fríggjadagur 11. januar 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 11. januar 1991
Sjónvarp Føroya
Derek Fowlds og Paul Eaddington
Fríggjadagin kl. 20.30:
Jú, harra forsætis-
ráðharri
So eru teir aftur her: Paul Eddington
sum Jim Hacker, Derek Fowlds sum
skrivarin hjá honum og Nigel Hawthorne
sum sir Humprey í hesi ensku sendireð-
ini um forsætisráðharran og bakland
hansara. Í hesum partinum finnur for-
sætisráðharrin útav, at hann eisini hevur
ábyrgdina av raket-verjuni í landinum,
og hetta fær hann at gera eina ætlan.
Fríggjadagin kl. 21.00:
Sirius
Arbeiðið hjá Sirius-patruljuni er at koma
víða um, út í hvenn krók fram við tí
16.000 km longu strondini. Fólkini, sum
verða vald til hetta arbeiðið, skulu vera
kropsliga og sálarliga sterk. Tey verða
send út 24 mánaðar í eina ís-oyðimerk,
har hitin kemur niður á 45 kuldastig.
Siriuspatruljan
Leygardagin kl. 21.50:
Heimsins besta
sjónvarp
John Forsythe
Oscar-handanin er í filmsverðini, meðan
Emmy-showið er í sjónvarpsverðini. Her
verða tær bestu sendingarnar heiðraðar,
og kend andlit verða sýnd. Verturin hesa-
ferð er John Forsythe, best kendur sum
Blake i »Dollars«. Hjálparfólk eru Jane
Seymour, country-sangarin Kenny
Rogers 0.0.
Leygardagin kl. 22.50:
Mjørkin
Hetta er amerikanskur ræðufilmur frå
1979. Hann er óhóskandi fyri børn. Leik-
arar eru: Stevie Wayne: Adrienne Bar-
beau. Kathy Williams: Janet Leigh.
Elizabeth Solley: Jamie Lee Curtis.
Sunnudagin kl. 14.40:
Charlotta 4 ár
Franskur filmur frá 1985 um ta 13 ára
gomlu Charlottu, sum keðir seg. Hon er í
ringum lag, og ætlar sær framhaldandi at
vera tað. Men so hittir hon ta javngomlu
Claru, sum er heilt eðrvís. Og tá broytist
Charlotta.
Síða 9
Sunnudagin kl. 18.45:
Frælsisprisurin
Um flóttafólk í 1990-unum. Prisurin fyri
frælsi kann vera ein tilvera langt burtur
frá familju og egnum siðum. Vit síggja,
hvat kann henda, tá ið ein vendir aftur til
landið, ið flýggjað varð úr.
Flóttafólk kunnu nú venda aftur til
Chile, og vit síggja dømi um fyrrverandi
og núverandi chilensk flóttafólk í Dan-
mark.
Steen Johansen leggur sendingina til
rættis.
Sunnudagin kl. 19.30:
Zorro
Zorro bjargar Victoriu
Verjin hjá teimum veiku og mótsteðu-
maður hjá valdsharrunum fylti i fjør 70.
Hollywood hevur i hesum sambandi
gjørt ein nyggjan film um legenduna,
sum elvdi til, at Batman kom fram. i hes-
um fyrsta partinum um Zorro, verður hin
vakra Victoria sett i fongsul, ákærd fyri
morð. Men Zorro hevur saðlað hestin
Michael Palin er komin til Cairo
Sjónleikarin Michael Palin er farin úr
Europa og er komin til Egyptalands, har
hann vitjar Alexandria, Cairo og Suez.
Ferðaætlanir har eru ikki, sum tær áttu
at verið, so tað er trupult hjá Palin at
fylgja Philieas Fogg. Hesin parturin end-
ar í Jeddah í Saudi Arabia.
Týsdagin kl. 21.10: |
Breakdance
Lucinda Dickey spælir Kelly og Ben
Lokey spælir Franco
Ein av dansimétunum i 1980-unum var
Breakdansurin við teimum stuttligu,
kneppu rerslunum. Hesin filmurin er frá
1984 og er um dansinæmingin Kelly,
sum lærir alt um breakdance. Tað eru
getudansararnir Ozone og Turbo, sum
læra hana.
Hósdagin kl. 21.25:
Philip Marlowe
Canadisk krimi-sendireð við Powers
Boothe sum privatdektektivi. Farbróðir
hin unga Gerald biður Marlowe syrgja
fyri, at bróðirsonurin ikki giftist við
Harriet. Stutt eftir verður Gerald myrd-
ur.