hósdagur 31. januar 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Gera Skúlan
til vøggustovu
Tórshavnar byråd fer í næstum at hava fund um
ætlanina at innrætta "Brúna skúla" i F. Peter-
sensgøtu til vøggustovu
Brúna skúla ætlar Torshavnar byråd at innrætta sum vøggustovu til 60 børn
Bíðilisun at fáa børn i
vøggustovu í Havn er lang-
ur. Umleið 250 børn standa
—————oce—Wi
Bara
Poul
Veit
Eftir øllum at dóma arbeiðir
Poul Michelsen, býráðs-
formaður í Havn, einsa-
mallur við at kalla øllum
býráðsmálum.
- Eg veit einki um ætl-
anina, segði Lisbeth L. Pet-
ersen, tá hon varð spurd um
ætlanina at innrætta Brúna
skúla sum vøggustovu.
Lisbeth L. Petersen er
annars varabýráðsforkvinn-
a og forkvinna í sosialu
nevnd. Hon visti at siga, at
try-mannanevndin hjå
býráðnum hevur arbeitt vid
málinum. Hon hevur sitið í
hesi nevnd alla tíðina, men
málið fór úr býráðnum,
áðrenn hon í seinastu viku
tók við sum forkvinna í hesi
nevndini. Mest Poul Mich-
elsen hevði havt við málið at
gjørt, sigur Lisbeth L.
Petersen.
á tí bíðlistanum. Tí heldur
Tórshavnar býráð tað vera
neyðugt at fáa eina vøggu-
stovu aftrat, sjálvt um spar-
ast skal á øllum økjum.
Fyri á leið einum ári síðan
søkti býráðið landsstýrið
um loyvi atinnrætta skúlan í
Fr. Petersensgøtu, Brúni
skúli vanliga nevndur, til
vøggustovu. Tað er ikki
brúk fyri skúlanum sum
skúla, nú Venjingarskúlin er
útbygdur.
Enn er kortini ikki greitt,
um býráðið fær hetta loyvi. I
viðmnerkingunum til lang-
tíðarfíggjarætlanina hjá bý-
ráðnum sigur Poul Mich-
elsen, at nýggj vøggustova
til 60 børn kemur skjótt.
Býráðið hevur sett pengar
av til at umbyggja skúlan.
Arbeiðið er mett at kosta 4 „5
mió. krórur, men tað kann
Oivad gerast fyri færri peng-
ar, sjálvt um húsið má hava
nýtt tak, heldur Poul Mich-
elsen.
Hann hevur biðið um fund
við landsstýrið og ótolnast
eftr svari.
Tað er tó ikki landsstýrið,
sum hevur ligið á umsókn-
im.
- Eg havi nýliga fingið
umsóknina, men stundir
hava ikki verið at vidgjørt
hana, tí vit hava arbeitt við
fíggjarlógini, sigur Jóannes
Eidesgaard, landsstýris-
maður í almannamálum.
Fundurin millum lands-
stýrið og býráðið bíðar nú
ikkieftir landsstyrinum.
I
Jóannes Eidesgaard sigur, at
hann hevur eisini biðið um
fund við býráðið um peda-
gogmálið, men tann fund-
urin kann ikki vera enn, tí
Poul Michelsen er uttan-
lands, og hann verður ikki
heima aftur, fyrr enn næsta
vika er úti. So leingi bý-
ráðsformaðurin er burtur-
staddur, verður eingin av-
gerð tikin í býráðnum.
Umsóknin hjá býráðnum
hevur verið til ummælis hjá
brunamyrdugleikum og hjá
Almannastovuni. Almann-
astovan hevur avgreitt mál-
ið og hevur sent landsstýr-
inum sítt tilmæli.
Almannastovan heldur
tað vera gott hugskot at inn-
rætta skúlan sum vøggu-
stovu, men stovnurin ger
vart við, at pengar ikki eru á
fíggjarætlanini til ein stovn
aftrat.
