fríggjadagur 11. januar 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 11. januar 1991
Stóðan innan postverkið vorðin enn meira spent
Starvsfólkið la
arbeiðið niður
Tá tað á miðdegi í gjár
vísti seg, at landsstýrið,
sum er arbeiðsgevari hjá
starvsfólkinum innan post-
verkið, ikki vildi ganga
krøvunum frá eykaaðal-
fundi Postfelagsins á møti,
varð arbeiðið lagt niður.
Kl. 14 í gjár lótu post-
húsini aftur, og allir limir-
nir í Føroya Postfelag
løgdu arbeiðið niður.
„Samtyktin, sum varð
gjørd á eykaaðalfundinum
mikukvøldid er yvir øllum
avgerðum nevndarinnar,
og tað eru bert tveir møgu-
leikar, skal hon broytast,"
sigur formaðurin í Føroya
Postfelag, Hendrik Thom-
sen.
Hann sigur við Sosialin,
at annar møgulcikin er, at
krøvini verða uppfylt, og
at fólkið síðani fer til
arbeiðis aftur, ella at ein
nýggjur eykaaðalfundur
samtykkir nakað annað.
Sum skilst, er bert fyrri
møguleikin upp á tal í
løtuni, tí yvirhøvur visti
eykaadalfundurin seg ikki
vera hugadan at ganga
fleiri stig aftur eftir hæli í
málinum.
hj.
Eykaaðalfundurin í Postfelag Føroya mikukvøldid sera avgjørdur
Setti trevtaleys Krøv
Av teimum 132 uppmøttu limunum vóru 110 fyri at seta landsstýrinum og postverk-
inum knivin á barkan, so lyftini viðvíkjandi kanningarfrágreiðingini verða hildin
Tvey vóru evnini, ið
eykaaðalfundurin í Føroya
Postfelag mikukvøldid
skuldi taka stóðu til:
1. Frágreiðingin frá
rationaliseringsser-
fréðingunum
2. Ráðsteynan um
frágreiðingina í næstu
viku
At hesi bæði málini og
spenta stýðan viðvíkjandi
framtíðini hjá starvsfólk-
unum postverksins høvdu
stóran áhuga millum limir
felagsins, sást týðiliga á
uppmøtta talinum.
Ikki færri enn 132 limir
vóru møttir á fundinum,
sum varð hildin á Blinda-
stovni Føroya.
„Yvirhgvur virkaðu fólk
sera avgjørd og troytt av
ferð eftir ferð at verða tos-
að til rættis av leiðslu
postverksins," sigur for-
maðurin í Føroya Post-
felag, Hendrik Thomsen.
„Nú mátti bera
ella bresta"
Tað skilist á lagnum, at
royndirnar frá nevnd
felagsins at tosa fólk til
rættis, so sleppast kundi
undan, at arbeiðið varð
lagt niður, vóru fullkomu-
liga til fánýtis.
Nevndin hevur alla tíð-
ina ynskt at sleppa undan
verkfallið, og hóast heitt
varð á limirnar um at bíða
eitt sindur enn, var cyka-
aðalfundurin ikki til at
vika.
„Vit vóru rættiliga samd
um, at nú mátti henda
nakað, skuldi tað vera,"
sigur ein av teimum, ið var
við á eykaaðalfundinum.
Mynd: Kalmar
„Eitt mark má vera fyri
tolinum við gllum teimum
undanførslum, ið hava ver-
ið trúttaðar niður í okkum
frá landsstýrisins og post-
verksins síðu. Nú mátti
bera ella bresta."
Treytaleys krøv
Endin gjørdist to tann, at
fundurin samtykti eina
nidurstødu, ella rættari
sagt eitt krav:
Starvsfólkið skuldi áðr-
enn miðdag í gjár hava
fingið høvi at sæð ta nú so
nógv umstríddu frágreið-
ingina um, hvat gerast má
innan postverkið. Eisini
skuldu tvey umboð fyri
Føroya Postfelag við á
ráðstevnuna, sum verður í
Vágum alla næstu viku.
Krøvini vóru treytaleys,
og eykaaðalfundurin sam-
tykti soleiðis, at alt arbeið-
ið skuldi leggjast niður kl.
14 í gjár, vórðu krøvini
ikki uppfylt til tíðina.
110 av 132 vóru fyri
Fundarnidurstødan varð
samtykt við 110 av 132
atkvødum fyri. Bert einar
triggjar ella fýra vóru í-
móti, meðan rgkur heilt fá
ikki atkvøddu.
„Vit hava á starvsfólka-
fundi fingið lyfti um, at vit
skuldu sleppa at síggja
frágreiðingina frá donsku
serfrødingunum dagin eft-
ir, at hon var komin til
landið, men vit hava enn
einki sæð til hana," siga
postfólk. „Tí mugu hesi
krøvini verða sett leiðsl-
uni, so vit kunnu fáa tað,
okkum er lovað."
hj.
S íða Z
Hvat merkir
verkfallið
At allir limirnir i Føroya Postfelag seinnaparun í
gjár løgdu arbeiðið niður, rakar Postverk Føroya á
so at siga øllum økjum.
Alt starvsfólk postverksins, uttan fólk í teimum
leiðandi størvunum, eru limir í postfelagnum, og
hevur tí lagt arbeiðið niður.
Hetta merkir, at postur ikki verður borin út
hvorki brøv, blød ella annað.
Eisini allar avgreiðslurnar kring landið eru
stongdar, og tí ber ikki ul at fáa avgreitt postørindi
á posthúsunum kring landið.
— gjógnum landstýrið bjóðar
postverksstjórin m.a. neyndini í
postfelagnum at síggja frá-
greiðingina og einum umboði
fyri felagið við á rådstevnuna
Um 11-tidina í gjár kom
úr landsstýrinum eitt til-
boð frá postverksstjór-
anum til Føroya Postfelag,
ið gongur út uppá, at
landsstýrið. Landsstýrið
metir seg ikki vera part í
málinum, sum er ein træta
millum leiðsluna á Post-
verki Føroya og Starvs-
nevndin í felagnum skal
sleppa at síggja frágreið-
ingina frá donsku serfrød-
ingunum, og at felagið
kann senda eitt umboð á
ráðstevnuna í næstu viku,
sum skal viðgera frágreið-
ingina.
Nevndin í postfelagnum
fær tó ikki gingið hesum
umvegis ynski postverks-
sjórans á mølti, ti eykaað-
alfundurin — sum er hægsti
myndugleiki felagsins —
hevur samtykt, at arbeiðið
skal leggjast niður undir
verandi umstødum.
Tinganes uttanfyri
„Landstýrið er ikki komið
við nøkrum útspælið í
málinum, hóast uppskot
postverksstjórans er latið
postfelagnum gjøgnum
Fyrrapartin í gjár
kom eitt tilboð frá
postverksstjóra-
num til post-
felagið, men
felagið
havnaði
hesum
fólkini," sigur Súsanna
Danielsen, starvsfólkaleið-
ari í Tinganesi, við Sosial-
in.
„Eisini metir landsstýrið,
at talan er um eitt ólógligt
verkfall, tí trætan hevur
einki við sáttmálaviður-
skiftini millum landsstýrið
og Føroya Postfelag at
gera," sigur hon. „Sostatt
er verkfallið í stríð við
galdandi sáttmála og má tí
fáa fylgjur fyri tey, sum
hava tikið stig tl tað."