mikudagur 6. februar 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahi
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari. Kalmar Lindenskov
Steðgið á og
leggið
til rættis!
DAGLIGA hoyra vit um upp-
sagnir. Postverkið skal ein
dag siga 16 fólkum upp. Dag-
in eftir er boðið í øðrum fjøl-
miðli 90. Fleiri virki hava
stongt, og fáa byggivirkini
ikki okkurt at gera, fara tey at
útskeiða fólk. Almannastov-
an skal siga fólkum upp. og í
gjár lósu vit, at 20 portørar
skulu sigast úr starvi.
AT verða sagdur úr starvi er
eitt tað ringasta, sum kann
henda fólki. Serliga nú, tá tað
sær svart út at fáa annað ar-
beiði.
ARBEIÐSLOYSIÐ nærkast nú
arbeiðsloysinum i fimtiårun-
um, tå Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin ráddu fyri
borgum. Talið av arbeiðsleys-
um í januar liggur helst mill-
um 700 og 800. Og summi
hava enn ikki tikið ta tungu
avgerð at søkja um stuðul.
tr rer
Blaðfóik. Randi Jacobsen - Térfinn Smith -
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen -
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Prent:
Utgevari P/f Sosiaturin
Uppseting: P/f Sosiaturin
P/f Pressan 1981
Bústaður: Argjavegur 26
Telefon:
Postadressa: Postsmoga 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Telefax: 14720
FÍGGJARLÓGIN hevði stórt
hall í fjór. Og fíggjarlógin fer
aftur at hava hall í ár. Hetta
hall skal figgjast við lánum og
600 til 700 milliónir krónur eru
nevndar.
VERDA ætladu sparingarnar
framdar, og fleiri skip verða
løgd, fer talið av arbeiðsleys-
um skjótt upp um 1000. Hesi
fólk hava ikki ein livandi
kjans at fáa arbeiði i Føroyum
í løtuni og ta fyrstu tíðina.
Leiðin gongur tí á Almanna-
stovuna og upphæddin til ar-
beiðsleys fer tí at margfald-
ast.
TALAN verður tí bara um um-
flyting á fíggjarlógini: frá
stovnum og møguligum iløg-
um til forsorgarhjálp. Og
hetta setir sjálvandi krøv til
størri jåttan, og eisini hesin
peningurin skal koma onkun-
staðni frå.
EINAR 600 milliónir skulu
lænast til rakstur. Tí kann tað
so at siga gera akkurát tað
sama, um vit læna einar 100
milliónir meira, so tey, sum
eru í vanda, kunnu varðveita
arbeiðið.
VIT eru komin í ein tronga.
Eftir einans tveimum árum er
skuld landskassans, sum
nærum var eingin, komin upp
í 1,2 milliardir krónur. Og tað
ber ikki til at halda fram eitt
ár afturat, tí bara rentur og
avdráttir uppá hesa skuld
verða einar 200 milliónir krón-
ur árliga.
SITANDI samgonga hevur
sett sær fyri at fáa javnvåg á
búskapin og tað skal helst
henda eftir tveimum, trimum
árum. Tað gerst bara við økt-
ari framleiðslu, menning av
fiskastovnunum, hægri út-
flutningsvirði, umlegging av
framleiðsuhætti, samstundis
sum tillagingar fara fram í
tænastuvinnuni.
TAÐ er tí neyðugt við ný-
hugsan og langtíðarplanlegg-
ing. Bæði innan tað almenna
og privata. Latið tí vera við
bara at brúka »plenuklippara-
håttin« i ár. Brúkið heldur árið
í ár at leggja til rættis. Sjálvt
um tað kostar nakað í fyrstu
syftu!
R
= RE
>
MH s0Sigaley BD”
SN -
8 -
Dimma nú fyri
húkaveiðu
Í oddagrein í gjár tekur
Dimma samanum og dreg-
ur fram allar higartil góð-
kendar orsekir fyri teirri
syndarligu steðu, grunnar
okkara eru í í dag. Hon
nevnir broytingarnar,
sum stóðust tá vit við út-
flyting av fiskimerkunum
aðrastaðni vóru rikin í
egnan sjógv og sigur m.a.:
Den i visse kredse her-
hjemme så højt besungne
fiskerigrænseudvidelse
indeholdt således kimen
til den kritiske tilstand,
Færøerne i dag befinder
sig i, men det er en anden
historie, som vi selv har
hovedskylden for.
og vidgongur, at broyting-
in i veidiflota okkara,
henda øgiliga økingin i
togaraorkuni, nærum hev-
ur beint fyri møguleikun-
P
um fyri skilagóðari
stovnsrekt og at tað er so
galið við toskinum, at hes-
in, sum áður var álitið, í 90
bert var 15 prosent av
teirri negd, flakavirkini
tóku ímóti. Dimma mælir
nú sum vera man til skyn-
samari veiðihættir og sig-
ur:
Hvor det gælder fisk,
der kan fanges med for-
skellige redskaber, má det
være selusagt, at den
fiskerimetode bliver fa-
voriseret, som er mindst
nedbrydende for fiskebe-
standen, nár den samtidig
er í stand til at opfiske den
fast satte maksimums-
fangst.
