fríggjadagur 18. januar 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 12 — 18. januar 1991
VI r Á
It bruka
5 =
ohugnaliga
5
nogvan
h = = LÅ
ellivag
Føroyingar brúka heilivág fyri meira enn 20
miljónir krónur um árið, og talið veksur
óhugnaliga nógv. Hetta sæst í eisini frágreiði-
ng, sum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya hevur
sent út.
Á aðalfundi Meginfelag-
sins í november mánað
1990 samtykti fundurin at
hækka eftiransunargjald-
ið til 20 kr. tá lækni verður
órógvaður uttanfyri ar-
beiðstíð.
Allir sjúkrakassar eru
meira og minni í fíggjar-
ligum trupulleikum. Tí
skal verða roynt at finna
útvegir fyri, at útreiðslur-
nar minka, heldur enn al-
tíð at seta limagjaldið
upp.
Ein rættuliga stórur
partur av læknahjálpini er
fyri rokningar í úrtíð og
tað sær út til at hetta
vindur uppá seg. Ein av
grundunum kann vera, at
limirnir ikki eru greiðir
yvir, hvat tað í grundini
kostar sjúkrakassanum, tí
limirnir í A-bólkinum
síggja onga rokning.
B-limir gjalda sjálvir
rokningina, tá teir fara til
lækna. Tá so B-limurin fer
í sjúkrakassan eftir endur-
gjaldi, fær hann ta upp-
hædd aftur av rokningini,
sum svarar til tað, sum
sjúkrakassin betalir lækn-
anum fyri tilsvarandi við-
tal hjá einum A-limi.
Kamar
Kamar við egnum
wc og bað til leigu.
Fyri at lýsa munin
kunnu vit vísa á, at uppá
ársbasis er læknahjálpin
kr. 425.43 uppá hvenn A-
limin, meðan læknahjálp-
in uppá hvenn B-limin er
kr. 163.06. Í flestu kass-
um er munurin enn sterri.
B-limurin, sum sjálvur
skal gjalda rokningina og
má bera tann partin, hann
ikki fær aftur frá sjúkra-
kassanum, ansar væl eftir,
meðan A-limurin, sum
onga rokning sær, helst
ikki hugsar um, at sjúkra-
kassin má gjalda út við
100 kr. um ein A-limur
hevur viðtal við lækna t.d.
kl. 9 á kveldi ella sunnu-
dag.
Nýliga er gjørd ein
kanning, sum vísir, at tað
bert eru 41,5% av limun-
um, sum hava persónliga
viðtalu við lækna. Nøkur,
t.e. 2% boðsenda lækna at
koma á sjúkravitjan um
dagin. Fjórðingur av lim-
unum fer ikki til lækna,
men fær samband við
lækna pr. telefon og fær
samstundis eina resept
ávísta. Ein enn sterri
fjórðingur ella o.u. 28%
fara heldur ikki til lækna,
til leigu
køki og atgongd til
TIf. 17527
men hava ístaðin telefon-
viðtal ella ringja fyri at
endurnýggja eina resept.
Hetta seinasta hevur aft-
ur tað óhepna við sær, at
er talan um limir, sum
regluliga brúka sama
heilivág, so kann læknin
ikki pr. telefon skriva re-
sept til meira enn eina út-
flýggjan, meðan læknin,
tá talan er um persónliga
viðtalu, kann skriva á re-
septina at hon kann brúk-
ast fleiri ferðir við ávísum
millumbili.
Vit heita ti å limir, sum
dagliga brúka heilivág av
sama slag, um sjálvir at
fara til lækna og krevja re-
sept til fleiri útflýggjanir.
Her kann limurin sanni-
liga spara sjúkrakassan
fyri væl av peningi.
Nú kann onkur siga, at
hetta ber saktans til har
lækni býr, men hvat við
teimum, ið búgva langt
frá lækna. Jú, tað ber til at
fáa reseptina sendandi og
sjálvur senda hana inn til
apotekið. Tá so apotekið
avgreiðir heilivágin fylgir
reseptin við og kann tá
brúkast upp til einar fimm
ferðir ella meira. Og hetta
er eins væl galdandi fyri
A-limir, sum fyri B-limir.
Vanliga læknahjálpin
vaks í 1989 við 1 mill. kr. í
mun til árið fyri og var í
1989 13,1 mill. kr. Í meðal
uppá hvenn limin var
læknahjálpin í 1989 kr.
385.49, men munurin er
rættuliga stórur, heili
82,8% millum tann bílig-
asta og tann dýrasta kass-
an
Heilivágur er stersta út-
reiðsla hjá sjúkrakassun-
um. Í 1989 varð goldið
fyri heilivág 20,7 mill. kr.
og veksur hetta tal
óhugnaliga nógv. Sum
demi kann nevnast, at
gjaldið í 1989 var 2 mill.
sterri enn í 1988. Útrokn-
að uppá limin vísir hetta,
at hver limur hevur fingið
heilivág fyri 609 kr. Men
hyggja vit nú eftir um
munur er á hvat brúkt
verður av heilivági í teim-
um ymsu læknademun-
um, so vísir hetta, at tað
Meira enn 20 miljónur
krónur um ári í
heilivági
eru heili 108,5% á muni
millum tann kassan, har
minst verður brúkt og
fram til tann, har mesti
heilivágur verður brúktur. eisini at spara á hesum
É øki.
Í Danmark eru ymsar
broytingar gjørdar fyri at
minka um gjaldið av heili-
vági. Vit hava ikki fylgt
teirra fyridemi, men vísir
tað seg, at gjaldið fyri
heilivág framhaldandi
veksur, so verður neyðugt
at seta tiltøk í verk, fyri
Meginfelag sjúkra-
kassa Feroya
á
(
; COM DATA hevur saman við FØROYA DATA-
| “*
FRAMVÍSING }
SKÚLA í døgunum 21., 22. og 23. januar fram-
vising av TIMA- 8 KOSTNADARSKIPAN í
NAVIGATOR. Framvísingin varir í einar 2-3 tímar.
Framvisingin er serliga ætlað fyritøkum, sum hava
fyri neyðini at kenna brúkið av arbeiðstíð hjá fólki
og amboðum - t.d. í sambandi við tilboðsarbeiðir.
Kostnaður: ÓKEYPIS
Tekning: COM DATA, Tórshavn, tif. 1 6173
Um tygum ynskja at senda fleiri fólk til framvísing-
ina, so er gaman il
Um tygum vilja hava meira at vita, áðrenn tygum
tekna tygum til framvísingina, so eru tygum sjálv-
sagt meira enn vælkomin at seta tygum í samband }
við okkum. Brandur og Anfinnur kenna skipanina. d
n
y