leygardagur 19. januar 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða8 2 sosalurn KO 5
Signar Hansen byt
-|ikki I Føroyum
— tjóðveldismaðurin skrivar til Gorbatjov, at heimstaður hansara
er , Færøerne” , meðan sjålvt sambandsfólk skriva Føroyar
Nr. 13 — 19. januar 1991
BLS AR ØGE si
Nýggjan og bíligan bát til várið
Glastrevjabátar: 24' og 26' fót.
Nærri fæst at vita á tlf. 33576 og 32906
Vestplast
Tógvhandilin
v/ Tollak Petersen
386 Bøur - Tlf. 33576 - 32906
frå månadegi 21. jan., kl. 9.30
Tógvrestir av
ymiskum slag:
Alpaca tógv €
— umframt onnur góð til-
boð so sum nógv niður-
setta meturvøru og
broderípakkar
Tégvhandilin IGLOO
Landavegur 2 - Box 121 - 110 Tórshavn - Tlf. 152 64
Fyrsta vikuskiftið í hesum
mánaðinum var parla-
mentarisk ráðstevna um
samstarv í baltiskum sjó-
øki hildin í Helsinki
Ur Føroyum vóru um-
framt løgtingsskrivstovu-
stjóran Lisbeth L, Petersen
úr Sambandsflokkinum og
Signar Hansen úr Tjóð-
veldisflokkinum.
Samstundis meðan
ráðstevnan var, gjørdist
stødan í Litaviu sera
álvarslig, tá hermenn m.a.
tóku eina útvarpsstøð.
Hetta elvdi sjálvsagt til,
at luttakararnir samtyktu
at senda eina felags áheit-
an til sovjettiska forsetan
Michail Gorbatjov, har
heitt varð á hann um ikki
at brúka vald móti baltisku
londunum, men royna at
loysa trupulleikarnar har á
fridarligan hátt.
Bæði tey føroysku um-
bodini skrivaðu undir á
heitanina, men munur er á
teirra undirskriftum.
Meðan Lisbeth L. Peter-
sen hevur skrivað navn sítt
og navnið á landinum —
Føroyar, hevur Signar
Hansen skrivað Færøerne!
Um tað er ein villa í
hondskriftini hjá fyrrver-
andi landsstýrismanninum,
ella hann hevur skriva tað
av egnum vilja, er ikki
greitt í skrivandi stund.
Men løgid er, at tjóð-
veldismaðurin ikki dugir
at skriva navnið á sínum
egna heimlandið, tá sam-
bandsfólk uttan trupulleik-
ar kunnu finna útav tí.
Kanska eitt evni hjá
eykaflokstingi Tjóðveldis-
floksins at tikið upp á
eykaflokstinginum í dag,
nú tað kortini skal sníugva
seg um „endurmýgging“...
hj.
SOMRE
Framhald av síðu 1
resatuaratións-virksemið,
íroknað sølu av rús-
drekka. Tríggir persónar
er skuldsettir fyri brot á
rúsdrekkalógina og á
politiviðtgkurnar.
Eftir samráð við teir
skuldsettu góðtóku verj-
arnir rannsakaninar og
haldleggingarnar;
Christian Andreasen,
verji, kravdi kortini, at
ein bilur varð undantikin
haldleggingini. Hann
vísti til, at bilurin varð
keyptur, ådrenn Atlantic
Club varð stovnað og á
ongan hátt kundi setast í
samband við møguliga
ólógligt virksemi.
Antin — ella—
ikki bæði
BLADA I FELAG
Viðvíkjandi rúgvuni av
skjólum (fleiri sekkir),
ið hald varð lagt á,
góðtók verjin uppskotið
frá dómaranum: verjin
hyggur tey igjøgnum
saman við løgregluni til
tess at finna fram til,
hvgrji teirra eru mál-
inum viðkomandi.
ATTU HAVT
GOÐKENNING
AÐRENN
Verjin Christian Andr-
easen viðmerkti, at løg-
reglan átti at havt fingið
rættarúrskurð áðrenn
rannsakanina, tí einki
talaði fyri, at løgreglan
hevði mist nakað við at
gjørt tað.
ENDAMÁLIÐ
Akærin Magnus Møller
vísti á, at endamálið við
rannsakanini hevði for-
farist, um so var, at
løgreglan ikki kom á
stødini, meðan virksemi
fór fram sum vanligt.
Eftir at partarnir
høvdu gjørt síni sjónar-
mið galdandi í viðmerk-
ingum var steðgur, með
an dómarin gjørdi úr-
skurø.
URSKURDURIN
Í úrskurðinum varð sagt
- at út frá persónsam-
ansetingini í teimum
trimum feløgunum í Al-
bert Hall (P/f Albert
Mortensen, P/f Maxim
og Royal Club) og út frá
tí, sum varð sagt á
rættarfundinum og ti
sum løgreglan hevdi sæd
og staðfest á staðnum,
mátti tað metast at vera
grundaður illgruni um,
at talan var um óÓlógligt
virksemi í Albert Hall;
- úrskurðurin var tann
sami viðvíkjandi Atlant-
ic Club, tó við tí undan-
taki
- at rætturin góðtók
ikki, at hald varð lagt á
nevnda bil
- rætturin góðtók ikki,
at løgreglan kundi krevja
skjøl frå peningastovnum
áðrenn rætturin hevði
sæð tey
- at einki var at útseta
uppá løgregluna fyri
hennara framferð í mál-
inum.
Verjin hevði einki at
viðmerkja. Løgreglan og
ákærin hava sostatt
rættarinnar orð fyri, at
alt stórt sæð alt tað, ið
hald er lagt á, kann
havast í varðveitslu,
meðan málið verður
kannað víðari; ákærin tók
fyrivarni fyri kæru.
ówh