Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-12-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

er om Nr. 207 — 19. desember 1990 - Heimahálpararnir verða hóttir vid uppsøgn, um tær ikki skriva undir setanarbrævid hjå Heimahjálparaskipanini, sigur heimahjålpara- felagið. - Vit hava onga hótt, sigur Eydna Háberg, leiðari á Heimahjálparaskipanini Stríðið um sáttmálaviður- skifuni hjá heimahjálparun- um tykist ikki fáa nakran enda. Núer taðeitt setanarbræv, ið er á skránni. Heimahjálp- araskipanin sendi tað út fyrst í desember, og tað varáðrenn heimahjálpara- felagið kom við nakrari verkfalshóttan, sigur Eydna Háberg, leiðari á Heima- hjálparaskipanini. Hon dugir ikki at síggja nakað forgjørt í, at heima- hjálprar, sum verða settir í faststarv, skulu skriva undir setanarbræv. Tað gera fólk flest í føstum almennum starvi, sigur hon. Tað, heimahjálparafelag- ið mest hevur ímóti setanar- brævinum, er, at í tí stedur, at arbeiðstíðin er xx "tímar í miðal um vikuna". Heima- hjálparafelagið vil ikki hava nakra miðal arbeiðsviku, tí tað samsvarar ikki við sátt- málan, sigur felagið. OJØVN , ARBEIÐSTIÐ Soleiðis sum vidurskiftini er í Føroyum, má tað vera ein miðal arbeiðsvika, sigur Eydna Háberg. Á teimum tættbygdu økjunum ber til hjå heimahjålparunum at fáa javna arbeiðsviku, men ikki á smáu bygdunum. Hon nevnir sum dómi, at í einum gki við einum heimahjálp- ara í føstum starvi - hon hevði rikiligt at gera - var eftir einum vikuskifti bara brúk fyri heimahjálp nakrar fáar tímar um vikuna. Minni enn heimahjálparin var sett ul. Eydna Háberg heldur ikki, tað hevur nakað enda- mál at táttast um tulkingina av sáttmálanum. Hon mælir til at arbeiða víðari og so rætta, tá avgjørt verður, hvør tulkingin er tann rætta. Sunneva Tyril, forkvinna i Heimahjålparafelagnum hevur heilt aðra fatan. Ar- beiðið er ov illa lagt til rætt- is, tá arbeiðsvikurnar eru so Ójavnar. Sjålv er hon sett til 20 tímar, men arbeiðsvika hennaraer úr níggju upp í 27 tímar. Tað er ikki til at liva við, heldur hon. Hon veit eisini at siga, at summir heimahjálparar = summar vikur hava ov fáar tímar, meðan aðrar á sama gki hava yvirtímar. Tað kann ikki vera rætt, heldur hon. Aftur til setanarbrævið. MÆLA FRÁ Heimahjálparafelagið sendi fríggjadagin út áheitan gjøgnum útvarpið á limir sínar um ikki at skriva undir setanarbrævið frá Heima- hjálparaskipanini. Henda áheitan er síðan endurtikin. Tað er ikki bara miðal- tímatalið, felagið hevur nakað ímóti. Tað stendur eisini, at setanin er frá 1. oktober í år, og tað góðtekur felagið ikki, tí fleiri heima- hjålparar havaarbeitt i 12 ár. Skriva tær undir, fer alt viðvíkjandi teirra upp- sagnartíð út av lagi, sigur Sunneva Tyril. Heimahjálparamir = eru eisini bidnar um at skriva undir eitt tagnarlyfti. Har verður sagt, at verður tagn- arskyldan brotin, er revs- ingin upp í tuý ára fongsul. Tað skuldi ikki verið neyð- ugt at hótt, heldur felagið, meðan skipanin sigur, at slíkt tagnarlyfti hava nógv onnur í almennum starvi givið. ORÐ MOTI ORÐI Síðani setanarbrøvini vórðu send/borin heimahjálp- arunum tl undirskrivingar, hava fleiri undirskrivad. Summar áðrenn tær frættu, at felagið mælti frá. Sunn- I Havn og á øðrum fjøll- bygdum økjum er lættari enn á smábygdunum hjá heimahjálparunum at