hósdagur 17. januar 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Gordiskur
knútur
KREPPAN í Golfinum er vorðin ein
ein gordiskur knútur,
ið eingin enn hevur megnað at
loyst, og nú sær út til, at vald skal
nýtast til at loysa henda knút. Tá
freistin, sum ST hevur sett Írak at
taka hermenn sínar úr Kuwait, var
úti tíðliga gjáramorgunin, hevði
irakiski leiðarin, Saddam Hussein,
ikki latið við seg koma. Allar roynd-
ir hjá umheitinum at fáa hann at
taka undir við eini ella aðrari friðar-
roynd vórðu vrakaðar. Tvorturímóti
hevur sami Hussein aftur og aftur
gjørt greitt, at Kuwait er og verður
ein partur av Irak. Verður kriggj, fer
lrak at vinna tað, vóru hansara sein-
astu orð, áðrenn freistin var úti.
sonn marra
LÍTIL ivi er um, at lrak fer at tapa
eitt kríggj. men spurningurin er,
hvussu nógvan skaða irakar klára
at gera, áðrenn teir verða noyddir at
geva seg yvir. Hetta eru eygleiðarar
sera Ojavnir á máli um. Men uttan
mun til hver fer at vinna eitt kriggj
og hvussu, so eru tað mangir eyg-
leiðarar, sum vilja vera við, at tað
verða teir sameindu við vestur-
heiminum á odda, sum gerast veru-
ligu tapararnir í síðsta enda. lkki
bert fer hetta at syndra búskapin, tá
oljuprísirnir fara sína himmalgongd.
fer Saddam Hussein at gerast mar-
arabisku londini
nakað. Arabarar
mikið, kunnu vit koma at hoyra.
Alt Miðeystur fer at gerast uppaftur
ótryggari. Undir ollum umstødum
tyrur — vit minnast, hvussu Nasser
megnaði at savna arabiska heimin,
hóast tap móti ísraelum — og eitt
oyðilagt lrak fer helst at fáa tey
at standa meira
saman enn nakrantíð — eitt nú við
einum ófrávíkiligum kravi um, at nú
eru tað israelar, sum skulu til at lata
hava blett nóg
Abyrgdarbiaðstjóri
Fyritaksstjóri
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
8
…e
Krisjan Dahi
Blaðfólk: Randi Jacobsen -
TAD eru eisini teir eygleidarar, sum
halda, at tað er vesturheimurin við
USA å odda, sum hevur veruligu å-
byrgdina av støduni i Mideystri, ti
tey hava ikki gjørt nóg mikið við
palestinaspurningin. Tí tað er einki
minni enn dupultmoralur, tá hesi
lond nú knappliga krevja, at eitt
arabiskt land, sum hevur lagt eitt
annað undir seg, skal makka rætt —
tá somu lond enn ikki hava fingið
Ísrael, sum eisini hevur lagt landa-
øki undir seg, at makka rætt. Hví
leggja so stórt trýst á lrak, tá líkn-
andi trýst ikki hevur verið lagt á
Ísrael, verður spurt. At Saddam
Hussein so bert brúkar palestina-
spurningin at verja innrásina av Ku-
wait við, er so bert ein bílig undn-
førsla — men kortini ikki heilt uttan
veruleika.
HÓAST nærum allir eygleiðarar
skíra Saddam Hussein og stýri
hansara sum eitt ræðustýri, ið ikki
heldur seg aftur at myrða ósek
menniskju, so verður tað eisini alt
meira víst á júst dupultmoralsku
støduna hjá USA og ødrum lond-
um, sum ongantíð hava gjørt nóg
mikið til tess at loysa palestina-
spurningin og harvið spurningin um
ísraelsku hersetingina av pale-
stinensiskum økjum. Og fara vit so
víðari, so eru tað aftur tey, sum
grundgeva tørvandi áhugan hjá
USA og vesturheiminum at loysa
Palestinaspurningin, at jødarnir í
eitt nú USA hava so stórt vald, at
ein amerikonsk stjórn rætt og slætt
ikki sleppur at røra við henda spurn-
ingin.
