leygardagur 26. januar 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Abyrgdarblaðstjóri
Fyritaksstjori: Krisjan Dahi
Tórfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
EET:
Blaðfólk: Randi Jacobsen
Dagny Joensen - Olavur W. Høgnesen
Utgevari
P/t Sosisturin
Uppseting: P/F Sosiaturin
P/f Pressan 1981
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard | Prent
Bústaður: Argjavegi 26
Argjum
Telefon: 11820
Fiskivinnan å
vegamóti
TAÐ er greitt, at fiskivinnan
er á einum vegamóti. Í fleiri år
hava vit — fiskifrødingar og
fiskimenn — dugað at sæð
hvønn veg tað bar. Og í nógv
ár hevur m.a. hetta blað víst
á, at vit mugu ganga nýggjar
leiðir og broyta mentalitet —
frá nøgd til góðsku.
SENDINGIN Føroyar í dag í
Útvarpinum týskveldið og
sendingin Fimmarin miku-
dagin vístu greitt og skilliga,
at nú má nakað gerast. Fyrr
hava vit hoyrt fiskifrødingar
víst á vandan, men nógvir
fiskimenn — kanska serliga
trolaramenn — hava talað í-
móti. Nú er vent í holuni. Allir
teir fiskimenn, sum ringdu til
frálíku sendingina Fimmarin
ásannaðu, at nú má nakað
gerast!
HVAT skal gerast eru menn
ikki samdir um. Eingin pa-
tentloysn finst, og einki er at
ivast í, at fleiri ymisk tiltøk
Á
NN
mugu setast í verk. Eitt er at
minka talið av fiskiskipum
við upphøgging. Eitt annað er
at hava natúrliga frágongd
við tað at skip fara av knór-
anum. Ein triðja loysn er av-
marking — kvotur, fiskidagar,
leiðir osfr. Tiltøk, sum allir av-
varðandi partar eiga at við-
gera, so flest øll sjónarmið
vinna frama.
HETTA fer at kosta í fyrstu at-
løgu og talið av fiskimonnum
verður í fyrstu atløgu kanska
minni, men sum frálíður, og
stovnarnir eru komnir fyri
seg aftur, skuldi verið nóg
mikið av »tjansum«, sam-
bært tí sum kom fram í Út
varpinum. Latið okkum vóna
tað. Og latið okkum eisini
vísa á tann meguieikan, at
fæst javnari býti millum trol
og línu/ snellu, ja, so eru eisini
fleiri arbeiðspláss í eygsjón.
Fleiri eru við og nógv eru tey,
sum siga, at góðskan á línu-
fiski er betri.
GÓÐSKA er hitt lyklaorðið.
Nógv hevur verið talað um
góðsku, ella dygd, og alt fleiri
ásanna, at neyðugt er at hava
eina framúr góða góðsku og
neyðugt er at tilvirka okkara
fisk og fiskavgrur í einum
ódálkaðum umhvørvi. Men
enn eru Føroyar ov skitnar í
krókunum, slóð ein fiskifrød-
ingur á Heilsufrødiligu Starvs-
stovuni fast í blaðgrein og í
Útvarpinum herfyri.
GÓÐSKA og góðsking. Orð
leitt av hinum orðinum. Nógv
er talað um góðsking, men
higartil hava royndirnar sum
heild verið trilvandi. Okkurt
virkið hevur tó gjørt nógv
burturúr. Men eisini í hesum
føri eru vit á einum vegamóti,
og landsstýrismaðurin í fiski-
ídnaði hevur boðað frá, at nú
má og skal okkurt henda á
hesum øki. Vit hava ikki meiri
fisk — ja, nøgdirnar verða
minni, og tí mugu vit fáa
meira burtur úr. Hetta var eitt
av høvudsevnunum hjá Javn-
aðarflokkinum í valstríðnum
— matvøruidnadur — og vit
seta okkara álit á, at her fer
nakað at henda, so fleiri fólk
fáa arbeiði og útflutningsvirð-
ið verður stórri.