Jóannes Eidesgaard dugir
ikki at siga, hvaðani pengar
skulu fáast, um landsstýrið
jåttar umsóknini. Pengamir
flóta ikki júst yvir i lands-
randi
Nr. 21 — 31. januar 1991
Gjald fyri bruk
Summar tænastur, sum nú verða fíggjaðar
burturav um skattin, áttu fólk sjálv at goldið
fyri, heldur býráðsformaðurin i Havn
Tað kostar at fara í svimji-
høllina at svimja. Tað
kostar at koyra við Buss-
leiðini. Men vatnið frá
kommunala vatnverkinum
er ókeypis, eins og aðrar
tænastur, kommunan veit-
ir eru Ókeypis.
Spurningin um at gjala
fyri at brúka kommunalar
tænastur, nemir Poul
Michelsen, býráðsfor-
maður í Havn, við í við-
merkingum sínum til lang-
tíðarfíggjarætlanina hjá
kommununi. Kommunan
skal spara, og í ávísum
førum er hb. úkaragjald tik-
ið inn í myndina, skrivar
hann.
Har sipar hann til, at
gjaldid fyri at svimja og
fyri at koyra vid Buss-
leiðini er hækkað. Poul
Michelsenkundi tó hugsað
sær, at fólk skuldu rinndað
fyri aðrar tænastur, sum nú
eru Ókeypis.
- At havt vatn- og
kloakkgjald hevði neyvan
loyst seg, tí tað eru tæn-
astur, sum gll hava brúk
fyri. Tær tænasturnar
kunnu tí líka væl fíggjast
við skatti, men tað er ymist
annað, fólk kundu goldið
fyri, sigur Poul Michelsen.
Tosað hevur verið um í
býráðnum at fingið td.
parkometur, t.v.s., at fólk
skuldu rindað fyri at sett
bilin frá sær í býnum.
Onkur smæri arbeiði, t.d.
at gjørt kantar á gongu-
breytum, sum kommunu-
menn nú gera, kundi verið
boðið út, og fólk rindaðu
fyri tað.
At krevja gjald fyri at
hetta ikki loysir seg, ú
umsitingin er so stór.
Ein møguleiki kundi
verið, heldur hann, at for-
eldurrindaðu stórri gjald
fyri at fáa børn síni ansað á
dagstovnum, tá foreldur
seta stór krøv til stovnin.
Landið og kommunan
kundu latið fasta upphædd,
men eru krøvini so stór, at
raksturin verður dýrari,
áttu foreldrini at goldið
eykakostnaðin.
Tórshavnar býráð hevur
eisini verið inni á, at gjald
skal leggjast á skúlabýkur.
Næmingamir gjalda fyri
nú fyri hefti, ið bert verða
brúkt eina ferð. Hetta hev-
ur Landsskúlafyrisitingin
ikki tikið væl upp, tí hon
sigur tað stríða móti lógini,
læna bøkur á bókasavnin- at alt undirvísingartilfari
um, hevur býráðsformað- Skal vera ókeyis.
urin ongar ætlanir um, tí
royndir aðrastaðni vísa, at
Frá Norðoya
Javnaðarfelag
NORÐINGAR
Ársaðalfundurin
verður í
Róðrarneystinum
mánakveldið 4.2., kl. 19.30
Skrá samb. lógini
Vilhelm Johannesen greiðir frá skatta-
broytingunum. Tummas Arabo talar um
ídnaðarmál og Óli Heinesen og Allan Ja-
cobsen greiða frá býráðsarbeiðinum.
Øll eru vælkomin og nýggir limir kunnu
tekna seg.
Norðoya Javnaðarfelag
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
hevur ársaðalfund í felagshølunum á Argjum måna-
kveldið 4. februar kl. 19.30
Skrá samb. lógina
UT ——2 2
Q Vendelbo
| Marmuláta 1 kg
Í Best og bíligast og í
fittari leikuspann til
bernini.
í
Í
i
í
I
H
I
L
me I
Nevndin