Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. februar 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Abyrgdarblaðstjóri: Tórfinn Smith Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Rúsdrekka- lógin, men hvussu við børnunum KJAKIÐ um fráboðaðu broytingarnar í rúsdrekkalógini gongur sum ongantíð fyrr MEN broytingar hava heldur ikki verið meira neyðugar enn nú alt bara »flytur«. UM hugburdur føroyinga vidvikjandi rusdrekka er munandi broyttur seinastu årini er ilt at siga nakad avgjørt um. Meira verður talað um rúsevni sum heild og alt meira vanligt er tað vorðið hjá mongum at stytta sær stundir í »hugnafeløgum«, har til ber at keypa rúsdrekka. TEY nógvu halda hetta seinasta vera 6- skil, ja, lógarbrot burturav, meðan onn- ur halda, at hesi felog byrgja fyri válan um tún og stræti av fullum fólki. ÚTVARPIÐ, sum nú um dagarnar læt lurtararnar koma framat við teirra hugs- an um meguligar broytingar, fekk samanumtikið tað burturúr, at tey flestu srrtirrr BEF LIL vildu hava broytingar — og nógv teirra til fríari solu. AÐRA niðurstøðu bar ikki til at fáa burtur úr tí, ið sagt var. Vit takka fyri hesa góðu sending, men loyva okkum kortini at ivast í um tey, ið nýttu hetta høvid, veruliga umboða breiddina í fólki okkara, og ikki heldur tann »minniluta«, sum vil hava álvarsligar broytingar. HVUSSU er og ikki, so má lógin aftur fáast at virka og er hetta treytað av broytingum, so mugu vit hava tær neyðugu við. FLEST øll eru vit samd um, at skamtan- in, sum ikki longur fevnir um veikara ølid og veikara vínið, ikki forðar nøkr- um í at fáa »nég mikid«. Trupulleikin er heldur hann, at tað er so vælsignað utt- anhandað. Tað skal bíleggjast uttaneft- ir, og tá sjálvsagt í slíkum nøgdum hverja ferð, at tað er stríðið vert. TEY, ið ikki vilja vita av rúsdrekka, halda mangan, at besta forðing fyri størri nýtslu er, at stríðið av at fáa hend- ” ur á tí er størst møguligt. Helst er hetta bert hálvur sannleiki, tí ongantíð hevur rúsdrekkanýtslan verið stórri enn tað sama. MEN hesum kunnu vit tó ganga á meti við eini lóg, sum varðveitir skamtanina, eina skamtan, ið virkar fyri oll, eina skamtan, ið krevur, at rúsdrekkakortið Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Ólavur W. Hegnesen - Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Utgevari P/t Sosialurin Uppseting: P/f Sosiaturin Prent P/f Pressan 1981 »einans« verður nytt persónliga og ikki til onnur at umsita. SO skulu vit eisini hava einkarsølu vid deildum i hvørjari sýslu, har til ber - uttan drål — at keypa tad, einum lystir. UM so skal vera, broytið hetta tilvildar- liga rúsdrekkakort til veruligt »rus- drekkapass«, sum til ber at nyta skila- gott — til tað, hetta varð ætlað. Eisini skuldu vit treytað okkum, at bert var loyvt at keypa í teirri sýslu, ein búði. HETTA fyriskipað handilsliga skilagott — at fingið neyðuga rúsdrekka útflýggj- að sum aðra veru av fyrikomandi kramabólki, hevði einsamalt verið gott stig á leiðina móti skilabetri og náttúr- ligari nýtslu av hesum legi. LONDINI uttan um okkum hava oll sett sær fyri at minka um rúsdrekkanýtsl- una munandi. Hetta áttu vit eisini at gjørt, men kortini kemur helst ein dag- ur, tá rúsdrekka verður óskamtað og vanlig søluvøra hjá okkum eisini. MEN fyri tað nýtist okkum ikki at »leypa framav«. Ivaleyst kundu flestu allir tilkomnir føroyingar umsitid eitt nýtt rúsdrekkafrælsi nøkunlunda skila- gott, men sum stødan er vid rusdrekka millum børn og ung er alt, ið talar fyri skamtan, aldursmarki, strangt persón- ligum rúsdrekkapassi — eini skipan, hesi kunnu fata, virða og læra seg at Vita Bústaður: Argjavegi 26 Telefon: Postadressa: Postsmogu 76 110 Tórshavn 14720 Argjum 11820 Telefax: liva við. HETTA bøtir ikki einsamalt um tað óskil, tað má sigast at vera, at 12-14 ára gomul vála deyðadrukkin í getunum. Hetta átti ikki at borið til, men við ver- andi skipan verður hetta ikki ødrvisi, um ikki syrgt verður fyri, at galdandi lógir verða hildnar. Hesum tykist ongin at hava ábyrgd av, tí er so vorðið sum er. EITT er, at allir tilkomnir føroyingar og væl tað kanska drekka seg líðandi í hel. Men henda vanlukka er sum einki at rokna móti ti, at børn og ung einki skila- gott og haldfast fáa at halda seg til rús- drekka viðvíkjandi. HEIMINI eru jú har, kunnu vit