Dimma mælir sostatt
nú til at »optimera« úrtek-
una av meguligu veiðuni.
At hon nú viðurkennir, at
tað vitloysi, sum tók seg
upp á Feroya grunnunum
í kjalarverrinum av fiski-
marksbroytingunum, er
BER AE
stersta orsekin til vána
standin, takka vit henn
fyri — helst bendir hetta
á, at allir flokkar nú fara
at standa saman um sky-
samari veiðu. Hetta kann
í fyrstu syftu ikki merkja
annað enn álvarsligar
skerjingar í togaraflotan-
um.
Studningsmeldurin, ella
afturberingin til fiskivinn-
una, er partur av sama
fyrilitarloysi, sum lands-
stýri tá við sambandinum
á odda sýndi við at oysa
yvirfíggjað og illa hósk-
andi — og í dýra dóma —
umbygd skip inn á grunn-
arnar. Skip, ið ikki vístu
seg at hava nakran megu-
leika uttan alsamt vaks-
andi afturberingar.
Sjálvsagt áttu vit tá
heldur at endurnýggjað
flotan við sterri nútíðar-
hóskandi utr6drarførum,
men skilið er bara versnað
til henda dag — og vit
vága okkum at halda, at
så ,
|
upphøggingin tvey tey
seinastu árini skuldi,
hóast fíggjarliga trong-
steðu, verið uppfylgd av
nýbyggingum av hósk-
andi nútímans førum til
húkaveiðu — til veiðu av
besta fiski fyri besta prís
— eisini um talan var um
upsan.
Onkur hevur kallað hesa
leið at »brota togaramono-
polið< og mett hetta sum
fyrstu treyt fyri skinsam-
ari stovnsrøkt og »opti-
mering< av okkara av-
markaða tilfeingi.
Vit halda kortini, at allir
fiskimenn okkara — við
togarum ella ikki — leggja
so miklan álvara í hetta
stolta og neyðuga yrki, at
hesir ikki sínámillum fara
at kjakast um annað enn
tað, ið neyðugt er, nevni-
liga at minka um ovur-
trýstið á stovnarnar og at
taka væl meira við skyn-
samari og í rakstri væl bí-
ligari amboðum.
Má smíðast
meðan jarnið
er heitt
Kjakið um broytingar-
nar í rúsdrekkalógini
gongur millum fólk
sum ongantíð fyrr —
kanska í so væl halda
kanska tey, ið skipa
skulu fyri ætlaðu
lógarbroytingunum.
Væl vita vit, at mál-
ini eru bæði stór og
álvarslig, sum liggja á
landsstýrisborðinum
at taka steðu til, ser-
liga um nakað skal
spyrjast burturúr
teirri endurreisn, sum
vit oll bíða eftir og
sum má koma.
Álit okkara til
landsstýrið er í so
máta hitt besta, og
hugsað um stuttu tíð-
ina, stjórn okkara hev-
ur sitið, so undrar tað
enn ongan, at nýggj
uppskot ikki eru av-
rikað í rúgvuvís.
Men tað tykir okk-
um, at rúsdrekkamál-
ið, sum enn einki av-
a
gjert er frætt um úr
landsstýrinum, hevur
— orsakað áhuganum
fyri tí millum fólk —
uppiborið skjóta og
góða viðgerð.
Lesarabrev, tey
flestu skilagóð, í blød-
unum benda á, at øll
eru fyri einhverjari
broyting.
Trupulleikin er bert,
at ov fá enn hava inn-
lit í tær broytingar,
landsstýrið kann
ætlast at skjóta upp.
Einkarsøla við deild-
um kring landið og
loyvi til at skeinkja
afturvið mati er í
stórum tað, vit hava
fingið at vitað.
Vegna lesarar okk-
ara heita vit tí á
landsstýrið um at bera
skjótt at í hesum máli
— at smíða meðan
jarnið er heitt — og
nýta samhugan, sum
nú tykist at vera mill-
um fólk fyri neyð-
ugum broytingum, til
okkurt skilagott.