Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Uppilagstur hvalbingur: Skiparin ikki | skil á streymi --Smyril friggjakvøld. Hann endaði í Snørriduna, sigur hann Ov líuð skil á streymi var orsøkin til, at Smyril fekk skvampin út fyri Akra- leitið á veg til Suðuroyar friggjakvøldi Sambært streymyvir- litinum i Sosialin véru vestfallskyrrindir klokkan 21:15 friggjakvøldid. Tað vil siga, at hevði Smyril hildið seg longur úti á fjørdinum, so hevði verið slætt. Vindurin og streymurin gingu sama veg og vestfallið hevði ligið so mikið leingi, at tað munaði einki, sigur uppilagsti útróðrarmaðurin i Hvalba. Skiparin sigur vid Sosialin, at tað rak uppí ættina, tað er rætt. Tað var kolandi stormur hetta kveldið, og har Smyril var staddur rak uppí ættina. Landsynningur sunnan er eisini ringasta ætt í Suðuroyarfirði og tað er tøssut, tå hann rekur uppí ættina. Men Smyril hevði ikki fyri neyðini at halda seg so tætt við land, at hann kom uppí Snørridun, sigur hvalbingurin. --Tá vestfallið er hálv- runnið, vendur við land, tað fer at reka eystur frá Múlatanga og suður undir urðina Undir Stein. Enn er somikið av megi í vestfallinum, at aftur- undirgerðin, ella Snørridan, sum suðringar kalla hesa, ikki sleppur suður um Urðina undir steininum. Tá vestfallið er somikið linkað, nakað áðrenn kyrrindini, sleppur íðan suður um urðina og suður móti Akraleiti. Tá vestfallið er uppi fellur Snørridan saman við eystfallinum. Sostatt var fullkomiliga óneyðugt hjá Smyrli at koma í hesa íðu friggjakvøldid, sigur uppilagsti hvalbingurin. -Eg veit ikki um tað eru somu menn sum eru skiparar á Smyrli og Teistanum. Herfyri rendi Teistin við fullari ferð í Skálsabáruna. Rútar knústust og sjógvur kom heilt niður á bildekkið. Nakað síðan stevndi Smyril á Hovsfjørd heldur enn Trongisvågsfjørdur. Og nú renur Smyril seg í Snørriduna, sum ein streymkgnur maður als ikki hevði komið i. -Eg ivist um ein longur skal tora at ferðast við strandferðsluskipunum til Suðuroyar, sigur hann. --Men nú mugu tit á Smyrli ikki misskilja seg. Vit hava sæð Smyril verða førdan av monnum, sum ikki hava verið streymkgnir og tað langt undan tykkum, sigur hann. Annars hendi íkki stóri skaðin umborð á Smyrli friggjakvøldid. 0. Uppilagsti hvalbingurin ivast var alt ov nær landi, tá hann fekk skvampin seinasta i, um ein longur skal tora at sigla vid strandferðslu- skipunum til Suduroyar. Myndin er av Tvør- oyri. Ein råtur fér i ovaru salongini og nakað av sjógvi kom inn. Ongin av manningini ella ferðafólki fekk skaða. Tey komu í aðimum ki. 20.00 øllum Suduroyar. Kvinnuhúsfelagið Limafundur í KFUM 1. og 3. hóskveld í mán- góðum til jústinus Nr. 15 — 23. januar 1991 namibiskum sjógvi. ein teirra. Fyrrverandi Leikur er Blaðið "Eysturoyggin" Avdúkar Leirvíkstrolararnir í Namibia flóta og teir fáa nógvan fisk, men bert ingar Líka síðan undirritaði byrjaði at arbeiða á Sosialinum seinast í august 1990 hava nam- ibiatrolararnir staðið á listanum yvir evnum eg skal kanna. Ég trúgvi ikki, at eg nakrantíð fyrr havi roynt at fylgt eini søgu so væl upp, sum júst hesa um hvussu gongst føroysku trolarunum í Namibia. Tíggjutals samrøduroyndir eru gjørdar við reiðaríið, antin í Havn ella í Leirvík. Men so skjótt Namibia er nevnt, so klamsar hurðin. Onga viðmerking. Skriving um hetta mál skaðar, er tabu. Men nú kemur blaðið "Eysturoyggin" í fyrsta nummarinum í ár við avdúkingini. Leirvíkstrolararnir rok- fiska í namibiskum sjógv- i. Blaðið skrivar, at trol- ararnir seinastu túrarnar hava fingið millum 150.000-200.000 pund av "Hake"og túrarnir hava vart millum fimm og átta dagar. Prísurin liggur frá seks til níggju krónur fyri kiloið. "Eysturoyggin" tykist at hava havt somu trupu- yvirmennirnir eru fóroy- leikar sum Sosialurin við keldunum. Tað er íkki Osmund Justinussen sum úttalar seg, men ein dulnevndur yvirmadur. Men tad fløvar vid hesum livstekni. Yvirmadurin sigur, at orsøkin til at teir fyrst nå bera vid fisk er, at trolini ikki hava gingid sum tey eiga, og eisini, at teir nú royna á eini leið, sum hevur verið friðað í eitt heilt ár. Tað eru bert yvir- mennirnir, á føroysku trolarunum í Namibia, sum eru føroyskir. Restin av manningini er namibiarar. Sostatt sparir manningin hópin av peningi í hýrum. Ein namibiari fær bert umleið 3000 krónur um mánaðin. Namibisku myndu- leikarnir eru rættuliga strangir, tå talan er um at halda lég og skil å fiskivinnuøkinum. -Fiskurin hjå okkum verdur kannadur hvørja ferð vit landa fyri góðsku ' og stødd, og vit hava dømir um, at myndu- leikarnir ikki bert leggja hald á veiðu og reiðskap, men eisini á heili skip. jústinus