siga. Jú, gamani — tíbetur góð tey flestu, men skal talan vera um almennan rúsdrekka- politikk, so skal hesin ikki bert snúgva seg um nøgdir og promillur, men sanni- liga eisini um upplysing/undirvising so tad munar — helst so dyggiliga, at tey neydardyr, nidur i 12 åra aldur, sum nu våla drukkin i gøtunum, ikki verda at siggja sum frå lidur, men hava tikid sær okkurt annad og meira »spennandi« fyri. Komisk og tragisk Í oddagrein í gjár skrivar Dagblaðið um rúsdrekka- spurningin: Veruleikin er bæði komiskur og tragiskur. Tad komiska er at vit neyðhalda um eina for- bodslåg, sum ikki virkar avmarkandi, men tvørt- urímóti elvir til hóp- bílegging, periodudrekk- ari og økir um møgu- leikarnar hjá teimum yngstu at útvega sær rúsdrekka, vin og øl úr (ó)kvoteraðu hóp- goymslunum. At siga, at lógin skal haldast, er eingin loysn, tí hon er ónýtilig í sjálvum sær. ...Við verandi lands- styrissamanseting má og skal bera til at broyta hesa mannminkandi skip- an. Tað má og skal bera til at skipa eina av- — „<ð “ RS ME SOSINale > Á Q „KL * SS Q markaða fría sólu undir eftirliti, soleiðis at vit t.d. skipa "ríki" (har tað ber til at keypa eina fløsku ístaðin fyri seks) í hvørji kommunu - vid strangum samleikaeftir- liti av keyparanum - og loyva sølu av víni og øli á matstovum. Tað ber illa til at hugsa sær, at vit á nakran annan hátt fáa eitt "náttúrligt" for- hold til rúsdrekka. For- boð er skaðiligt, ti "Forbuden frugt smager altid bedst”! Okkum kunngt er Marita Petersen, lands- stýriskvinna longu farin undir at fyrireika broyt- ingar í rúsdrekkalógini. Hetta mál verður neyvan sett fram sum floks- politiskt mál, men halda tær ábendingar, sum ein higartil hevur fingið um hvat tingmenn halda um at broyta rúsdrekka- lógina, skuldi møguleika nú verið fyri hesum. MEÐ US < - . Ni Lasse illa nøgdur Formadur Sjålvstyris- floksins, Lasse Klein hevur i Oyggjatidindum grein um politikk lands- styrisins. Hann skrivar m.a. um avtøkuna av bundnu uppsparingini: Aðrenn og beint aftaná valið lovaðu núverandi samgonguflokkar at bundna uppsparingin skuldi avtakast og pen- ingurin = útgjaldast. Broytingar er nú tann, at bundna uppsparingin heldur fram til 1. januar 1992, og eingin peningur verður útgoldin í einum, eins og lyfti var givið um. Broytingin í skatta- lógunum fóra við sær, um uppskot lands- stýrisins verður saktykt, at bert tær hógu inn- tókurnar fáa fyrimun... At bundna uppspar- ingin fellur burtur - partvíst nú og heilt avtikin um eitt ár - hevur heilt náttúrliga við sær, at tey, sum hava goldið nógv í bundari uppspar- ing sleppa undan eins nógvum tá hon er avtkin. Tey, ið hava goldid millum nakað og einki í bundnari uppsparing merkja eins nátúrligt millum nakað og einki til, at hendan verður av- tikin. Viðvíkjandi teimum høgu inntøkunum er annars at siga, at skattastigin einsamallur tekur ongan skatt frá t.d. teimum hægstu inntøk- unum, um hesar annars hava nógmikið av loyvd- um frádráttum. Broyt- ingar verða nú gjørdar í rentufrádráttinum, sum higartil hevur verið Størsta skattaskjólið hjá hesum inntøkum. hverki út ella inn Tað var tann tíð tá nógv varð tosað og skrivað um meðávirkan á arbeiðsplássum. Ser- liga vóru tað javnaðarflokkar og fakfeløg sum talaðu fyri at starvsfólk áttu at hava eitt orð at siga í gongdina á sínum egna arbeiðsplássi. Hetta fyri betur at tryggja arbeiðsplássið og skapa trivnað millum starvsfólk. Tað vóru ikki øll arbeiðspláss, sum tóku eins væl undir við hesum tankum, men í hvussu er hevði hetta við sær, at flestu arbeiðspláss løgdu seg eftir at um ikki annað at kunna arbeiðsfólki um tað sum fór fram. Tann nógva skriv- ingin um postmálið hevur tó avdúkað, at hvat viðvíkur ávirkan og kunnan livir postverkid enn i midøldini. Hetta kom eisini tidiliga til sjóndar i sjónvarps- sending hóskvgldið. Starvsfólk vistu ikki annað enn tað tey høvdu lisid í blød- unum. Tey vistu, at fólk skuldu sigast upp, men hver ella hvussu mong visti eingin. Hetta skapar sjálvandi alt annað enn góð arbeiðslíkindi. Fólk vita ikki tá tey koma til arbeiðis, um uppsagnarseðilin liggur á borðinum. Vit fara tí at minna - serliga Javnaðar- flokkin í landsstýri- num - á, tað sum m.a. stendur í samgongu- skjalinum: At gera arbeiðsplássini trygg og áhugaverd. Hetta er ikki annað enn grundleggjandi mannarættur.