hava javna arbeiðsviku. Á smá- bygdunum kann eftir einum degi vera minni brúk fyri heimahjálp. Tað er ein orsøkin til, at arbeidsvikan hjá nógvum heimahjálp- arum er so Gjøvn. Sunneva Tyrli í heimahjålparafel- agnum heldur, at orsøkin meir er vånalig tilræua- legging. eva Tyrli sigur, at fleiri heimahjálparar hava verið hóttar við uppsøgn, um tær ikki skrivaðu undir. Eydna Háberg afturvísir, at heima- hjálpararnir hava verið hótt- ar. Hennara stovnur hevur í hvussu er ikki hótt nakrarn, sigur hon. Nevndin í heimahjálp- arafelagnum skuldi seinna- partin í gjár hava fund um støðuna. randi Hatt-husiå Tel. Síða 3 Tórfinn Smith í skrivi: Foreldur og børn gidslar Annar av limum Javnaðarfloksins í Tórshavnar 3ýráð, Tórfinn Smith, hevur sent býráðnum skrin har hann finnist at framferð býráðsins í pedagog málinum. Tórshavnar Býráð góðtekur ikki gjørda sáttmálan millum landsstýrið og pedagogfelagið og hevur ein meiriluti tí samtykt at siga teir 22 pedagogarnar upp, sum arbeiða á kommunalu dagsstovnunum í Tórshavnar Kommunu. „Avgerðin hjá býráðnum ber í sær, at yvir 400 børn ikki sleppa í vøggustovu ella barnagarð eftir nýggjár," sigur Tórfinn Smith. „Tað kemur at hava við sær, at foreldur at hesum børnum illa fáa røkt sítt arbeiði." Drigin uppí sum gíðslar Hann sigur, at umframt møguliga at vera eitt løg- frødiligt trætumál, er hetta ein beinleiðis politiskur spurningur millum landið og kommununa, har for- eldur og børn — heilt uttan grund — verða drigin uppí málið sum gíðslar. „Sum býráðslimur kann eg als ikki góð- taka hesa framferð," sigur Tórfinn Smith í skrivi sínum til bý- ráðið. Hann vísir eisini á, at málið sær vitandi bert hevur verið við- gjørt av lítlum parti av býráðslimunum. „Aðrir býráðslimir eru ikki so frægt sum kunnaðir, fyri ikki at tala um eftirspurdir,” sigur byrådslimur Javnaðarfloksins. »Eg fari ti at biðja um, at býráðið fylgir nýggja sáttmálanum millum Landsstýrið og Pedagogfel- agið, sum pedagogarnir eru settir eftir," sigur Tórfinn Smith. „Er býráðið ikki fyri hesum, vil eg biðja um, at kallað verður inn til býráðsfund fyri 1. januar við hesum málið á skránni: Býráðið samtykkir at fylgja sáttmálanum millum Føroya Tórfinn Smith Mynd: Kalmar Landsstýri og Føroya Pedagogfelag.” Framhald av sidu 2 Tað hevur borið til fyrr, so hví ikki eisini nú! Men nú fáa vit so at síggja, hvat sambandið vil — um tað veruliga er sinn- að at vísa sínum meguliga komandi samgongupartn- arum álit við at taka í egn- an barm og viðganga, at í einum samarbeiði eru allir partar noyddir at geva seg nakað. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur verð- ur komandi dagarnar. Og ikki minst um eitt fleirtal av sambandsmonnum tek- ur undir við kílaroyndum Dimmalættingar. Hverjir flokkar so enn skulu út í Tinganes at ar- beiða fyri landi og fólki komandi fýra árini, so mugu vit gera okkum púra greitt, at fyrsta treytin fyri at kunna fáa eitt samarbeiði at virka er, at vit kunnu góðtaka hj. hvønn annan. Gera vit ikki tað, so er vandi á ferð. Politikararnir mugu til at sanna, at tann týdningar- mesta uppgávan hjá teim- um er nettupp at læra at brúka tað góða hjá hverj- um eðrum — heldur enn at dyrka tað negativa. Lyklaorðið er álit og við áliti skulu vit nokk eisini fáa úrslit. So einfalt er tað. A ØD et