hósdagur 17. januar 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 11 — 17. januar 1991
tíðindablaðið Sosialurin
Óli Jacobsen, koyrilærari:
Ansið eftir
Spraringunum
--Vit mugu ikki spara so at alt
steðgar upp,
samfelagið
hann.
Óli Jacobsen, koyrilærari
heldur, at nýggja land-
stýrið eigur at ansa eftir
ikki at spara so nógv, at
samfelagið steðgar upp.
-Eg haldi, at land-
stýrislimirnir og flokk-
arnir eiga at ansa eftir ikki
at vera ov princippfastir.
Við "smidligheit" skulu
teir nokk fáa tað at ganga,
sigur hann.
--Fleiri hava tað íkki
gott í dag og harðari
figgjarpolitikkur fer ikki
at lætta um.
--Sum koyrilærari havi
eg merkt, at tað eru nógv
færri fólk sum taka koyri-
kort nú og tað er tekin um
kreppu í samfelagnum,
sigur hann.
Annars heldur hann, at
tað er positivt at bert tveir
flokkar eru í samgonguni.
Tá skuldi verið minni at
klandrast um sigur hann.
jústinus
sigur
Elin Kjærbo, kassadama:
Vóni tað hesta
-T6 eg eri heppin, eg havi ar-
beiði, sigur hon.
Elin Kjærbo starvast
dagliga við kassarnar í
Miklagarði í SMS. Hon
hittir nógv fólk og
seinastu tíðina hevur
samtaluevnið verið nýggja
landstýrið.
--Tað er ymiskt hvat
fólk halda. Eg haldi, at tað
er ein fyrimunur við
tveimum flokkum. Og eg
vóni, at teir klára at stýra
landinum næstu fýra árini.
Vit eru troytt av at ganga
á val, sigur hon.
--Annars kann eg ikki
klaga, sum so nógv
onnur, ið eru illa fyri í
samfelagnum. Eg havi
arbeiði og eg havi íkki
rindað so ggiliga nógvan
skatt seinastu árini, sigur
Elin Kjærbo.
jústinus
Karin Johannesen:
Allir eins
-Tå teir hava
mánaðar hugsa
sigur hon
Karin Johannesen arbeiðir
á Postverkinum. Hon
hevur ikki tær stóru
vónirnar til eitt nýtt
landstýrið.
-Eg haldi tað kann
gera tað sama hver
flokkur, sum situr úti í
Tinganesi. Tað vísir seg,
at tá nýggir landstýris-
menn hava sitið í nakrar
mánaðar, so eru teir
akkurát tað sama sum
hinir, sigur karin Johan-
»
sitid í nakrar
allir tað sama,
nesen.
—Eg vanti ikki, at vit
fáa minni í skatt, eg
trúgvi ikki uppá eina
rættvísa skattalóg. Tað
verður lovað so nógv
uppundir val, men sjáldan
klára teir at halda tað,
sigur Karin Johannesen.
--Stutt sagt, eg rokni
ikki við betri tíðum, bert
tí nýggj samgonga er
skipað, sigur hon.
jústinus
TLF. 19820
LJÓÐDOYVARI
TIL P.C.
við »No noise« system
Longu nú kunnu tit fáa meira at vita um
hesa nygagiheit.
FØROYA TRYGDARÚTGERÐ
v/ Troels Nielsen
FR 520 Leirvik
Tlf. 43246