Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

nå" r % 0 él Síða 14 Roynds Kolasøla Noydist at bróta minni kol Nr. 20 — 30. januar 1991 Vit nøkta akkuråt føroyska tørvin við verandi manning. Nú mugu vit minka um tímatalið, sigur Johs. Holm Jacobsen, stjóri á kolasøluni. Einastu námsarbeiðarar i Føroyum fáa eisini spariknívin at kenna. Kolanámini í Rókhaga í Hvalba koma ikki at nøkta føroyska tørvin av koli i år. Hetta kemst ikki av, at kolid er uppi, men at jåttanin frå landinum er skerd frå 600.000 krónum niður i 500.000 krónur. —Hetta ger, at vit hava ikki nóg mikið av peningi til at rinda arbeidsløn og ti mugu vit antin siga fólki upp, ella seta arbeiðstiðina niður, sigur Johs. Holm Jacobsen --Hetta er sera stórt spell. Vit bróta umleið 350 tons um árið. Hetta er júst tørvurin hjá før- oyingum. Skulu vit arbeiða minni, ella siga fólki upp, so klára vit ikki at bróta hesa nøgd og tað vil aftur siga, at neyðugt verður at innflyta kol, sigur hann. -Eg dugi ikki rættu- liga at skilja, hví vit eru skornir niður við 100.000 krónum. Vit hava nú í fleiri ár fingið játtað eina millión á fíggjarlógini og vit hava ongantíð nýtt meir enn 5-600.000 krón- ur. Á kontoini "kola- grevstur" má vera pen- ingur til avlops, sigur hann. HOLI Á ARGJUM uml. 62 fermetrar til støddar við inn- gongd av Argjavegnum — til leigu frá 1. jan. 1991. Hølini eru væl hóskandi til skrivstovu, handil, goymslu ella annað vinnuligt endamál. Tif. 11820 ALT LANDID Tad eru langt frå øll føroysk húsarhgld, sum hava midstøduhita. Vit lata kol ul alt landið, til Mikines, Vág- anar, Svínoy, Kallsoy og vit lata nógv til Sand- oynna. Tað eru framvegis eldri fólk sum nýta kol. Og tað er spell, at vit noyðast at innflyta eina råvøru, sum vit eiga tøka í landinum, sigur hann. --Eg haldi, at land- stýrið eigur at minnast til, at í kolanáminum arbeiða í meðal 10 manns alt árið. Landið fær játtanina ruddi- liga innaftur í skatti, sigur hann. TRUPULT ARBEIÐI Tað eru truplar um- stødur hvalbingarnir ar- beiða undir í kolanám- unum. --Lindin hellur í ein landnyrðing og vit hava trupuleikar við vatni, tá regnveður er av útsynn- ingi. Einasta broytingin í útgerðini seinastu mongu árini er, at vit hava fingið ein kompressara, so nú verður kolið brotið við lufthamri, sigur Johs. 10 arbeiðspláss eru í Kolanám- inum í Hvalba. Arbeidsumstødur nar eru truplar. Holm Jacobsen. --Kolanámsmennirnir fáa eitt sindur hægri løn enn vanlig tímalgn. Men arbeiði er heldur íkki vandaleyst, sigur hann. 12.000 TONS Fyrr var lív í kolagrevstrinum í Hvalba. Men i seinnu helvt av fimtiårunum fór virksemi at minka. Oljan vann á kolinum í Føroyum. --Vit brutu 12.000 tons okkurt árið og alt varð selt í Føroyum. Tá arbeiddu vit í Prestfjalli, men har eru vit ikki longur, sigur hann. Er einki kol eftir í Prestfjalli? --Jú har er kol, men tað krevst iløgur fyri at koma til tað, sigur hann. jústinus “:1958828 ú Jóhan Ziskasson: Vaktarskipini verða løgd í summar -Vit hava hann Í summar verður góða lív hjá føroysku fiskimonn- unum. Teir kunnu royna hvar teir vilja, ti mann- ingarnar å føroysku vakt- arskipunum skulu jå sum øll onnur hava summarfri og Vaktar og Bjarg- ingartænastan hevur ikki råd til at útvega avloys- arar. -Eg dugi ikki at síggja nakra aðra loysn, enn at vit mugu leggja skipini í summar, sigur Jóhan Ziskasson, stjóri á Vaktar og Bjargingartænastuni. Í fíggjarlógaruppskot- inum, sum landstýrið hevur lagt fyri tingið eru avsettar 16.579.000 krón- ur. --Ein stórur partur av útreiðslunum hjá vaktar og bjargingartæmastuni eru lønir, og við verandi játtan dugi eg ikki at síggja annan møguleika enn at leggja skipini í summar, sigur Jóhan Ziskasson frítíðaravloysarar, halda fíggjarjáttanina, íkki ráð til skulu vit sigur Í fíggjarlógaruppskot- inum hjá undanfarna land- stýrinum skuldi vaktar og bjargingartænastan spar 1,2 milliónir. Nú hevur tænastan fingið játta? 466.000 krónur meir, mel hetta er ikki nógmikið. Vit skrivaðu 6. sep tember í fjór um frá- boðaðu sparingarnar hjé Vaktar og Bjargingar tænastuni, tá segði J6hal Ziskasson millum annað: -Eg haldi, at tað e løgid, at skerja fíggjar ætlan stovnsins, sam: stundis sum vit fáa álag! stórri uppgávur, sigur hann Tað eydnaðist okkum ikki at fáa hendur á fiskimálaráðharranum, John Petersen, áðrenn blaðið fór til prentingar. Hann var staddur á land- stýrisfundi. jústinus