. 20.00 KEE eee