Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 15. januar 1991 Atli Dam úr Javn- aðarflokkinum og Jógvan Sundstein úr Fólkaflokkinum skrivað undir sam- gonguskjalið. Myndin er tikin á tíðindafundinum á gamla apoteki leygardagin. Á myndini síggjast minst tveir aðrir, ið skulu út í Tinganes: fólka- floksmenninir John Petersen og Svend Aage Ellefsen. Drúgt + ordaskiftid var um javnadar- manningina i gjår. Marita Petersen verdur helst ein og Jóannes Eides- gaard og Tummas Arabo (ikki á myndini) hava eis- ini verið upp á tal, meðan Hans Jørg- ensen ikki tóktist vera millum evn- ini, síðst vit frættu Mynd:kalmar stýrinum, og talið av landsstýrismonnum ninkar úr seks í sjey. ATLI DAM UR POLITIKKI )rsøkin til løgmans- ivtaluna er, at Atli Dam ugvist fer at taka seg yurturúr politikki; or- søkirnar eru heilsuligar og persónligar annars. Í 1992 ætlar hann sær eisini frá sum formaður fyri Javnaðarflokkin, og í 1994 stillar hann ikki upp aftur til løgtingið. EINDØMI Hetta er fyrstu ferð síðani Heimastýrislógin kom í gildi, at sam- gonguflokkar hava av- talað, at hava tveir løg- menn í sama skeiði. ówh tíðindablaðið SU -aðalfundurin um samgonguna: SÚ skal vera samvitska — Javnaðarfloksins Sunnudagin seinnapartin hevði Sosialistiskt Ung- mannafelag eykaaðalfund og felagsstjórnarfund. Sambært nýggju lóg- unum fyri felagið, sum gjørdar vóru fyri tveim- um árum síðani, er bygn- aðurin í felagnum broyttur soleiðis, at ein felagsstjórn, umboðandi lokalfelggini, er sett, sum arbeiðir saman við landsnevndini og er hon hægsti myndugleiki fel- agsins millum aðal- fundirnar. Tríggir felagsstjórnar- fundir skulu haldast um árið, ein í januar, ein í mars og ein í september. Av tí at tveir nevnd- arlimir vóru farnir um aldursmarkið og at ein bar seg undan afturvalið, varð nýggj nevnd vald. Í fráfarandi nevndini organisatoriskur skrivari Kathrina L. Joensen, altjóða skrivari Eirikur Lindenskov, skrivari Mamy Dahl Sørensen, kassameistari. Formaðurin verður valdur einsæris, meðan nevndarlimirnir vera valdir undir einum, og skipar nevndin seg sjålv, vid næstformanni, kassa- meistara og skrivara. Í nevndini sita: Eiríkur Lindenskov, formaður Mamy Dahl ørensen Elisabeth Carlsson Rigmor Dam Petur Påll Mikkelsen Sum vera man var høvudskjakid á aðalfund- inum samgongan og sam- gonguskjalið. Nógv varð kjakað um ymisku tættirnir í sam- gonguskjalinum og tóku limirnir ikki allir so væl undir við gllum, sum flokkarnir eru komnir á samt um. Men skjalið er undirskrivað og sam- gongan er veruleiki. Av fundinum frættist, at hóast Fólkaflokkurin ikki júst er tann flokkur, sum SU best kundi hugs- að sær at samarbeitt við, so vóru limirnir á einum máli um, at Javnaðar- flokkurin eigur at fáa sum best burtur úr hes- um samarbeiði. Limirnir vóru eisini á einum máli um, at SU hevur ema stóra uppgávu, nevniliga alla tíðina at vísa flokk- inum á stevnumiðini og gera sítt til at javn- aðarkósin verður hildin. ówh Eirikur Nyggjur SU Sida 5 Lindenskov. formadur