fríggjadagur 25. januar 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Grindalógin hroytast
Á grindafundinum í Havn týsdagin var breið semja um, at
broytingar í summum orðingum
Týsdagin hevði landstýrið
boðið øllum grindafor-
monnunum í landinum til
fundar á Fiskirannsóknar-
stovuni.
Eisini vóru sýslumenn-
inir við á fundinum, sum
var seinnapartin.
Á fundinum vóru fleiri
mål til umrødu, so sum
kanningarúrslit um grinda-
hval frá Náttúrugripasavn-
inum, møgulig skipan av
grindaformansskapi, sam-
band við Norðurlond um
hvalaspurningin og annað.
Broyta orðingar
„Millum annað gjøgnum-
gingu vit mannagongdina í
sambandi við nógv um-
redda grindadråpi í Har-
aldssundi," sigur fiski-
vinnustjórin í Tinganesi,
Kjartan Hoydal, við So-
stalin
Hann sigur, at menn
vilja hava tað gjørt meira
greitt, hvgnn myndugleika
grindaformenninir í veru-
leikanum hava:
„Millum annað er ynski
frammi um at fáa lýst nóg
væl, hvat hendir, tá grinda-
formaður gevur eini boð,
og tey ikki verða hildin."
Sum er tykist orðingin
hesum viðvíkjandi ikki
vera serliga greið í grinda-
lógini, so her verður uppá
tal at fáa gjørt ávísar
broytingar.
Koma til skiftis
Fundurin týsdagin kom
eisini ásamt um, at spring-
arar og hvessingar skulu
verða tiknir til skiftis.
Hetta hevur ikki verið
gjørt frammanundan, men
eisini á hesum økinum
tóktist fundurin vera á ein-
HF-provtøka
Sjålvlesandi og tey, id ætla at fara til
nýggja roynd (umroynd) í einari ella fleiri
lærugreinum á sumri 1991, skulu venda
sær til eina av HF-deildunum at fáa til-
meldingarblað.
Utfylt tilmeldingarblað og provtøkuupp-
gevingar saman við dóps- ella navna-
seðli skulu vera ávikavist HF-skeiðunum
í Hoydølum (ella Suðuroy) og Gøtu (ella
Klaksvík) í hendi í seinasta lagi fríggja-
dagin 15. februar 1991.
Landsskúlafyrisitingin
um máli um at fáa gjørt
broytingar.
Tað vil siga, at ætlanin
er í framtíðini, at springar-
ar og hevssingar skulu
verða skiftir, eins og gjørt
verður við grindina.
Imóti áganginum
Ein innbjóðing er komin
frá einum nýstovnaðum
norðurlendskum felags-
skapi — „Survival in the
high North” — sum er sett-
ur saman av fleiri nordur-
lendskum felagsskapi og
ødrum, 10 hava åhuga fyri
hvalaveidi.
Endamálið hjá hesum
felagsskapinum er at
mótarbeiða tí ágangi
umhvørvisfelagsskapir og
onnur fremja móti
hvalaveiðilondunum.
Hetta er ætlanin at gera
við tíðindaskrivum og
í grindalógini eru tiltrongdar
Grindafundurin týs-
dagin var væl mann-
aður. Fundurin sam-
tykti millum annað at
fara uppí felagsskap-
in „Survival in the
high North”, sum ar-
beiðir ímóti ágangi
frá umhvørvisfelags-
skapum og gørum.
Mynd: Kalmar
ymsari provførslu fyri, at
tað ikki er satt, sum felags-
skapimir føra fram.
Grindafundurin samtykti
at taka av innbjóðingini
frå „Survival in the high
North", og verður sostatt
við í arbeiðinum móti
áganginum.
hj.
Prógv
Herálvur Joensen á Skála
tók mikudagin prógv sum
løgfrødingur við lærda hå-
skúlan í Keypmannahavn.
