Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12. kunning frá EF-arbeiðsbólkinum Føroyar og EF I hesi kunning fara vit at lysa okkara vidurskifti vid EF higartil og i næstu kunning verður kunnað um, hverjar skipanir við EF, ið kunnu hugsast. Okkara viðurskifti við EF higartil Í upptekusáttmálanum millum Danmarkar og EF eru Feroyar hildnar uttan fyri Rómarsáttmálan. Tó kundi danska stjórnin í einum trý ára skeiði boða EF frá, um danski lima- skapurin skuldi fevna um Føroyar. Í aðrar mátar skuldi EF-ráðið taka steðu til. hvussu teir trup- ulleikar, ið fóru at stand- ast av, at Føroyar vóru verandi uttanfyri, skuldu loysast Aftan å at løgtingid i januar 1974 hevði sam- tykt, at Føroyar skuldu haldast uttan fyri EF, vórðu samrådingar millum donsku stjórnina og EF um eina handilsskipan, ið varð sett í verk 1. sep- tember í 1974. Hendan handilsskipanin — EF-fyriskipan nr. 2051/74 — gav Feroyum 80% í tolllætta fyri allar ídnaðarverur og ávísar viðgjerdar fiskaverur í tí upprunaliga EF (»teimum seks«). Føroyar varåveittu EFTA-tollfrælsid i Bret- landi. Tad vanliga toll- frælsið fyri okkara út- flutning til Danmarkar varð soleiðis varðveitt, tó við teirri treyt, at verur- nar ikki tollfrítt kundu fara víðari í EF. Seinni hevur EF av sínum ein- tingum tikið av tey eftir- verandi 20 prosentini av ídnaðartollinum, men ikki tollin av fiskaverum. Tá ið okkara fiskimark varð flutt út á 200 fjórð- ingar í 1977, gjørdu danska stjórnin og Feroya landsstýri hin 15. mars 1977 eina rammuavtalu við EF um sínámillum fiskiveiðu. Hesin rammu- sáttmáli líkist teimum rammusáttmálum, ið EF hevur gjert við onnur triðjalond. Feroyar (Danmark) hava ongar aðrar avtalur við EF enn handils- og fiskiveiðuavtalurnar. Sum áður greitt frá eru føroy- ingar, t.e. danskir ríkis- borgarar, ið búgva í Fer- oyum, ikki EF-borgarar, men tað hevur higartil ikki havt so stórar trupul- leikar við sær, at tað frá okkara siðu hevur havt å- huga at taka samráðingar upp við EF um t.d. frælsi at flyta arbeiðsmegi ella at stovna virki. Feroyingar kunnu ikki fáa fíggjarstuðul úr EF- grunnum. Hetta er bert meguligt við limaskapi ella við eini associerings- skipan. Lond, sum ikki eru limir, kunnu í ávísum feri fáa lån úr Europeiska I- løgubankanum. Sum partur i danska kongarikinum eru Føroyar fevndar av ti uttanrikispo- litiska samstarvi, sum fer fram innan europeiskt po- litiskt samstarv (EPS). Av ti at vit eru partur i danska gjaldoyraøkinum, rakar alt gjaldoyrasam- starv millum EF-lond eis- ini okkum. EF-reglur innan mål, ið ikki eru yvirtikin sum fer- oysk sermál, kunnu setast í verk í Feroyum eftir somu mannagongd sum ríkislógir, t.e. at tær verða lagdar fyri logtingið. Ymsir sambands- møguleikar við EF Lond og oyggjar, ið eru knýtt at EF-limalondum, hava sera ymisk sambond við EF. Tey fronsku amtini handan hav (D.O.M.) eru fevnd av Rómar-sáttmál- anum, men í ávísum feri kann víkjast frá sáttmál- anum. Teirra steða hevur stutt síðani verið endur- skoðað. Soleiðis eru tey vanligu innflutningsgjeld- ini loyst av av innanhýsis gjøldum, ið ikki gera mannamun, tó ber til at gera ávís undantaksloyvi fyri innlendskar verur. Oyggin Man og Erma- sundsoyggjarnar eru sam- bært upptøkusåttmålan- um hjå Bretlandi sum heild ikki fevndar av Romarsåttmålanum, men eru tó vid i tollsamgong- uni. Kanariaoyggjarnar og tey sponsku hjálondini í Marokku, Ceuta og Me- lilla, eru eftir spanska upptekusáttmálanum undir Rómar-sáttmálan- um, men eru uttan fyri tollsamgonguna, landbún- aðarpolitikkin og fiski- vinnupolitikkin (tó við undantøkum). Madeira og Asorurnar standa eisini undir sáttmálanum og hava ikki stórvegis av undantaksskipanum. Fleiri hjálond og oyggj- ar handan hav hava sam- bært Rómarsáttmálanum eina sonevnda OLT-skip- an (Overseiske Lande og Territorier), sum gevur einvegis tollsemdir, ser- liga fyri ídnaðarverur, og somuleiðis fíggjarstuðul frá EF. Grenland hevur síðan 1985 verið undir OLT-skipanini. Føroyar kunnu ikki fåa OLT-stødu, ti eftir grein 131 í Rómarsáttmálanum er hon bert galdandi fyri lond uttanfyri Europa. EF hevur fríhandilssátt- mála við EFT A-londini. Við nekur onnur lond, serliga við Miðjarðarhav- ið, t.d. Turkaland, Malta, Kypross, hevur EF eina associeringsskipan, sum umframt fríhandil eisini gevur arbeiðsmegini hjá báðum pertum frítt at fara, rættindi at seta virki á stovn og frælsi at flyta kapital. Ein associerings- skipan miðar vanliga móti limaskapi í