F
mm sosigaley
Hasar
"typurnar"
Dagblaðið skrivar í odda-
grein í gjár um ávísar
"typur" av fólki:
Víst eru framtíðar-
vánir, har politiskt skil
er. Latum okkum enda
við einum ødrum broti úr
samgonguskjalinum um,
at "avtøka av bundnari
samansparing, brutto-
skattur og lækking i
marginalskatti = eru
grundað á afturhald í
lønarkrøvum. Brestur
hendan fortreyt, verður
spurningurin tikin til
politiska viðgerð av
nýggjum."
ivað brestur hendan
fortreyt, ti Ingeborg,
Erhard og Hildur typur
duga sær ikki hógv. So
Á
-
SY
verður bert ein ulvegur -
eisini hjá Javnaðinum:
Skatta- og lønarlækking
yvir ein kamb. Tá fyrst
verður aftur liviligt í
Føroyum. Vedda, um
Dagbladid ikki aftrur fær
rætt her.
Tad fyrikemur okkum
heldur ótespiligt, at
landsstýrisflokkur fer at
bólka fólk upp í "typur".
(Hetta er kortini áður
hent í verdaldarsøguni).
Hesar typur skulu nú
hava skyld í øllum
landsins ólukkum, makka
tey ikki rætt. Hetta
boðar ikki frá góðum, og
allarminst í samband við
samskifti millum lands-
stýrið og arbeiðsmark-
naðin. Eftir okkara tykki
er ein av høvudstreyt-
unum fyri, at lands-
stýrinum skal vera
gjørligt at fremja ein
| 67 Á EMEA
N
skilagóðan politikk, er at
hetta samskifti er í lagi,
og at åvisir: samfelags-
bólkar ikki framman-
undan verða kolldømdir.
Sensurur
Oyggjatíðindi skrivar í
fyrstusíðu grein í gjár:
Politisku fjølmiðlarnir
hava fingið greið boð um
ikki at spyrja samgongu-
limirnar ov nær, og slett
ikki at viðgera trupul-
leikar í samfelagnum.
Hetta kann ørkymla før-
oyingin, ljóðar í Tinga-
nesi.
Og tá Sjónvarp Føroya
hevði viðgjórt skatta-
lógaruppskotið, sum
klárt vísti, at her var
talan um at hjálpa
teimum ríku, tá fekk
sjónvarpsstjórin átalu
alment frá
limum.
samgongu-
Sosialurin kennir ikki til
nøkur tílík harraboð úr
Tinganesi. Tílík boð
høvdu heldur einki
hjálpt. Vit fara, eins og
vit eru von, at royna at
fylgja væl við. Eisini á
politiska vígvellinum.
Og uttan mun til hver
kemur við hvgrjum upp-
skotinum og uttan mun
til um tey eru "populer"
ella ikki.
Er tað so, at nakar
samgongumaður roynir at
geva sjónvarpinum munn-
kurv, er bert at vóna, at
sjónvarpsmanningin er
nóg sterk at standa ímóti
og ikki lata seg kúga av
erkvisnum politiskum
smokkuleggum. Hóast
ein fjølmidil er almennur
eigur orðið at vera frítt.
Áhoyrar
Oynsktir
Sum vælskiljandi er,
eru áhoyrarnir fáir tå
býráðið í Havn heldur
fund. Okkurt blað-
fólkið og kanska
onkur kommunalur
embætismaður. Men
tá okkurt mál, sum
hevur serligan áhuga
er ul viðgerðar,
kemur meira enn so
fyri, at nøkur, sum å
ein ellan hått hava
áhuga fyri júst hesum
málinum, sita á
áhoyrarasessunum.
At havnafólk hava
áhuga í teimum av-
gerðum, sum koma at
hava ávirkan á tey
sjálvi, er ikki so
logið.
A býráðsfundinum
hóskvgldið var mál til
viðgerðar viðvíkjandi
barnagórðum í Havn.
Hetta var almanna-
kunngjørt framm-
anundan og ti høvdu
Postadressa: Postsmogu 76
110 Tórshavn
Telefax: 19720
nøkur få, sum” høvdu
serligan åhuga fyri
hesum vidurskiftum,
leita sær oman i
gamla
meinihgheitshúsið á
Vaglinum.
Hetta kom ikki væl
við hjá gllum bý-
ráðslimum. Ein av
samgongumonnunum,
kundi ikki bara sær
fyri at undrast á at
áhoyrarar vóru til
staðar og helt fyri, at
onkur "man hava
rikið".
Sambært lóg skulu
býráðsfundir vera fyri
opnum hurðum. Hetta
fyri at fólk kunnu
fylgja við hvat
fyriferst í býráðnum,
og er tað tí átaluvert,
at býráðslimir á
tílíkan hótt roynir at
styggja fólk burtur.
Helst ikki uttan
orsgk, tí er eingin ið
lurtar, ber betur til at
"handla" sum einum
lystir.
Í
i
Í
|
Í
|
i