fríggjadagur 8. februar 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Scansat/TV3
Friggjadagin kl. 21.00:
In The Heat of
The Night
Eitt kveldið meta Virgil og Wilson einari
littari kvinnu, sum er illa viðfarin. Henda
kvinnan, Lauren Casey, sigur, at ein
maður leyp á hana og hann stjól eisini
diamant-oyraringarnar hjá henni. Virgil»
finnur annan oyraringin uppi á henni og
illtonkir hana fyri at lúgva fyri teimum.
Seinni vitjar hann hana heima og sær, at
hon hevur fleiri onnur blá merki, og tað
er maður hennara, sum hevur sligið hana.
Virgil roynir at fáa hana at fara frá
manninum og melda hann, men Lauren
stúrir fyri avleiðingunum.
Fríggjadagin kl. 22.03:
Dreamscape
Amerikanskur drama-fantasifilmur frá
1984. Alex Gardner er ein ungur maður,
sum hevur »psykiska megi«, sum hann
ikki leggur í at kanna gjellari. Men so
metir hann vísindamanninum og gransk-
aranum Paul Novotny, sum arbeiðir við
eini »åreymaroynd«. Hesin vísir Alex á,
at hann saman við eini uppfinning, slepp-
ur inn í dreymar hjá eðrum fólkum og
ávirka teir. Dr. Novotny hevur serliga
stóran áhuga fyri dreymunum hjá forset-
anum í USA — sum snúgva seg um
kjarnorkustríð. Men onnur hava eisini
stóran áhuga fyri dreymunum hjá forset-
anum, fólk, sum ætla at brúka teir til
egnan fyrimun.
Leikarar: Dennis Quaid, Max von
Sydow, Christopher Plummer, Eddie Al-
bert, Kate Capshaw.
Leygardagin kl. 8.00:
Kitty og brødurnir
Hardy
A Hawaii setir Frank liv sitt i vanda fyri
at royna at bjarga einari ungari gentu,
sum kortini druknar. Tad kemur fram, at
hon var ein kend svimji-genta, sum ferå-
adist å Hawaii undir følskum navni. Påpi
hennara bidur Joe og Frank royna at
kanna, hví hon brúkti annað navn, og
hvussu druknivanlukkan kundi henda.
Leygardagin kl. 19.00:
Norður og suður
George hevur sagt herinum farvæl og
hevur hitt hina katólsku Constance, sum
hann giftist við. Bróðir hennara, Stanley
og kona hansara Isabel, eru ímóti hesum.
Og betur verður ikki, tá ið George so við
og við yvirtekur meira av familjufyri-
tøkuni.
Orry vendir aftur til Mont Royal og
tekur sambandið uppaftur við Madeline.
Leygardagin kl. 22.00:
z… - …
Blåi eingilin
Hesin filmurin er ein klassikari frá 1930.
bygdur å skaldsøgu hjå Heinrich Mann.
Marlene Dietrich spælir sangarinnan
Lola, sum fær ein studentaskulalærara at
gloyma alt, tå ið hann hittir hana. Tey
giftast, men hetta er byrjanin til endan
fyri hann.
Katherine Hepburn og Schyler Grant
Sunnudagin kl. 19.00:
Laura Lansing
Slept Here
Amerikanskur filmur frá 1988. Kendi rit-
hevundurin Laura Lansing frættir frá
forleggjara sínum Larry, at hann ikki fer
at geva út fleiri bøkur hjá henni. Hann
heldur, at hon hevur mist alt samband
við veruleikan og við lesararnar. Laura
verður í eðini og sigur, at HON veit,
hvussu vanlig fólk liva. Og fyri at prógva
hetta, sigur hon, at hon ætlar sær at flyta
inn til eina vanliga familju eina tíð at
búgva. Larry setir seg í samband við
Walter Gomphers, og biður hann lata
Lauru flyta inn heima hjá honum...
Katharine Hepburn spælir Laura
Lansing.
Sunnudagin kl. 22.15:
Remington Steele
Søga ella sannleiki?
Remington ætlar sær at fara at skriva,
og tí fara hann og Laura til eina mótteku
hjå Constance Knight, sum er kendur rit-
høvundur. Mitchell, madur Constance, er
hålvfullur og sigur teimum, at hann just
hevur lisið handritið til nyggjastu bók
hennara, og nú óttast hann fyri lívi sín-
um. Stutt eftir dettur hann niður av eini
altan og doyr
Mánadagin kl. 20.03:
iceman
Amerikanskur filmur frå 1984. Å eini
arktiskari granskingarferð finnur mann-
freðingurin dr. Stanley Shephard kropp-
in av einum manni, sum hevur verið
frystur í ísinum í 40.000 ár. Hann upp-
dagar at maðurin er í koma — er fram-
vegis á lívi. Saman við starvsfelogum
sínum eydnast tað Stanley at tiðna
mannin og vekja hann. Teir kalla hann
Timothy Hutton og John Lone
Nr. 27 — 8. februar 1991
Charlie. Stanley roynir at tosa við hann
og teir gerast vinir.