TAÐ tykist tó nú at vera greitt, at
flest oll lond, eisini USA, ynskja
eina friðarráðstevnu, sum tekur
upp palestinaspurningin. ST-aðal-
skrivarin, sum seint týskveldið kom
við eini bønligari áheitan á Saddam
Hussein um at tryggja friðin, lovadi,
at palestinaspurningurin skuldi
Dagny Joensen - Ólavur W. Hegnesen -
Hilmar Jan Hansen - Jústínus Eidesgaard
P'4 Sosiaturin
Pit Pressan 1981
Utgevari
Uppseting
Prent
koma til vidgerdar og loysast i
næstum. Tad er so lætt at vera eftir-
klókur, men vit verða i dag noydd til
at vidganga, at alt er ikki bara hvitt
og svart, antin ella. Høvdu teir hóv-
ligu israelarnir eitt nú við arbeiðara-
flokkinum á odda, fingið krøv síni
um eina friðarráðstevnu um Mið-
eystur igjøgnum, tá hevði kanska
alt sæð ødrvisi út. Tá høvdu kanska
teir meira hóvligu palestinarnir og
arabararnir fingið størri vald og har-
við hevði tað so aftur minkað um
spenningin. Men við at vísa steilu
linjuna mótvegis palestinum, hava
vit eisini sjálvi lagt upp til kon-
frontatión við arabiska heimin. Og í
flestu forum er tað tað víðgongda
høgra í vesturheiminum, sum hevur
elvt til hesa spenningsstødu.
VIT eru onga løtu í iva um, hvussu
vandamikil Saddam Hussein er fyri
friðin — fyri allan heimin. Hann hev-
ur víst, at hann smæðist ikki fyri at
gera av við oll tey, sum ikki eru
100% samd við hann. Hann ynskir
at gera lrak til eitt stórveldi, tað
fyrsta veruliga stórveldi í arabiska
heiminum, eitt stórveldi, sum eitt
nú hevur kjarnorkubumbur.
AT tað ikki verður liviligt saman við
einum tilikum einarædisharra og
drápsmanni er skilligt og halda
mong fólk í vesturheiminum tað tí
vera rætt og neyðugt nú einaferð
med »allah« at gera av við hann, áð-
renn hann ger sterri skaða. lkki
minst er tað amerikanski óttin fyri,
at lrak skal fáa kjarnorkuvåpn, sum
er orsøkin til, at so nógvir ameri-
kanarar halda, at Saddam Hussein
eigur at verða steðgaður nú — ikki
bert í Kuwait, men eisini í Irak.
MEN aftur her nema vit við dupult-
moralin hjá okkum sjálvum — vest-
urheiminum. Hver er tað, sum hev-
ur latið irakum øll hesi oyðandi
Bústaður: Argjavegi 26
Telefon:
Postadresså: Postsmogu 76
110 Tórshavn
14720
Argjum
11820 Teletax:
vápnini, hvør hevur fingið pengar
burtur úr at læra irakar at gera kem-
isk våpn, id longu nú hava dripið
túsundtals ósek sivil! Hondina á
hjartað — tað eru vit í vesturheimin-
um. Hesar sannroyndir gera tað so
torført hjá okkum nú at fáa bilbukt
við ein so vandamiklan mann sum
Saddam Hussein.
VIT sjálvi hava vitturliga givið hon-
um nøkur góð kort á hondina. Vit
hava tíanverri sjálvi verið við til at
skapt hann, skapt tað grundarlag,
sum hann hevur bygt á. Nú í elliv-
inta tíma rakna vit við við kaldan
dreym. Sjálvandi kunnu vit siga, at
fekk hann ikki hesi vápn frá okkum,
vóru tað aðrir, ið lótu honum tey.
Men vit sleppa so ikki undan at við-
ganga, at tað fyri ein part eru vit í
vesturheiminum, sum hava givið
Saddam Hussein drápsvápnið í
hendi. Og so er tað spurningurin um
vápnaídnaðin í dag. Man verðin
veruliga vera so køld og kynisk,
sum summir eygleiðarar vilja vera
við, at tær sterku kreftirnar innan
eitt nú amerikanska vápnaídnaðin
heldur enn gjarna vilja hava kriggj,
fyri at fáa gongd á aftur >framleiðsl-
una«, nú endin á kalda krignum
minkaði játtanirnar til henda vápna-
ídnað so nógv!!!
