leygardagur 12. januar 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
Í
Í
Í
SS
Miðeystur og
føroyingar
MESTSUM allur heimurin tekur undir
við samtyktini hjá ST, um at irak treyta-
leyst skal taka seg ur Kuwait. Helst eis-
ini allir føroyingar gera tad. Hetta åtti
tað heldur eingin ivi at verið um, ti so-
leiðis sum irakiski leidarin Saddam
Hussein hevur týggjað sær móti tí ku-
waitiska fólkinum og annars móti øllum
sínum sokallaðu måtstødumonnum,
hevur hann bara eitt í at velja, nevniliga
at geva skarvin yvir. Hesin irakiski bød-
ilin hevur túsundtals fyri ikki at siga
hundraðtúsundtals mannaliv á sam-
vitskuni, tó at alt bendir á, at hann als
onga samvitsku hevur, men er ein kald-
ur og kyniskur mordari.
HANN hevur sett sum treyt fyri at sam-
ráðast um afturtøku, at spurningurin
um ísraæisku hertøkuna av pale-
stinenskum umráðum verður tikin upp
á eini altjóða ráðstevnum. Hesum taka
flestu av teimum sameindu ikki undir
við og siga, at hesi málini hava einki við
hvert annað at gera, hvat eisini er rætt.
ST-aðaiskrivarin, sum nú er á veg til
Bagdad at royna seg sum semings-
mann, segði við tíðindamenn herfyri, at
hesi málini kunnu ikki tengjast saman,
ti ein ólógligheit rættvísger ikki eina
aðra
TAÐ eru fleiri lond í vesturheiminum,
sum leingi hava hildið, at vit eiga at við-
gera el! trætumålini í Miðeystri á eini
friðarráðstevnum. Hetta er ikki nakað
nýtt. Frakland hevur havt hesa áskoðan
síðan í 1983. og andstødan í ísraelska
tinginum, arbeiðaraflokkurin, hevur eis-
ini verið fyri eini tílíkari ráðstevnu
Abyrgdarbiadstjåri
Fyritaksstjóri
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
>
*“ | æ >
Q
NR s
Krisjan Dahi
Biadféik: Randi Jacobsen
Dagny Joensen - Olavur W. Høgnesen
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesyaard
Utgevari P/t Sosiaturin
Uppseting: P/F Sosiaturin
Prent P'f Pressan 1981
MEN tað er ikki lukkuligt, nevnir tú
henda spurningin fyri føroyingum og tú
loyvir tær at seta spurnartekin við måt-
an, sum stjórnirnar í Ísrael hava tacklað
palestinaspurningin upp. Kritikkur móti
Ísrael er tabuevni í Føroyum meira enn
nakra aðra staðni í verðini. Eitt ilt orð
um Ísrael og tú ert útstoyttur år før-
oyska samfelagnum, tú ert antisemitt-
ur, tú ert kommunistur, tú ert heidning-
ur og hvat ein nú kann finna uppá at
kalla tað. Hetta hevur m.a. Sosialurin
merkt, tá vit hava loyvt okkum at
endurgeva kritiskar holdningar í utland-
inum móti Ísrael. Og hetta hevur verið
ein funnin fressur at brúka hjá teimum
hegravendu móti javnaðarflokkinum,
hverja ferð hetta hevur verið tikið til
umreðu fyri eitt val. Bara ein kritisk
rødd í Sosialinum móti Ísrael í einum
hverjum máli, og allur javnaðarflokkur-
in hevur verið skírdur ókristiligur og
heiðin. Ja, tíverri, so lágt ríða vit føroy-
ingar. Tá avtornar, fanatiskir, dømandi
og intolerantir. Í eygunum á mongum
føroyingi eru arabarar ikki menniskju,
men djór.
OKKARA áskoðan er tann, at eisini før-
oyingar eiga at síggja eina sak frá fleiri
síðum. Líka so væl sum israelar hava
rætt til eitt land, hava palestinensar tað.
Og eru trupulleikar millum tvey fólka-
sigg. so nyttar ikki bara at brúka harð-
skap hver móti øðrum. Samráðingar —
dialogur — må til, skal vón vera fyri eini
friðarligari loysn í framtíðini. Serliga
hegraflokkarnir í Ísrael hava ikki viljað
hoyrt talan um nakran dialog við pale-
stinar. Teir hava heldur íkki tikið undir
við ynskjunum um at halda eina altjóða
friðarráðstevnu um allan Miðeystur-
spurningin, eitt ynski, sum nú er rætti-
liga gamalt, og sum Saddam Hussein
nú roynir at brúka fyri at rættvísgera
sínar syndir.
