Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-12-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ár Nr. 208 - 20 desember 1990 Roymer Lamhauge, deildarleiðari á Postgirodeildini: Osømiliga jagstran - vit vilja hava greiði á, hvørt tað er lógligt at nýta persónligar upplýsingar á lønarlistum til slíkt bankavirksemi. Vit hava sent fyrispurning um hetta til Líkningarráð Føroya, sigur leiðarin á Postgirodeildini. -Tað er í stríð við gald- andi reglur, tá ein pen- ingastovnur nýtir t.d. lønarlistar til annað enn tað, teir eru ætlaðir til, sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur og formaður í Skrásetingar- eftirlitinum. - Hetta er bert ein nýggur háttur at savna saman teir síðstu molar- nar, sum eftir eru, sigur Halger Winther Poulsen. Skrásetingareftirlitið fer ikki at gera nakad vid målid - annad enn at hava tað við á dagskránni á næsta fundi. ALITISBROT Talan er greitt um á- litisbrot millum pen- ingastovn, Lønjavningar- grunnin og viðskiftafólk, sigur Halgir Winther Poulsen. Í fjør vóru umleið hålv milliard krónur útgold- nar um Lønjavningar- grunnin. Hetta er peningur sum fólk i fiskivinnuni fáa åtgoldid um Postgiro- deildina, av ti at Løn- javningargrunnurin ikki hevur teldu-útgerð. "FRITIÐAR- FISKARIN" Talan er um skip, reið- arar, útróðramenn, fiski- menn ella bert tann, sum av og á avreiðir fisk, sum hann í frítíðini hevur fiskað í fjørdinum. Tað loypti hvøkk á ein "frítíðarfiskara" ið ann- ars er í føstum starvi á landi, at hann fekk bræv frá Sjóvinnubankanum, við áheitan um at gerast "kundi" í Okkara Banka. Helgi Brekku, skriv- stovustjóri í Sjóvinnu- bankanum, segði í gjár við Sosialin, at Sjóvinnu- bankin hevði fingið upplýsingarnar úr Løn- javningargrunninum. Hildebjartur Johansen, stjóri í Lønjavningar- grunninum vísur aftur, at stovnurin hevur latið Sjóvinnubankanum upp- lýsingar út frá lønarlist- unum. Hildebjart Johansen: Vit kunnu ikki forða fyri at Sjóvinnubankin nýtir lønarlistarnar at skaffa sær atgongd til nøvn á lønarlistum okkara. Vit senda lønarlistar í Før- oya Banka, Føroya Spari- kassa og Sjóvinnubankan. Vit hava tagnar- skyldu, men vit kunnu kortini ikki gjalda við- skiftafólki okkara pen- ing, um navn teirra ikki er við á lønarlistanum. Hvat so Sjóvinnubank- in ger við slíkar upp- lýsingar, mugu teir sjálvir standa til svars fyri. NÚ BERT TOSA VIÐ FÓLK VIÐ SKIVUNA Í dag sigur Helgi Brekku, skrivstovustjóri í Sjóvinnubankanum hin- vegin, at teir bert hava tosa vid Íólk "við skivuna,” sum er ónggd við at fáa pening um Postgirodeildina, og ann- ars hava teir tosa við onkran reiðara o.s.fr. Helgi Brekku vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum hann segði í Sosialinum í gjár nevniliga, at Lønjavn- ingargrurnurin hevði lat- ið Sjóvinnubankanum upplýsingar. Lesarin, sum hevur latið Sosialinum brævið frá Sjóvinnubankanum, hevur ikki verið við nøkrum skipi, og han hevur heldur ikki staðið "við skivuna" í Sjóvinnu bankanum. AVLEIÐ- INGARNAR Roymer Lamhauge, deil- darleiðari á Postgiro- stovuni heldur, at hetta er Osømilig jagstran av viðskiftafólkum hjá Postgirodeildini. Avleiðingarnar eru, at vit í dag hava sent Líkn- ingaráð Føroya bræv við fyrispurningi, um tað er lógligt, sum Sjóvinnu bankin hevur hesum føri. Postgirodeildin vil hava trygd fyri, um pen- ingastovnar 0.0. ikki hava loyvi at nýta persónligar upplýsingar, sum standa á lønarlistum, til annað enn teir eru ætlaðir ul. - Tað ér greitt, at endamálið við hesum brævi er at taka við skiftafólk frá okkum, og gjørt í hetta meu eg sum sera Osømilig framferð, um framt tað, at hetta møguliga eisini er ólóg- ligt. Roymer Lamhauge: Vit hava fingið nógvar fyrispurningar frá við- skiftafólkum okkara, sum eru økymlad um brævið frá Sjóvinnu- bankanum, men annars eru fólk serliga á smærru plássunum, sera nøgd við Postgirodeild- ina, av ti at posthus er å øllum stødum, eisini har deildir hjå peningastov- num ikki eru, ella verda nidurlagdar i hesum døg- um. Dagny NYREDONOR v á apoteker, bill» Síða 5 Roymar Lamhauge, leidari å Postgirodeildini: - Hetta er ósomilig jagstran av viðskiftafólkum hjá Postgirodeildini Avleiðingarnar eru, at vit í dag hava sent Líkningaráð Føroya bræv við fyrispurningi, um tad er lógligt sum Sjóvinnubankin hevur gjørt í hesum føri. TESTAMENTER -TESTAMENTER « fås GRATIS hos Líkt er til, at peningastovnarnir nú sópa upp leir seinastu molarnar, sum eru at fåa hendur á, nú Sjóvinnubankin roynir at fáa fleiri viðskiftafólk. Spurningurin er bert, um peningastovnurin hevur nýtt ólógliga framferð - í royndini at skaffa sær viðskiftafólk. Verður tað avoldað í framtíðini at taka út reiðan pening?