hósdagur 24. januar 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Abyrgdarblaðstjóri: Tórfinn Smith
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
RC UN
1 i < Í <
>
Bíaðfólk: Randi Jacobsen
Dagny Joensen - Olavur W. Høunesen
Hilmar Jan Hansen - Jústínus Eidesgaard
Pit Sosialurin
P/t Sosiaturin
Pit Pressan 1981
Utgevari
Uppseting
Prent
Bústaður: Argjavegi 26
Telefon:
Postadressa: Postsmogu 76
110 Tórshavn
14720
Argjum
11820 Teletax:
Bødilin
Saddam
Hussein
ENN einaferð hevur irakiski
leiðarin Saddam Hussein víst
sítt sanna andlit sum ein kald-
blóðugur drápsmaður. Gjára-
náttina trýsti hann á start-
knøttin á eina av sínum ra-
kettum við kós beint móti
teimum tættbygdu íbúðaum-
ráðunum í Tel Aviv í Ísrael.
Og nakað man hann hava
frøtt seg, tá altjóða pressan
kundi boða frá, at irakiska ra-
kettin hevði framt eitt satt
blóðbað millum tey óseku
sivilu. Meira enn 100 løstad
og 3 deyð. Hetta var úrslitið
av enn eini roynd hjá irakiska
diktatorinum at útsletta Ísra-
el.
VIT kunnu hava ymsar mein-
ingar um bæði ísraelar og
arabarar — um viðferðina
hesi geva hverjum øðrum.
Men tað kunnu ikki vera fleiri
meiningar um, at við hesum
seinasta álopinum á sivilfólk í
Ísrael, so er tað púra greitt, at
vit hava við eitt bølmenni —
ein bødil — at gera. Ein valds-
tystan diktator, sum — ikki
fyrst og fremst hevur søk
palestina i huganum — men
sum vil stóru hermegi síni
hevur eittans endamál, og
tað er at gerast diktator yvir
øllum muslimum og at strika
Ísrael av landakortinum.
EFTIR okkara hugsan er eing-
in ivi um, at tað bæði er rætt
og livsneydugt at steðga
bødlinum Saddam Hussein.
Líta vit at, hvussu hann nú í
mong ár hevur brúkt milliard
eftir milliard av krónum til at
byggja upp 4. størstu her-
megi í heiminum, so dugir
einhver at síggja, at vit her
hava við ein sera vandamikl-
an diktator at gera, sum í
longdini kann fara at gerast
eins vandamikil um ikki verri
enn bæði Hitler og Stalin.
Hann læt eina hálva millión
irakar gera sjálumorð og
N
hann drap eina hálva millión
iranar í einum fullkomiliga
høpisleysum kríggi. Hann
brúkti kemisk vápn móti sín-
um egnu borgarum, umframt
at hann hevur tikið lívið av
óteljandi irakarum, sum ikki
hugsaðu og gjørdu sum hann.
FÁUR Man ivast í, at varð
Saddam Hussein ikki steðg-
aður nú, antin við sanktión-
um ella við hermegi ella á
uppaftur annan hátt, so hevði
hann kjarnorkuvápn og
kanska heimsins sterkastu
hermegi um ikki so mong ár.
Hansara mál at gerast leiðari
fyri øllum muslimum hevði
ikki verið nóg mikið fyri
hann. Hann hevði ikki givist á
hondum fyrr enn hann hevði
lagt allan heimin undir seg —
kosta hvat tað vil. Tí eigur
hann at verða steðgaður nú.
MEN, tað, sum er sera hugs-
stoytt í øllum hesum er, at
tað júst eru vestanveldini í
eirindaleysu tráanini eftir pro-
fitti, sum hava ført krigsma-
skinu hansara. Tad eru lond
sum Ongland, Tyskland,
Frakland og onnur, sum hava
bygt upp hesa øgiligu her-
megi hansara. Ongantíð hev-
ur spurnartekin verið sett;
hvat hann skuldi brúka hetta
til. Vit hava bara hugsað um
okkara egna pengapung, og
hvat vit kundu fáa burtur úr
her og nú. Her hava politisku
leiðararnir í vesturheiminum
so sanniliga stóra ábyrgd. Ein
stóran part av hesum kunnu
vit takka tí sokallaða fría
initiativinum — tí sokallaða
fría marknaðarbúskapin, fyri,
har tað almenna ikki má hava
nakað sum helst eftirlit, men
har ídnaðurin — sum vit nú
sanna — er sloppin at fram-
leiða og selja uttan mun til
hvønn og til hvat. Nú rakna
vit við við kaldan dreym og
spyrja: hvor er tað, sum hevur
gjørt henda vandamikla bød-
ilin út við ollum hesum vápn-
unum! Fá kenna svarið, alt ov
fá, og tí er at vóna, at tað í
kjalarvørrinum á hesum
kriggi fer at verða gjørt upp,
Saddam
veruliga megnaði at gerast
ein av heimsins sterkastu
hvussu Hussein
monnum.
TAÐ er deprimerandi at
síggja, hvussu hesin sami
maður aftur og aftur tekur
teir stóru og sterku sameindu
á bóli. Vit spyrja, hvussu tað
ber til, at heimsins sterkastu
lond ikki hava tikið hædd fyri
hesum, hvussu tað ber til, at
tey — eftir at hava verið við til
at byggja út hermegina hjá
lrak — ikki hava tikið hetta
við í síni strategi, áðrenn tey
fóru undir mest umfevnandi
loftálopið í søguni — og sum
nú sambært nógvum eygleid-
arum kann enda við einum 6-
sigri!
SPURNINGARNIR eru nógvir
í hesum døgum. Vit kenna
bert fá av svarunum, meðan
tað tykist sum um irakiski
leidarin kennir tey øll. Vit
halda, at hann longu hevur
gjørt nóg nógv ringt, men vit
vita eisini, at hann enn ikki
hevur brúkt síni kemisku og
bakteriulogisku vápn, tey,
sum fara at drepa túsundtals
menniskju og loypa hvgkk á
allan heimin.
UPPGÁVAN hjá teimum
sameindu er torfør. Vit mugu
so bert vóna, at eisini teir
hava onkran trumfin í bak-
hondini, og at teir syrgja fyri,
at kríggið fær ein skjótan
enda, soleiðis at vit øll kunnu
gera okkum til at byggja upp
aftur tað, sum er oyðilagt, og
ikki minst, soleiðis at vit í
vesturheiminum kunnu royna
at byggja tær brýr, sum eru
so neyðugar millum mus-
limska heimin og Ísrael og
eisini Vesturheimin, um so er
at bæði ísraelar, palestinar og
arabarar í framtíðini kunnu
liva saman í sátt og semju.
Nógvir spurningar eru at
loysa, men ein tann týdning-
armesti í løtuni er at fáa bil-
bugt við bødilin Saddam
Hussein. Ongantíð ov skjótt.
Sosialurin