=
Nr
MÆ sø Øs
NN 5 Á
Pedagoghetzin i Dimman her sipar til tørv i okkara samfelags-
pedagogtrætuna. Blaðið, skipan, nevniliga at ansa
Dimmu
sum annars hevur givið
bernunum, meðan foreldr-
heldur fram
„Men í Feroyum rina
hesi viðurskifti ikki
við, ti her ræður bert
um at tryggja einum
litlum stættarbólki
sterri lenir enn eðrum,
meðan onnur munnu
dvína peningaliga«,
skrivar Dimmalætting
i oddagrein.
Bladid umrødur kreppuna
i Mideystri og kann so
ikki lata vera vid at bruka
hetta stóra álvarsmálið til
at leggja eftir okkara fak-
felegum, eftir ávísum
bólkum í samfelagnum,
sum hetta blað og flokkur
tess nú í longa tíð hava
forfylgt.
Eingin ivi er um, at
seg út fyri at vera mál-
gagnið hjá ellum føroy-
ingum, hevur nú í longri
tíð rikið eina hetzlíknandi
kampagnu móti ellum,
sum hevur við fakfelog at
gera, og serliga teimum,
sum arbeiða fyri almenna
løn.
Hvi bliva vid at leggja
eftir einum åvisum
stættarbólki og hví bera
ósannindi fram um henda
bólkin, nevniliga pedagog-
arnar! Hví royna at geva
mongu lesarunum kring
landið ta fatan, at peda-
gogar eru óndsinnað
menniskju, sum bara vilja
misbrúka bernini í roynd
síni at fáa meira í egnan
lumma, hví hesa fram-
haldandi hetz móti hesum
fólkum, sum fylla út ein
átrokandi og natúrligan
ini eru til arbeiðis!
Tað er einki nýtt, at
fleiri av tingmonnum sam-
bandsfloksins hava lítið
til yvirs fyri fakfelogum,
men tað má sigast, at
Dimmalætting roynir alla
tíðina at liggja framman-
fyri flokki. Fyri tað um
nýggja løgtingskvinna
sambandsfloksins, sum
eisini stendur Dimmalætt-
ingini ógvuliga nær, ikki
kemur so væl ut av ti vid
pedagogar, so átti blað-
leiðsla Dimmalættingar
ikki at givið loyvi til, at
blaðið varð brúkt sum
leikpallur fyri eini ein-
vísari og ósakligari hetz
móti pedagogum og fak-
feløgum annars.
Asannandi hetta kann
ein siga, at tað kanska er
júst í Dimmalættingini og
TAÐ er so lætt at vera klókur aftaná,
men hevði høgravongurin í Ísrael ikki
verið so »steilur« og so vidgongdur í
sínum sjónarmiðum mótvegis palestin-
um, men lurtað eftir eitt nú andstøduni,
arbeiðaraflokkinum og harafturat gðr-
um londum og ST, so átti Saddam
Hussein í dag helst ikki henda »trumf-
ina at spæla út. Hóast vit eru púra og al-
deilis ósamd við hann, tá hann vil
tengja innrásina av Kuwait saman við
palestinaspurninginum, so kunnu vit
ikki síggja burtur frá, at júst palestina-
spurningin hava vit ikki gjørt nóg nógv
fyri at loysa. Her kundi USA havt lagt
trýst á Ísrael, tí tað er her ein tann týdn-
ingarmesti spírin til kreppurnar í Mið-
eystri liggur. Ein sær í dag betur enn
nakrantíð, hvussu vandamikið fyri
heimsfriðin tað víðgongda hegra er.
Hetta høgra, sum skírir allan kritikk og
allan dialog fyri ramastu kommunismu
og tað ið verri er, og harvið lokar seg
inni og skapar gróðrarbotn fyri harð-
skapi.
TAÐ skal ikki undra okkum, at einasti
møguleikin fyri at sleppa undan einum
oyðandi kríggi í Miðeystri, verður nett-
upp tann sannroynd, at teir sameindu
onkursvegna fara at ganga við til at
halda eina friðarráðstevnu um Miðeyst-
ur eftir at Írak lutvíst ella heilt hevur tik
ið seg úr Kuwait.
