mikudagur 6. februar 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SEN
#
se
i
5
%
A
+
Dre
Eee
EET
SS
4
FH
Nr. 25 — 6. februar 1991
Heimskenda
Michala Petri vitjar i
danska
»
verður sunnudagin
Seinnapartin sunnudagin
10. febr. verður hevi hjá
okkum at lýða á danska
blokkfloytuleikaran, ta
heimskendu Michalu
Petri. Hetta er fyrstu ferð
í tónlistasegu okkara, at
klettarnir fáa vitjan av
einum heimskendum tón-
leikara í tí klassisku
genréuni í hvussu so er.
Slík tónlistafólk eru tor-
for at fáa fatur á, men vit
eru heppin við tað at faðir
Michalu er musikklærarin
og konsertmeistarin í Fer-
oya Symfoniorkestri,
Kanny Sambleben, (og bú-
sitandi) i Havnini.
Kanny hevur fingið okk-
um dóttur sína hendan
vegin og hevur skipað eitt
lítið kamarorketur, mann-
að við seks spælarum.
Michala sýndi óvanligar
tónlistagávur sum smá-
genta og byrjaði at spæla
upp á klaverið hjá
mammu síni, Hannu
Petri. Hon helt, at tað var
nóg mikið við einum
klaverleikara í húsinum
og fekk henni eina blokk-
floytu í staðin. Og blokk-
floytan bleiv sanniliga
hennara eygnasteinur.
Áðrenn barnaskúlin var
liðugur, var eingin ivi um,
at Michala mundi fara at
gerast professionell, og
varð hon tí tikin úr skúl-
anum og fekk ístaðin
undirvísing heima, alt
meðan hon vandi einar 6-7
tímar um dagin upp á
blokkfloytuna ella floytur-
nar, tí íalt átti hon uml. 35
floytur av ymsum stedd-
um og slegum. Torfert
royndist eisini at fáa ein
nóg góðan lærara til
henda dugnaliga næming,
men at enda fekst ein pro-
fessari, Ferdinadn Con-
rad, í Hannover, at undir-
vísa henni eina ferð um
vikuna.
Michala hugsaði tá um
eina framtíð sum musikk-
lærari, men skjótti skuldi
tað vísa seg, at hennara
evni sum sololeikari
rukku longur.
Longu í 1969, enn bert
11 ára gomul, fekk
Michala Gade-legatið upp
á kr. 10.000,- og hevur hon
fingið eitt ótal av gávu-
fæum og virdislønum fyri
spæl sítt.
Longu sum 23 ára gom-
ul er Michala Petri við at
gerast heimskend. Hon
heldur nú solokonsertir í
París, London og Berlin
og skal skjótt eisini til
New York. Hon .evur
fingið en fleiri gåvufæd;
,
tad seinasta frå einum
grunni til minnist um
Niels Matthiasen, sum
ljóðaði upp á kr. 75.000,-.
Øll familjan eru tónleik-
arar. Faðirinn Kanny
Sambleben er violinleik-
ari, móðirin Hanna Petri
spælir klaver, og sonur
teirra David er celloleik-
ari. Meðan Hanne,
Michala og David mann-
aðu eina trio í heimi teirra
í Nedebo í Norðursælandi,
virkaði Kanny sum kon-
sertmeistari í Sjællands
Symfoniorkester. Trioin
við Hannu, Michalu og
David ferðaðist víða um
og helt konsertir og hava
tey eisini spælt inn á plát-
ur.
Við eini yvirskrift í 1988
»fingrarnir spæla næstan
sjålvir nå«, kom Michala
aftur frå eini turné år Jap-
an, Canada og New York.
Móttekurnar vóru sera
góðar alla staðni, har hon
spældi. Sjálv heldur
= -
Ar.
Michala at fólk eru serliga
forvitin at hoyra hana við
blokkfloytunum av tí at
hetta ikki er eitt vanligt
sololjóðferi í hesum lond-
um.
Michala er nú 33 ára
gomul og er vorðin heims-
gitin. Hon spælir um allan
heimin og er roknað sum
heimsins besti blokk-
floytuleikari. Hon hevur
givið fleiri plátur og flog-
ur út og leggur eisini til
rættis verk fyri blokk-
floytu, sum bert finnast í
frumriti.
Á ferðini her spælir hon
m.a. eina konsert eftir
eysturríkaran Heberle,
hvers frumrit hon fekk
fatur á í Budapest. Verkið
er skrivað fyrst í 1800-tal-
inum og útgivið av
Michalu í 1985.
Tónleikaskráin á feroy a-
ferðini er sett saman av
fýra konsertum fyri
blokkfloytu og kamaror-
kestur eftir: Anton
Blokkíloyta | í
blokkfloytu-tónleikarinnan
Føroyum. Fyrsta konsertin
Heberle, Georg Philipp
Telemann, Antonio Vi-
valdi, Guiseppe Sammar-
tini og eitt nýtíðarverk
eftir norðmannin Olav
Anton Thommessen, fyri
soloblokkfloytu.
Kamarorkestrið, sum
spælir saman við Michalu,
er mannað við Kanny
Sambleben og Claire
Thomsen (violin), Lis
Havelund (viola), Jens
Chr. Guttesen — (cello),
Hans Havelund (kontra-
bas) og Johannes Andrea-
sen (cembalo).
Konsertin i Norður-
landahúsinum verður
sunnudagin 10. febr. kl.
16.00. Harafturat verður
ein skúlakonsert og ein
konsert á bygd. Meira um
hetta seinni.
Tað er Konsertfelagið,
sum saman við Kanny
Sambleben og Norður-
landahúsinum skipa fyri
ferðini.
Síða 13
Eysturoyar
Javnaðarfelag
Arsaðalfundurin
verður
mikudagin 20. febr. 1990
Skrá sambært lógini.
Tíð og stað verður lýst seinni.
Nevndin
12 streingjaður aukustiskur
Guitarur/Yamaha
við mikrofon og í besta standi — til sølu.
Prísur kr. 2.000,-.
Tif. 17116
FS
NYREDONOR
TESTAMENTER
Lesnaður
"til alla