Leikarar: Timothy Hutton, John Lone,
Lindsay Crouse, Josef Sommer, Danny
Glover, David Strathairn, Philip Akin.
Mánadagin kl. 21.58:
Edward VII
Ósjónliga drotningin
Tíðin 1866-1871 verður ein eydnuleys tíð
í enska kongahúsinum. Victoria livir
framvegis mestsum í einsemi og heldur
seg aftur at lata Edward sleppa framat
at ráða. Av tí sama tekur hann lívið lætt,
og prinsurin av Wales verður kendur fyri
kærleiksævintýr síni.
Týsdagin kl. 19.03:
Cactus Jack
Amerikanskur western frá 1979. Cactus
Jack roynir at ræna bankan í einum litl-
um býi. Hann roynir at spreingja, men
royndin miseydnast, og Jack fer í geglið.
Stutt eftir sendir Parody Jones vekru
dóttir sína Charming í bankan eftir nógv-
um pengum, sum hann hevur lænt til
silvurnámið hjá sær. Men bankastjórin,
Simpson, hevur aðrar ætlanir við bæði
láninum og náminum og fær Cactus Jack
leyslatnan við lyfti um at hann skal ræna
Charming á veg aftur í námið. Men
Charming hevur lívverju, tann stóra og
sterka Handsome Stranger.
Mikudagin kl. 20.00:
Uppfinnarin
#
Johannes Brost, Dan Ekborg, Cia Berg
og Raymond Nederstrom
Hetta er nýggj sendireð í átta pørtum
eftir Alf Mork. Søgan er um stjóran á ein-
ari lýsingastovu og fólkini, sum arbeiða
har. Øll vilja hava eitt pláss í søguni, ger-
ast ódeyðilig fyri ein og hvenn prís. Tí
seta tey á stovn »uppfinningarstovuna«
„Great Expectations<. Har verða lutir
uppfunnir í vón um at bróta slóð fyri ríki-
demi. Milliónirnar rulla, tær hjá sponsor-
unum, partabrævaeigarunum,
fólkunum og eðrum.
1. partur: Vit líta aftur um bak, tå ið
stjórin varð feddur. Hvussu mamma
hansara ímyndaði sær at lív hansara fór
at verða. Og nú hann er stjóri á egnari
fyritøku...
Leikarar: Ulf Brunnberg, Johannes
Brost, Carl Kjellgren, Dan Ekborg, Li
Wen, Robert Sjøblom, Carl Billquist, Su-
sanne Ernrup, Allan Svensson, Cia Berg,
Eva Dahlman, Jonas Uddemyr, Magnus
Mark, Johan Ulveson, Jan Malmsjø.
starvs-
Mikudagin kl. 22.03:
Løgregluliv
Vegna umstødurnar
Kevin Boswell verður ofta koyrdur á løg-
reglustødina Sun Hill, illtonktur fyri
stuldur ella innbrot, men tað hevur ikki
enn eydnast nekrum at fáa nóg góð
prógv fyri at fáa hann demdan. Kevin
leggur einki i, um hann vitjar á løgreglu-
steðini, men Dashwood hevur mist tolið
við honum. Hesu ferð skal hann setast
fastur...
Hósdagin kl. 20.00:
Reilly
Nadia Massino, kona Massino greiva, og
Reilly eru vorðin góð. Nadia biður um
hjúnaskilnað, og maður hennara gongur
við til tað, um hann fær eina stóra pen-
inganegd frá Reilly. Reilly sigur, at hann
eigur ongar pengar beint nú, men um tað
eydnast við einum handli í sambandi við
at flotin skal byggjast upp, verður hann
skjótt ríkur
Hósdagin kl. 22.03:
Markleysur kærleiki
& 3
Brooke Shields
Amerikanskur filmur frå 1981, bygdur å
skaldsøgu hjå Scott Spencer. David er
forelskadur i 15 åra gomlu Jade Butter-
field og er stóran part av tíðini saman við
henni og familju hennara. Foreldrini hjá
Jade, Anne og Hugh, hava hver sína á-
skoðan á sambandið millum tey ungu.
Anne heldur, at tað er rørandi, so góð tey
eru, meðan Hugh esir seg upp um at tey
sova saman. Tá ið Hugh uppdagar, at
Jade ætlar at taka sovitablettir frá hon-
um, bannar hann henni at hava meiri
samband við David fyrr enn skúlaárið er
liðugt. Í eini roynd at fáa Hugh at broyta
meining, setir David eld á heima hjá
Hugh. Hann ætlar sær at bjarga teimum
út, og sostatt gerast hetjan hjá teimum,
men skjótt breiðir eldurin seg
Leikarar: Brooke Shields, Martin He-
witt, Shirley Knight, Don Murray, Rich-
ard Kiley, Beatrice Straight.