Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Scansat/TV3 Friggjadagin kl. 19.00: Lívið um tey 30 Hope er júst byrjað aftur at arbeiða, men tað er torført at fáa Michael at skilja, hvussu nógv tað hevur at siga hjá henni. Hann vil fegin hava eitt barn nú, men hon vil bíða. Av tilvild finnur hon eina dagbók, sum ein ung, nýgift kvinna í 40- unum, sum búði í sama húsi, skrivaði. Meðan hon lesur, sammetir hon sína stødu við steðuna hjá hinari kvinnuni. Fríggjadagin kl. 22.03: Psycho Vera Miles Amerikanskur ræðufilmur frá 1960 — eitt meistaraverk hjá Hitchcock. Segan fer fram á einum gomlum hotelli. Ein ungur maður rekur hotellið saman við mammu síni, og har fer ein drápsmaður at gera nógv um seg Leygardagin kl. 19.00: Little Gloria... Happy At Last — 2. partur Í byrjanini av 1920-unum verður Reggie Vanderbilt forelskaður í tí vekru, men villu Gloriu Morgan. Tey giftast, hóast mamma Reggie er ímóti tí. Gloria er ikki nóg fín, sigur hon. Eitt ár seinni fáa tey eina dóttur, Gloria. Stutt eftir doyr Reggie, og alt hann átti, eigur dóttirin nú. Einkjan eftir hann fer út at ferðast, hon hevur nóg mikið av pengum, fer runt jerðina og letur ofta dóttrina verða eftir hjá barnagentuni. Tíggju ár seinni doyr mamma Reggie, og dóttir hennara yvir- tekur familjufyritøkuna. Hon ger av at taka lítlu Gloriu frá mammu síni Leygardagin kl. 22.00: Torn Curtain Amerikanskur filmur frá 1966. Michael Armstrong professari er saman við konu síni, Sarah Sherman, á veg til eina ráð- stevnu í Keypmannahavn. Komin hagar tosar hann so legið og sigur við konuna, at kanska skuldi hann farið við næsta flogfarinum til Stockholm. Sara upp- dagar tó, at hann hevur keypt ferðaseðil til Eystur-Berlin og útvegar sær ein ferðaseðil við sama flogfari. Hon ætlar ikki at sleppa honum úr eygsjón. Tá ið Paul Newman og Julie Andrews tey lenda í Berlin, standa politikarar fyri teimum. Sarah uppdagar, at maðurin ætlar sær at arbeiða saman við atom- granskaranum Lindt professara. Sunnudagin kl. 19.00: Time Busters Dennis Hopper Amerikanskur filmur frá 1985. Mick Harlan hevur stóran áhuga fyri mekan- ikki, og hann kemur á eini hernaðarsteð fram á eitt tól, sum líkist einum lítlum motori. Hann ætlar at vísa lærara sínum á lærda háskúlanum hendan og brúka hann til »speciale« til próvtekuna. Men hann veit ikki, at tólið er ein partur av einum flúgvandi tallerki, sum lendi í USA í fimtiárunum. Tá ið hann setir hetta tólið í gongd, verða ell stórliga bilsin Mánadagin kl. 19.00: Spenser - Morð i familjuni Spenser kemur sær upp í ein blóðugan »familju-sorgarleik«, tå ið hin vakra, ríka Diedra Carlisle setir hann sum livverja hjå sær. Diedra er gift vid rika banka- manninum Marcus Carlisle og sigur, at hon óttast fyri lívi sínum. Manni hennara dámar ikki, at hon hevur fingið lívverja og setir hann úr starvi beinanvegin. Mar- cus verður sjálvur fyri álopi, meðan hann tosar við Spenser, men aftrar seg kortini at lata hann verða verandi. Nakrar dagar seinni verður Marcus funnin myrdur og alt bendir á, at Diedra er tann seka. Men Spenser ivast Nr. 12 — 18. januar 1991 | Sven Wollter og Linn Stokke | Mánadagin kl. 20.03: Um kærleika $ Svenskur filmur frå 1987. Tann einsa- malli pápin Peter, sum arbeiðir sum foto- grafur, avmyndar bern síni, tá ið tey eru liðug í skúlanum. Brádliga sær hann á linsuni ta vekru Helenu, sum eisini eigur børn í sama skúla. Just í teirri løtuni broyttist lívið hjá Peter. Hann er for- elskaður í Helenu, og roynir at koma í samband við hana. Hver er hon, hvar býr hon? Hann finnur útav tí, og tá ið hon saman við manninum fer til Mallorca, fer Peter aftan á við sínum børnum Týsdagin kl. 19.03: Bandido Amerikanskur western frá 1956. Segan fer fram í Mexico í 1916. Ein amerikansk- ur ævintýrari hittir ein uppreistrarleið- ara og hjálpir honum, tí hann hevur trupulleikar við einum vápnasmuglara. Hesin seinni er ein maður, sum fegin snýtir øll. Týsdagin kl. 22.03: Mike Hammer Mike fær illgruna, tá ið systir ein av hansara gomlu vinum doyr. Hon var við í einum tónleikabólki, og tey sum eftir eru har, brúka deyða hennara at gerast kend og látast at syrgja, men er sorgin ektað? Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 Mikudagin kl. 17.00: A Brand new Life Tá ið Roger, advokatur og einkjumaður við trimum bernum, metir Lindu á eini matstovu, stendst kærleiki teirra mill- um. Linda er fráskild og eigur trý bern. Tey giftast og flyta inn í eini stór hús við øllum seks børnunum. Helen Probyn Hósdagin kl. 16.30: Tað sjeynda barnið Ensk sendirød í 6 pørtum. Cassie Palmer er tað sjeynda barnið hjá einari mammu, sum í sínari tíð var sjeynda barnið hjá sínum foreldrum. Gomul pátrúgv segði, at sjeynda barnið hevði serligar egin- leikar, og mamma Cassie er einki undan- tak. Men Cassie vil ikki ganga somu leið sum hon. Mrs. Palmer heldur, at framtíðin tykist depur. Hon væntar nógv av yngstu dóttrini, Cassie, sjeynda barni sínum. Men Cassie vil vera ein vanlig genta, og tað ætlar hon sær at vísa mammu síni.