Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Kyndil-Neistin 22-17 (13-6) Málskjúttar: Kyndil: Jónleif Sólsker 7 (4), Hallur Stórá 4, John Egholm 3, Leivur Holm 3, ia Midjord 2, Birgir Hansen 2, Sophus »ahi-Christiansen 1 Neistin: Sámal Hansen 6, Kári Mortensen Bjarki Ellefsen 3(1), Helgi Michelsen 2 Á varingar: Kyndil: 2 Neistin: 3 Utvísingar: Kyndil: 3 Neistin: | Dómarar: Jákup S. Simonsen og Heine omsen Askoðarar: 60( Tey, ið frammanundan væntaðu, at steypadysturin hjá monnum fór at verða spennandi og jøvn grannauppgerð Kári Nielsen, Kyndil, er sloppin inn um Sámal Hansen, Neist- in, men heldur ikki hetta skotið fór í netið. Mynd: Rúni tiðindablaðið millum Kyndil og Neistan, fóru rætuliga skeiv. Frá byrjan til enda var tað Kyndil, ið styrdi øllum, ið fór fram, og Neistin fekk ongantíð av álvara hótt Kyndla-sigurin. Tó so: Móti endanum á dystinum kom Neistin so frægt fyri seg, at bert tvey mál vóru á muni, men stórt sæð var einki ser- ligt at tosa um frá teirra síðu. Hannis og Andreas ikki við Tað, sum serliga er vert at leggja til merkis, er at hvørki Hannis Wardum ella Andreas F. Hansen vóru við á liðnum hjá Kyndli. Og kortini spældi Kyndil upp ul sítt besta. Kanska serliga var tað Hallur Stórá, sum til fulnar sá út til at spæla ein góðan dyst. Ein rættiliga nýggjur maður á liðnum, men sum kortini sær út til at ætla sær at vera verandi har. Jónleif besti maður Enn einaferð var Jónleif Sólsker frægasti Nr. 24 — 5. februar 1991 maður hjá Kyndli. Honum eydnaðist sjey ferðir at fáa bólt- in í netið — harav tey fýra vóru brotskøst. Tað eru eisini tey, ið vilja vera við, at hann rættiliga spennirn seg út, nú Hannis og Andreas ikki eru við. Líkamikið. Tað sær so út til at vera styrkin hjá Kyndli, at liðið tolir at missa fólk — eisini fólk, ið hoyra til stammuna á liðnum. Í seinastuni hevur Hannis als ikki verið við, og kortini hevur Kyndil víst avger- andi suverenitetin í spælinum í so at siga gllum dystunum. Neistin kódnaði í rokinum Tað, sum serliga mundi elva til ta fatan millum fólk, at Neistin kanska fór at gera Kyndli steypafinaluna trupla, mundi vera dysturin herfyri millum bæði liðini, tá Neistin vann 25-24. Men sum sagt eydnaðist ikki at liva upp til hetta úrslit í dystinum leygardagin. Bert ta einu ferðina var Neistin á odda — og tað var, tá liðið kom framum 1-0 í øðrum minutti. So var stórt sæð alt sagt. Kyndil spældi Neistan so um koll, at stødan í hálvleikinum, at vónirnar ikki kundu ver atær stóru. 13-6 var stødan til Kyndil í hálvleikinum. Gjørdi eina seinastu roynd Miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdi Neistin tó eina seinastu roynd og fekk strítt seg frá 9-16 upp á 16-18, men tá tók Kyndil seg enn longur fram ogendaæliga úrslitið gjørdist sostatt 22-17. Hesa løtuna, framtakið hjá Neistanum vardi, brendi Kyndil m.a. tvey brotskøst, so eitt sindur av hepni var eisini við til at geva Neistanum hendan vindin í seglini. Sostatt eru allir tankar um, at Neistin er ein stødug hóttan móti Kyndli, fyribils av- blástir, og skal liðið gera munandi betri, skal tað forða Kyndli í aftur í ár at vinna FM-heitið. hj. ———————————— Framhald av síðu 9 umboðandi foroyska mentan og fólkasið, verða partur av skránni. Hetta fyri at fremja kunnleikan til foroyingar og Feroyar millum danir«. Formaður felagsins, Ólavur á Heygum, sigur, at tað eru bæði yngri og eldri foroyingar, ið eru við á stevnunum. — Stevnurnar eru sera hugnaligar. Fólk, ið ikki hava sæð hvenn annan í langa tíð, hittast til skemtunnar og leik. Eldri føroyingar, ið hava bu- leikast í Danmark í nógv ár, minnast aftur á farnar dagar og verður mong góð sega søgd í hesum sam- bandi. Sjálvur haldi eg, at virksemi okkara hevur stóran týdning, tí hetta hjálpir okkum, ið hava búð uttan fyri Feroyar langt tíðarskeið, at varð- veita týdningarmiklar tættir av føroyska siða- arvi okkara, sigur Ólavur á Heygum. — Fyri at fáa so góðar umsteður sum gjerligt at virka undir, eru vit í ferð við at byggja okkum eini felagshús, eitt neyst, í Is- høj Havn, sigur Ólavur. — Húsið hevur neystasnið, men er tó munandi sterri enn eitt vanligt foroyskt neyst. Hetta fyri at húsið skal kunna rúma so nógv- um virksemi sum gjørligt. Tílík bygging er sera kostnaðarmikil, og striltið gongur hjá okkum at fáa endarnar at røkka saman hóast góðan stuðul, bæði úr Føroyum og Dan- mark. Fyri at hjálpa uppá støduna, hava vit tí gjørt av at selja lutasedlar til frama fyri Neystið — og fer partur av ágóðanum eisini til foroyska A-lands- liðið í fótbólti, ið framdi minniliga bragdið í Lands- krona í fjør, sigur Ólavur. — Kostnaðurin er 12 kr. fyri seðilin og fær lands- liðið tá tvær krónur fyri hvenn seldan seðil, meðan restin fer til felagshús okkara. Selan byrjaði longu í fjør, men sera striltið hevur gingið at selja, og er drátturin tí út- settur til 9. mars. — Vón okkara er, at fólk, ið hava áhuga fyri at stuðla okkum, vilja veita eina hjálpandi hond í sam- bandi við seluna. Vit hava meguliga ikki verið nóg dugnalig at lagt til rættis tá vit byrjaðu og hevur hetta tí havt ávísar trup- ulleikar við sær. Um nak- ar, tað verið seg ítróttar- felag, áhugafelag ella skúlaflokkur, hevur hug at hjálpa okkum at selja, ber til at seta seg í sam- band við Ketty Andrea- sen á Tveroyri, tlf. 71208, ella Karlu Gaard, tlf. 11465, og Beatrice á Heygum, tlf. 11805, í Tórshavn fyri at fáa seðl- ar, greiðir Ólavur frá. — Einhver hjálp er stuðul til okkum og til fótbólts- landsliðið. Neystið er sjálvsagt tyrst og fremst ætlað sum felagshús hjá limum okk- ara, men væl ber til hjá foroyskum ferdaløgum, t.d. ítróttaliðum, skula- flokkum, dansifelogum ella eðrum, at gista i Neystinum tá hesi vitja Danmark, sigur Ólavur á Heygum, formaður i »Neystinum« at enda.