MEN løgid er tað. Her heima í Føroyum
eru tað júst tey víðgongdu høgrumegin
í politikki, tey, ið skulu eitast at ganga
inn fyri frisinni og frælsi, sum taka undir
við kompromisleysa politikkinum hjá t
víðgongda hegra í Ísrael. Hetta eru ofta
fólk, sum hava tikið patent uppá kristin
dómin, og hóast tey geva seg út fyri at
halga kristnu boðunum lív sítt, so eru
júst tey tey mest intolerantu fólkini, vit
finna á hesum klettum. Vit meta nøkr
Bústaður: Argjavegi 26 Postadressa: Postsmogu 76
Argjum 110 Tórshavn
Telefon: 11820 Telefax: 14720
um av hesum fólkum í gøtunum við
ísraelska merkinum veittrandi, vit lesa,
hvat tey skriva í bløðunum. Hetta eru í
mongum fórum fanatikarar, fólk, sum á
ongan hátt tæna hvørki friðarins ella
Ísraels søk. Tit hava fullan rætt til at
stridast fyri eini søk — men hví henda
fanatisman — intoleransan og ósaklig-
heitin í Guds navni. Har hoyrir hon ikki
heima.
HVUSSU vandamikið tað uttasta høgra
er fyri heimsfridin hava vit mong dømi
um. Og sleppa vit fordómum okkara, so
síggja vit eisini, hvussu vandamikil poli-
tikkurin hjá hesum víðgongda høgra í
Ísrael er fyri ikki bara teirra egna frið
men fyri allan heimsfriðin. Tí tann kom-
promisleysi politikkurin hjá israelskum
høgraheykum og ortodoksum jødum
hevur onki fyri gjørt fyri at varðveita
friðin, men bara kynt undir bálið við sín-
um beinhørdu og ultimativu stødutak-
an, sum sæst eitt nú í teirra ólógliga
niðursetupolitikki í teimum hersettu
økjunum.
VIT eru væl greiðir yvir, at tað, vit her
hava skrivað, fyri mangar føroyingar er
sum at rætta hundi brand. Men er tað
ikki uppá tíðina, at eisini vit í Føroyum
fara at tosa ærliga og sakliga um slík
álvarsmál sum eitt nú ísraelsku viðgerð-
ina av allari tí palestinensisku sakini.
Hetta tosa teir um í ST — hví ikki eisini
her heima hjá okkum, nú vit halda okk-
um hava so nógvar røtur aftur til Ísrael
og tess fólk! Lat okkum enda við at
minna á, at ST-felagsskapurin herfyri —
saman við USA — fordømdi ísraelsku
atgerðirnar móti palestinum í Jerusa
lem. Kanska eitt kjak um júst Ísraei
kann avdúka, hverjir vit føroyingar í
veruleikanum eru. Ella kanska tað kann
fáa okkum at síggja eina sek frá fleiri
síðum at hava virðing fyri øllum
menniskjum — kanska!
————iøitvviiiiermnineeee— Í
í sambandsflokkinum, at
vit finna tey veruliga
reaktioneru, tey mest kon-
servativu og tey mest víð-
gongdu á hegrafrontinum
— tað talar skrivingin í
Dimmalættingini hesa
seinastu tíðina fyri. Og
við hesum í huga var tað
nú kanska heldur ikki so
legið, at tað einki spurdist
burtur úr eini samgongu
millum javnaðarflokkin
og sambandið. Ein flokk-
ur og eitt politiskt mál-
gagn, sum bara hava eitt-
ans endamál í
samfelag,
dagsins
nevniliga at
ganga ímóti øllum broyt-
ingum og at vilja jarð-
leggja fakfeløgini og tað
hesi standa fyri, eiga ikki
betri uppiborið enn at
vera vist út í myrkrið, har
tey hoyra heima.
Sosialurin
Lýsing
Telefonverk Føroya Løgtings sekir eftir
einum fólki at rekja starvid sum starvs-
fólkaleiðari á stovninum.
Starvið
starvsfólkapolitikkinum, viðurskifti við
yrkisfeløgini, setan av starvsfólkum og
lærlingum,
starvsfólkamál yvirhøvur.
umfatar
tilrættislegging av
skeiðvirksemi og annars
Talan er um eitt spennandi arbeiði, ið
krevur góð samarbeiðsevni og evni at
arbeiða sjålvstødugt. Lønin verður sam-
bært sáttmálan millum Føroya Lands-
stýri og Starvsmannafelagid ella avvarð-
andi yrkisfelag.
Umsóknir skulu vera telefonverkinum í
hendi innan 20. januar 1991 og skulu
stílast til:
Telefonverk Føroya Løgtings
att. Sélbjørn Jacobsen
Postbox 27
110 Térshavn
TE