fríggjadagur 8. februar 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tøkk
Øllum tykkum, sum vid gåvum, telegramm-
um og uppringingum mintust okkum á dia-
mantbrúdleypsdegnum 21.12.90, takka vit
hjartaliga.
Ein serstøk tøkk til born okkara, sum gjørdu
okkum dagin so hugnaligan.
Gud signi tykkum øll
ynskja
Sigrid á Tummas Mikkelsen
Viðareiði
Til leigu
í Havnini
Jekaragøta 8
(fremru husini)
11 rúm tilsamans 296 m? í tveimum
hæddum.
Stórur nútímans felagskøkur.
Góð baði- og toilettviðurskifti.
Heitt og kalt vatn í øllum rúmunum.
100% ljóðbjálving millum rúmini.
Telekanal liggur út í hvønn krók.
Tundurgólv — alt ljóst og vakurt!
Hesir hentleikar gera húsini
hóskandi til fleiri endamál
— serliga til skrivstovur og til
búrúm.
Til dømis kann tann vinnurekandi
arbeiða og gista í sama húsi!
Tygum fáa nágreiniligari upplýsingar
á telefon 12242 (ella 27001).
Frants Restorff
postrúm 57
Jekaraggta 8
FR 110 Tórshavn
Nr. 27
8. februar 1991
Stórur áhugi fyri
90 fólk fyri kommunurnar vóru týsdagin á fundi hjá kommunu-
felagnum og fingið meira at vita um almannalóggavuna í Føroy-
um
Tað er ikki sum at siga tað
hjá bý- og bygdaráðspolit-
ikarum, varnaverndarlimur
og starvsfélki hjå komm-
unum at vita, hvørjar al-
mannalógir eru galdandi í
Føroyum. Lógimar eru
nógvar, og ikki altíð verður
gingið so gjølla eftir lóg-
unum.
Men áhugin fyri at kenna
lógir og reglur er stórur.
Umleið 90 fólk komu á
fundin, sum Føroya Komm-
unufelag skipaði fyri týs-
dagin um almannamál.
Á fundinum vóru eisini
Tommy Petersen, Marjun
Sigurðsdóttir og Heri Joen-
sen frá Almannastovuni.
Tey griddu frá, høvi var at
seta spurningar, og so var
orðaskifti.
Til umrødu vóru serliga
triggir spurningar, heimild-
ir og skyldur hjá kommun-
um og barnaverndum, ar-
beiðloysi og frípláss í barna-
ansing.
Í sambandi við heimildir
og skyldur varð m.a. komið
inn á ellisheim. Um tað
kann vera lógligt, at komm-
unur uttan ellisheim verða
kravdar eftir pengum, tá
gomul í hesum kommunum
fara á ellisheim í aðrari
oyggj, tá landið ber allar
útreiðslur av rakstrinum av
ellisheimunum.
GJALDA ÚT
UTTAN HEIMILD
Tórshavnar kommuna er
ofta til umrødu, tá orða-
skiftið er um kommunumál.
So var eisini á hesum
fundinum.
Her snúði tað seg m.a.
um, at Tórshavnar komm-
una letur pengar til foreldur,
sum ikki koyra børn síni í
almenna barnaansing. Tað
hevur kommunan íkki
heimild til at gera. Komm-
unan kann ikki gjalda
pengar út afturfyri eina tæn-
astu, ið ikki verður veitt,
helt Almannastovan.
ONGIN BANKI
Eisini varð staðfest, at
barnaverndarnevndirnar
hava ikki óavmarkaðar
heimildir, tá tað snýr seg um
at tyggja børnunum eitt
heim. Barnaverndin kann
fyri eitt styttri tíðarskeið
hjálpa familjuni, so hon ikki
missir húsini, men bama-
verndin kann ikki binda
kommununa — figgjarliga
viðvíkjandi húsunum, ti
kommunan er eingin pen-
ingastovnur.
Nakað varð tosað um
arbeiðsloysi, og hvussu tað
kann staðfestast. Onkur
helt, at tað er eitt sindur
løgid, at tá fólk søkja um
forsorgarhjálp vegna
vinnuloysi, og kommunan
skal vátta, at einki arbeiði
er, so er tað komið fyri, at
arbeiðspláss í somu hava
lýst eftir fólki, og ongin
hevur havt áhuga fyri
arbeiðinum. Hetta varð sagt
á fundinum, sigur Jens
Dalsgaard, skrivar í Føroya
Kommunufelag.
6 umbýtindi
Skilagott
Spurningurin um inn-
tókumark fyri at veita fólki
fríplásstil børn í barna-
ansing varð eisini reistur.
Tað varð nevnt, at um kona,
sum ikki hevur nakra
inntøkur sjálv, livir saman
við einum manni, so åvirkar
Tit ringja
— vit skriva
fáðm
hansara inntøka ikki henn-
ara rætt til at fáa frípláss til
barnið. Hevur hon onga
inntøku sjálv, kann hon fáa
frípláss til barnið.
randi
Ringið telefon
Alt fleiri
VIDEO
HI-FI-TV
;; Niels Finsefligøta 12 - TIf. 151 32
* hevur sj hvørp til leigu
sosilurin