Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 — 1. februar 1991 Síða 7 Skipasmiðjan setir svianum harðar treytir: Jonsson skal taka seg burturúr projektinum Annars fer Suðuroyar Skipasmiðja ikki at arbeiða víðari við hesum projekt- inum, sum er vorðið fyrireikað síðstu átta mánaðirnar Avdúkingarnar um tað, ið Rolf Jonsson hevur havt við at gera i Svør- íki, eru komnar dátt við, hjá føroyingunum, ið hava nakað við projektið at gera. Johan Dahl, stjóri á skipasmiðjuni í Vági, sigur, at skipasmiðjan hevur lagt nýggjar og harðar treytir við mót- vegis Florida-felagnum Western Shipping: ANTIN ELLA - Eg havi gjørt tað fullkomuliga greitt, at vit halda ikki fram við projektinum, um so verður, at Rolf Jonsson er við í tí, upplýsir Johau Dahl úr Keyp- mannahavn. Hetta hevur hann sagt við Rolf Jonsson í telefonini fyrradagin og við amerikanararnar, sum eru uppií amerikanska felagnum. Hann skal taka seg burturúr í minsta lagi so leingi viðurskift hansara í Svgríki ikki eru avgreidd. JONSSON I MINNILUTA Skipasmiðjustjórin sigur, at so leingi hesi viður- skifti ikki eru avgreidd, so kann tað skaða áhuga- málini hjá hinum, sum eru uppii. Jonsson hótti í tele- fonini við at steðga Øll- um projektinum uppá standandi fót, um so varð, at vit skrivaðu meira. Kann hann tað? - Nei, tað kann hann ikki, upplysirJéhan. Jonsson eigur bert 10-11 % í Western Shipping, meðan tveir ella tríggir amerikanarar eiga 81 %; restina - smá 10 % eiga aðrir sviar. SVAR SKJÓTAST Johan sigur, at hann hevur kravt, at hinir ella aðrir amerikanarar yvir- taka tey 10-11 % hjá Jonsson í projektinum. Hann roknaði við at fáa svar úr USA í gjár ella í dag. - Verður svarið nokt- andi, so fara vit ikki undir tað, hóast tað verður stórur missur fyri skipasmiðjuna og Suður- oynna sum heild, sigur Johan Dahl at enda. ówh Jóhan Dahl, stjóri á skipasmiðjuni: - Vit halda ikki fram við projekt- inum, um so verð- ur, at Jonsson verður verandi partur av tí Rolf Jonsson: Eg steðgi øllum projektinum! - Eg eri móður og, troyttur av hesi forfylg- ingini, sigur Jonsson. Hann fer at stevna Sosialinum fyri at seta seg í ringt ljós uttan grund. - Og eg fari beint nú at senda eitt telefax til eftir, um heldur fram. skrivingin skipskredittgrunnin og X avblåsa alt projektið. - Eg klári meg uttan hesi skipipni, tað gera føroyingar ikki, Jonsson, ið leggur aftrat, at sjálvur fær hann einki: burturúr: - Hetta er eina og aleina av berari vælvild ímóti føroyingum. Tá vit halda, at tað má vera okkurt um skuld- setingarnar, tá hann fer at lata vágbingar bløda fyri tað, sum eitt blað hevur skrivað, blíðkast hann nakað og sigur, at hann kanska fer at bíða sigur Viðm.: Hendan greinin skuldi havt verið í blaðnum í gjár, men mátti fara út orsakað av plásstroti. Greinin bygg- ir á samrødu vid Rolf Jonsson týsdagin klokkan 17.00. - somu samrødu, ið greinin >Einki uppá seg« er grundað á. ówh Svenska pressan Tit vita meir Svenski vit åkærin Kristin Waern sigur nú einki meir um málið fyrr enn 8. februar Svenska blaðið NWT, Nya Warmlands Tidning- en, endurgevur Sosialin í gjár í samband við av- dúkanina av Rolf Jonsson. Sosialurin veit meir enn svenska pressan. NWT skrivar, at Jons- son hevur sagt við Sosi- alin, at hann er reinsaður av svenska ákæranum Krister Waern. Seinnapartin mikudag- in segði Krister Waern við NWT: "Hetta havi eg ongantíð sagt. Kanningar- nar halda fram. Hann er framvegis undir illgruna." Krister Waern sigur, at hann herfyri segði við eitt blað, at enn var ikki grundarlag fyri at fáa Jonsson útflýggjaðan úr USA. Tað er tað fram- vegis ikki. Jonsson er undir ill- gruna fyri at hava tómt tiggju feløg fyri 49 milli- ónir svenskar krónur. Hann skyldar sostatt svenska statinum 24,5 milliónir í skatti. Ein hgegtstandandi svenskur embætismaður hevur sagt fyri Sosi- alinum, at Jonsson skyldar svenska statinum millum 65-80 milliónir svenskar krónur umframt aðra skuld í Svøriki. Hetta hevur svensku pressuni ikki eydnast at fáa upplýst og tí verður Sosialurin í hesum døgum uppringdur av sveuskum journalist- um. jústinus - Tit fáa ongan sáttmála Síðani í heyst hevur Sosialurin roynt at fingið hendur á sátt- málanum, sum Suð- uroyar Skipasmiðja hevur gjørt við P/f Western Shipping. Niklas Magnus- sen, sum er rådgevi í projektinum, sigur, at hann hevur ikki hug at lata tað á hondum, - hevur ikki heimild ul tessa og hevur einki eintak liggandi heldur. Jóhan Dahl, stjóri á skipasmiðjuni, sig- ur, at vit fáa ikki sáttmálan. Vit hava einki við hann at gera, heldur hann, og sigur, at vit kunnu royna hjá eigarunum. Annars upplýsir Jóhan, at upplýsing- arnar, vit hava givið um stuðulin til pro- jektið, ikki eru heilt beinar. Rentustuðulin. Skipini hava fingið 14 miljónir hvert, og tað fáa øll skip, sum verða bygd í Føroyum, sama um tey eru føroysk ella útlendsk. T.v.s., at flagga bingjuskipini út úr føroysku skrá- setingin, so skulu tey ikki gjalda nakið aftur av hesum stuðli. Stuðulslánið. Skipini hava 10 milj- ónir hvert í studuls- lánið. Treytin fyri at fáa stuðulslán er, at skip, sum fáa hesi lán, eru skrásett í Føroyum. T.v.s., at flagga bingjuskipini út, so skulu stuðuls- lánini gjaldast aftur fult og heilt (ella trygd veitast fyri teimum), sama nær skipini flagga út. ówh PS. Jóhan Dahl er stjóri á Suðuroyar Skipasmiðju. Hann er ikki stjóri í PIf Western Shipping, sum vit skrivaðu í gjár. ówh