KFUM í Havn
Opið hús verður í kveld frá
kl. 19 fyri gentur og dreing-
ir, sum eru 14 ára gomul og
eldri.
BILRØKT
Plåtu- og
Sproytuverkstadur
Ger bil fyri fólk
úr bygd og í bý
Pf. BILRØKT
v/ Símin í Dali
Akranesgøta 11 - Tlf. 15556
OKKARA GODSKA - TIN TRYGD
Nr. 17 — 25. Januar 1997
nr. 23 frå 14/1 1991 frå
Líkningarráð Føroya
um
innlatingarfreistir av sjålvuppgåvu
fyri 1990 fyri roknskaparskyldug
Við heimild í 8 105, 1. stk. i logtingslóg nr.
86 frá 1. september 1983 um landsskatt og
kommunuskatt við seinni broytingum áset-
ur Líkningarráð Føroya hesar freistir at
galda fyri at lata inn sjálvuppgávur fyri
1990 hjá persóniigum skattgjaldarum, sum
hava roknskaparskyldu.
Seinasta freist fyri at lata inn sjálvupp-
gåvu við roknskapi er treytað av fødingar-
degnum, og eru freistirnar hesar:
Fødingardagur: Innlatingardagur:
01.01 - 28.02 02. april 1991
01.03 - 30.04 01. mai 1991
01.05 - 30.06 01. juni 1991
01.07 - 31.08 01. juli 1991
01.09 - 31.12 15. august 1991
Kommunala líkningarvaldinum/líkningar
ráðnum er tó heimilað, tá ið serligar grund-
ir eru til tess, at longja freistina, sum nevnd
er omanfyri, í avmarkada tíð, tó ikki út um
15. august 1991. Kommunala líkningar-
valdinum/líkningarráðnum er somuleiðis
heimilað, tá ið serligar grundir eru til tess,
at longja freistina, sum er 1. juni 1991, at
lata sjálvuppgávu inn frá deyðsbúgvum,
feløgum, felagsskapum v.m., smbr. 8 1, 1.
stk. nr. 7-15 i skattalógini og sum hava
roknskaparskyldu, tå ikki ut um 15. august
1991. Treytin fyri, at freistin kann verða
longd, er, at skrivlig umsókn verður send
til kommunala líkningarvaldið/líkningar-
ráðið, áðrenn freistin er úti, og at sjálvupp-
gávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri
eldri ár eru innkomin til líkningarvaldið.
Frammanfyri nevnda freist er eisini gald-
andi fyri at lata inn ognaruppgerð pr. 31.
desember 1990.
Hjúnafelagar, har annar hevur skyldu at
føra roknskap, kunnu báðir lata inn samb.
teirri freist, sum er lýst í hesi kunngerð.
Hjúnafelagar, sum báðir hava skyldu at
føra roknskap, kunnu báðir lata inn samb.
teirri freist, sum er galdandi fyri tann
hjúnafelagan, ið hevur tann seinna føding-
ardagin.
Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera inn-
latin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi
síðsta innlatingardag er fingin líkningarráð-
num ella latin í postin. Sama er galdandi
viðvíkjandi roknskapi og ognaruppgerð.
Um fullfiggjad sjálvuppgáva yvir inntøku
er ikki latin inn rættstundis, eins og framm-
anfyri er ásett, verður farið fram sam-
svarandi reglunum i 8 104 í løgtingslég nr.
86 frá 1. september 1983 um landsskatt og
kommunuskatt við seinni broytingum.
Kommunala líkningarvaldið hevur sbrt. 8
103, 3. stk. í somu lóg heimild at áleggja
100 kr. í sekt um dagin, um roknskapar-
skyldug lata ikki roknskap og sjálvuppgávu
inn til ásetta tíð frá tí degi, at freistin er úti,
og til tilfarið kemur inn.
Henda kunngerð kemur í gildi beinan-
vegin.
Tórshavn, 14. januar 1991
Líkningarráð Føroya