EF. Grikka- land hevði t.d. eina slíka associeringsskipan (frá 1962), áðrenn tað gjørdist limur í 1981. Fríhandilsavtalurnar t.d. við EFTA-londini snúgva seg i høvudsheit- um bert um idnadarvørur, men av ti at fiskaútflutn- ingurin hevur so stóran týdning fyri bæði Ísland og Noreg, so hava hesi londini tó fingið ávísar tollsemdir á fiskivinnuøk- inum. Sum nevnt í 1. kunning stavar okkara handils- skipan við EF frá 1. au- gust 1974 og snýr seg ein- ans um tollgjeld. Henda handilsskipan er ein EF- ráðsfyriskipan og kann bert broytast av EF-ráð- num. Við legtingslóg vórðu innflutningsgjeldini lækkað 40% á ávísum grenmetisúrdráttum við uppruna í EF. Okkara handilsskipan við EF minnir mest um fríhandilsavtaluna hjá EF við Ísland og Noreg, men hon hevur ikki krevini, sum hesi londini hava um sínámillum tollfrælsi. Okkara skipan . higartil Yvirhøvur hava vit verið nøgd vid ta skipan, vit fingu vid EF i 1974. Vit sluppu bædi undan vans- unum við limaskapi, t.d. á fiskivinnugkinum, og fyri ein stóran part eisini und- an vansunum við at standa uttanfyri. Vit hava t.d. kunnað keypt landbúnaðarveruúr fyri heimsmarknaðarprís frá EF og kunnað útflutt tær flestu fiskaverurnar tollfríar (ella við niðursett- um tolli) til EF. Men sum frá líður halda vit tó, at veruúrvalið í 1974-skipan- ini er ov lítið. - Tað, at vit eru sloppin at Nr. 22 — 1. februar 1997 hava toll, ið verjir okkara handverk, ídnað og land- búnað, varð hildið at vera ein fyrimunur og somu- leiðis tað, at eingin hevur lagt seg upp í okkara stuð- ulspolitikk til fiskivinn- una. Men nú eru tað hin- vegin eisini fleiri foroying- ar, sum vísa á tær óhepnu avleiðingar, ið stuðulin og verjan hava á okkara sam- felagsbúskap, og sum tí ikki hava nakað ímóti, at skyldur úteftir elva til, at tey verða tikin av. Um okkara innflutn- ingsgjeld kann annars við- merkjast, at tey ikki eru heilt í samsvar við regl- urnar hjá altjóða toll- og handilssamgonguni GATT (General Agree- ments on Tariffs and Trade). Sum kunnigt komu boð frá EF-nevndini í 1988, at teir vildu hava 1974-avtal- una endurskoðaða. Niður- steðan hjá landsstýrinum og legtingsins marknaðar- nevnd er, at tað sum best hóvar føroyska samfelag- num er ein full fríhandils- skipan, har allar foroyskar verur uttan forðingar av nekrum slag kunnu verða seldar í EF, og sjálvandi afturfyri, eiga so allar verur úr EF at kunna selj- ast uttan forðingar í Fer- oyum. Seinastu tvey árini hevur danska stjórnin saman við Feroya Lands- stýri samráðst við EF um eina fríhandilsskipan, men striltið hevur gingist, og foroyingar hava als ikki kunnað góðtikið tey til- boð, sum higartil eru kom- in frá EF. Heimild: Árni Olafsson ——T———n————mu Frá Skúlabókagrunninum »Risin sum rokk um allan heima og „Bardagi Í 1989 gav Feroya Skúlabókagrunnur út bókina »Torugudin«, sum var hin fyrsti í eini reð av bókum um gomlu norrenu gudarnar. Nú koma tvær bekur afturat í reðini. Tær eru »Risin sum røkk um allan heim« og „Bardagi gudanna«. Bókareðin er gjørd í samstarvi við Gylden- dal Norsk Forlag. Tor x ge Bringsværd hevur endursagt gomlu guda- læruna á norskum, og Sigurd Joensen hevur endursagt hana á fer- oyskum, málsliga og listarliga við hepnari hond. Nekur av fremstu listafólkum í Noregi hava gjert myndirnar í békarødini. Tey hava myndskrýtt hver sína bók. Myndirnar í >Risan- um sum rekk um allan heim« hevur Dagny Hald teknað, og bókin er um uppruna og skapan heimsins, so- leiðis sum forfedrar okkara trúðu. Sagt verður eisini frá, hvussu menniskjan og allar hinar verurnar eru skapaðar, og greitt gudanna« verður frá bústaði guda og manna. Í »Bardaga gud- anna« hevur Thorstein Rittin teknad myndir- nar, og bókin sigur frå bådum gudaættunum, åsum og vanum, um bardaga teirra millum, og hvussu æsir at enda vinna fullan sigur. Eis- ini verður sagt frå, hvussu Odin vann sær vísdóm, frå alheims- trænum Yggdrasil og frá jatnavininum Loka. Bókareðin hevur nógvar nýtslumegu- leikar í skúlanum, bæði í framhaldsdeild fólka- skúlans og hægri skúl- um. Hon kann nýtast eins væl í feroyskum sum í kunningarlæru- greinum og til mynda- frálæru. Annars eru bekurnar til øll tey, sum hava á- huga fyri fortid og søgu okkara og vilja vita um hugaheimin hjá forfed- rum okkara. Hesar bekur eru skaldskapur og kunnu verða lisnar og vidgjørdar eins og annar skaldskapur úr fornari tíð, t.d. sagnir og ævintýr. Bekurnar kosta í bókabúðunum kr. 88,- hver. Myndir: Tronso Bur % Vdr: Sigurd versus