VIT eiga oll at bera ótta fyri einum
kriggi. Fyri mong av okkum er tað
bert ein spenningsfilmur framman-
fyri sjónvarpsskermin. Men fyri tús-
undtals menniskju er hetta ein
spurningur um lív og deyð, um at
missa ein av sínum næstu. Golf-
kreppan er blivin til okkara tíðar-
innar gordiska knút, ið eingin kann
loysa. Vit hava sjálvi bundið hann,
og nú tykist bert ein møguleiki at
»loysa« hann: nevniliga at høgga
hann sundur — kriggj! Nær fara vit
at læra.
sum blaðfólk á Dimma-
lætting, antin tær eru í
sjálvsteðugum greinum
heldur einki við frælsið at
gera. Tverturímóti má tað
vera eitt krav frá lesaran-
eee vær |— EN
MB Spsigaley DOP US I
N
Skeiv tulking
„Sera ókollegialt og
ósolidariskt má tað sig-
ast at vera av Sosialin-
um at fara soleiðis við
starvsfelegum, sum
blaðfólk á hinum bleð-
unum hóast alt eru«,
skrivar pn í eini við-
merking í Dimmalætt-
ing til teigin >Sosiga-
I
NN
N
ingarmikla og rúgvis-
mikla tilfari, sum júst pn
hevur greitt úr hondum í
arbeiði sínum á Dimma-
lætting. Hetta hava vit
víst á áður og vilja fegnir
endurtaka tað Hesin
blaðmaðurin hevur
kanska meira enn nakar
annar verið við til at ríkað
Dimmuna og harvið lesar-
arnar við sínum áhuga-
tey« í Sosialinum. verdu siðseguligu og
mentanarligu greinum.
Vit hava stóra virðing fyri Tær skal tú virkuliga
tí arbeiði, tíðindafólk á
hinum bleðunum og eisini
Dimmalætting gera. Og
ikki minst fyri tí týdn-
hava tekk fyri.
Men tá hetta er sagt, so
loyva vit okkum eisini at
vísa á vónbrot og misnegd
A
okkara við tær otta ósak-
ligu og sera subjektivu
viðmerkingarnar, sum
sami pn loyvir sær at
skjóta inn ímillum setn-
ingarnar í vanligu tíðinda-
greinum blaðsins. Vit
hava víst á, at umreddi pn
hevur ein veikleika ikki at
kunna lata vera við at
blanda sína egnu ónegd
og eisini andstygd mót-
vegis javnaðarflokki,
-fólki og eisini fakfeløgum
upp í tíðindagreinarnar.
Eisini meng javnaðar-
fólk lesa Dimmalætting
og tey hava so sanniliga
annað uppiborið enn aftur
og aftur at skula síggja
hesar ofta sera niðurset-
andi og subjektivu pn'sku
viðmerkingarnar ella
rættari, yvirhálingarnar, í
tíðindagreinunum á blað-
sins forsíðu. Lesarin hev-
ur krav uppá at vita, hvat
er endurgeving av tí, sum
veruliga er farið fram, tvs.
faktiskir upplýsingar, og
hvat eur persónligu og
sera subjektivu viðmerk-
ingar blaðmannsins.
Tá pn í heldur illsliga
svari sínum til henda po-
litiska teigin í Sosialinum
skrivar, citat:
„Okkara viðmerkingar
(leysar av tíðindaflutning-
inum) ella innskotnar í tíð-
indastubbar, eru individu-
ellar, júst hetta frælsið
hevur einstaka blaðfólkið
(uttan at vera alt ov sub-
jektivt) tá initialini standa
undir. Tá ber til at skilja í-
millum blaðsins almennu
hugsan og hugsan blað-
fólksins. Ein meining er tá
í at hava frámerki undir
bladtilfarinum«,
so eru vit ikki samd.
Eftir okkara tykki eiga
blaðfólksins viðmerkingar
als ikki at vera innskotnar
í tíðindastubbar, hvat pn
tó heldur vera í fínasta
lagi (bara tær ikki eru alt
ov subjektivar, sum hann
málber seg!!) Hetta hevur
um, at hann greitt veit,
hvat er endurgeving av
tíðindum og hvat er blað-
mannsins persónliga við-
merking. Verða hesi
blandað saman í tíð og
ótíð, soleiðis sum pn held-
ur vera í lagi, tá er lesarin
»lost«. Hann veit tá ikki,
hvat veruliga er hent,
hverji tíðindini eru, og so
hvat er blaðmannsins
egna persónliga viðmerk-
ing.
Til alt hetta er tó at
siga, at hetta er ikki nak-
að, sum bara finst í
Dimmalætting. Tað finst í
ollum blødum í sterri ella
minni mun, men orsekin
til at vit hava tikið hetta
Framhald á síðu 15