Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 24 5. februar 1991 Tróndur í ódnarveðri: Bilar fingu skaða tíðindablaðið Vendi við aftur ein túr sunnudagin Nakrir bilar fingu eitt sindur av skaða, tá Tróndur kom úr Skopun sunnukvøldid. Ilvedur var sunnudagin og Tréndur sigldi ikki regluliga. Tað gjørdist sera Oslætt, tá vit fóru úr Skopun. Nakað áðrenn vit komu til Sveipið, hildu vit útfrá landi, har bóltað! illa og bilar komu saman Teir fingu ikki álvarsligan skaða. Tað skal heldur ikki nógv til, áðrenn bilar stoyta saman, tá bert hondsbreidd er í millum teir, rósa teir eitt sindur so er galið, sigur skiparin á Trónda. --Tá hann er landsynn- ingur og sunnan í ættini og eystfall er, sigla vit Ikki tætt fram við nes- inum, men halda útfrá Inni við land gerst bakslátturin so nógvur at tað er sera ringt at sigla við síðuni til. Tað var meðan vit sigldu okkum út úr rullinum, at bilarnir rósaðu, sigur skiparin. VENDI AFTUR Fróndur fór a Havnini um 10 tíðina sunnumorgunin. Tá vóru líkindir at sigla. --Men tá við komu suður á Borðá, sunnanfyri Glyvursnes fingu vit boð úr Skopun, at har var ikki innkomandi fyri brim, tí vendu vit aftur tann túrin, sigur skiparin. Í Skopun er sjóvar- fallsbrim og Skopunnar- fjørdur er ótespiligur, tá hann er landsynningur í ættini og eystfall er. Vit sleppa tá íkki burturúr rullinum, sigur skiparin Annars avlýsti Tróndur eisini ein annan túr sunnudagin. Tróndur var ikki full- settur av bilum, sunnu- kvøldi, tá nakrir skaddust. Eg haldi, at fólk eru settst aftur vegna veður, tí í dag hava vit ført nógvar bilar, segði skiparin tá vit tosaðu við hann aftaná middagsleitið mánadagin. jústinus Bilar fingu skaða umborð á Trónda sunnukveldið Síða 5 Dansur aftur í Vági Ongin eingilskur dansur hevur verið í Vági seinasta árið, sigur Levi Mørk Vábingar, sum ikki eru limir í Vágsklubba, fáa nú aftur møguleikan at fáa sær ein "sving om" um vikuskiftini. --Seinasta árið hevur ongin dansur verið í Vági. Hetta hevur verið sera óheppið. Tey ungu hava noyðst at koyra til Tvøroyri í dans. Og ikki er altid heilt vandaleyst at koyra eftir fjøllunum um veturin, sigur Levi Mørk, sum er formadur fyri husanevndini hjå VB. VB-HUSID UMVÆLT VB-húsið hevur ikki verið í nóg góðum standi Nú verður aftur dansur í VB-húsinum seinastu tíðina, og tí hava vit ikki fingið dansiloyvi. Nú er húsið umvælt, gólvið er skift út og nýggjar hurðar eru settar í. Eisini eru treytirnar, sum brunaumsjónin setur, nú uppfyltar, sigur Levi Mørk. —Vit ætla eisini at økja um aktivitetirnar, húsið skal leigast út, eitt nú til bingo og sam- komur, sigur Levi Mørk. --Seinasta árið hevur bert dansur verið í Vágsklubba, ongin al- mennur dansur og hetta er óheppið fyri tey ungu. Ætlanin er at halda dans komandi vikuskifti, or- kestur fer at spæla, sigur Levi Mørk. Seinast dansur var í VB-húsinum var 2. jóla- kvøld og tá fekk VB undantaksloyvi. jústinus V4-tølini i dråtti nr. 878, 4. februar 1991 Tølini: 74 — 27 — 09 — 50 11 33 — 38 — 84 — 56 — 35 — 02 — 37 Vinningur: kr. 22.900,00. 72 — 04 — 87 — 94. Vinnarar: Tveir vinnarar; annar úr Haraldssundi og hin av Skipanesi. Eykavinningar: Ein uppá 10.000,- kr., fimm uppá 1.000,- kr. og tjúgu uppá 500 krónur; tilsamans 25.000,- kr. Við rattið er tað tú, sum setir ferðmarkið! tr we HÓVLIGA + Færri i skúla Í skúlunum í Havnar komm- unu verða næsta skúlaár færi næmingar í fyrsta flokki enn í ár. Tilsamans 32 børn færri. 176 komandi skúlanæm- ingar vórðu týsdagin inn- skrivaðir til skúlarnar. Í Eysturskúlanum verða 23 næmingar, Kommunu- skúlanum 24, Sankta Frans skúla 48, Venjingarskúl- anum 42, Hoyvíkar skúla 38 og í Kaldbaks skúla verður bert ein næmingur í fyrsta flokki næsta skúlaár. Bíða eftir stempli Hálvan november lótu post- húsini á Norðskála og á Oyri aftur, og í staðin læt upp posthús á Oyrabakka, og brøv send haðani verða øll stemplað "Oyri". Post- stemplið "Norðskála" verð- ur ikki brúkt longur. Føroya Filatelistfelag skrivar í limablaði sínum fyri januar mánað, at tað vónar at frætta í góðari tíð, tá postverkið skiftir til "Oyrabakka".