Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 — 9. februar 1991 CE Beinta við Sandá: - Tad var av tilvild, at upptøkan vid bilóhappinum var fest á band. Hon var kortini orsókin til at eg slapp til Svørikis Eg haldi „at tað var stuttligt at síggja, hvussu slíkar sendingar verða ejórdar, hóast tað ikki líkist veruleikanum Tilvildarlig upptøka - orsøkin til at Beinta við Sandá í Havn, fekk høvi at luttaka í TV-3 kappingini í "Lát kameran gå" Tað vakti ans i fjør - í Havnini ið hvussu so er - tá Beinta við Sandá, HFS- næmingur, fekk eina upptøku góðtikna í kapp- ingini "Lát Kameraen gá." Minni heppin í hesum døgum var kanska maður- in, sum var orsøkin til 6- vanligu upptøkuna, har bilur kemur koyrandi vid nógvari ferð - beint inn í ein garð! Beinta við Sandá, sigur við Sosialin, at hon gjørdi hesa upptøku fyri trimum árum síðan, og at tað var av tilvild, at hendingin varð fest á band. Beinta : - Hetta var júst tann dagin, tá eg fekk koyrikort, og eg hevði keypt mær bil. Tá ungi maðurin kemur koyrandi, sat eg í mínum bili, og hevði júst sett uppiøku- tólið til at taka upp. Tá hendi bilóhappið. og eg bleiv so skelkað, at eg als ikki visti, at hendingin kom við í upptøkuni. Tá eg seinni sama dag setti bandið í avspælaran, var eg varug við uppløk- una. Tá TV-3 í fjør heitti á hyggjarar um at senda slíkar óvanligar upptøkur inn, sum liður í eini kapp- ing, helt eg tað vera á- hugavert at royna. - Eg sendi upptøkuna til TV-3 og 14 dagar seinni fekk eg svar, at mín upp- tøka var við í kappingini, og at eg saman við maka fekk fría ferð til Svørikis. - Mamma mín og eg fóru avstað. Við okkum høvdu vit dóttir mini, sum var átta mánaðar gomul og bróstabarn. - Vit vóru væl móttiknar i Gøteborg og sjónvarps- fólkini tóku ímóti okkum í stórsta sjónvarpsupptóku- húsinum í Norðurlondum, har m.a. eisini eydnuhjólið verður tikið upp. LÆRDI AT KLAPPA OG BROSA Fyrst var ein royndarupp- tøka gjørd, sum vardi góð- an tíma. Bert luttakarnir vóru í upptýkurúminum, og eg hugsaði um, hvar áskoðar- nir mundu vera. Sum eg skilti, so var tann parturin av sendingini gjørd. Men góðan tíma seinni fingu vit at vita, at hetta bert var ein royndarupptøka. Síðani komu áskoðarnir inn - eini 90 í tali, og ein skemtari, sum skuldi læra okkum at klappa og flenna 0.s.fr. Skemtarin segði okkum, at um vit fegin vildu slep- pa á skiggjan, so „kuldi vit bert klappa og flenna so nógv sum vit orkaðu, tí ein upptøkubilur stóð uttan fyri, sum bert hevði til uppgávu at taka myndir av áskoðarunum, sum vóru Oførast at flenna og klappa! - Tað var ikki sum at siga tað, at fara undir slík- ar upptøkur. Frá ti vit komu inn og til upptøkan var lidug, gingu einir seks timar. Sr enSialurin TVÆR UPPTØKUR AV SAMA SLAG - Bert brotið, har sjón- varpsverturin sigur nøkur fá orð við meg, varð tíkin upp einar 10 ferðir, áðrenn hon var góðtikin. - Upptøkurnar til send- ingina fara fram á tann hátt, at fyrst verður ein partur tíkin upp til svensku rásina, síðani ein partur til donsku rásina, har Søs Egelind er vertinna. Síðani verður finalan upptikin á sama hátt. Eg visti heldur ikki, hvørja upptøku vit fóru at síggja í Føroyum, men báðir møguleikar vóru til staðar, av tí at eg var við á báðum upptøkunum. Tå vinnarin er funnin, verður upptøkan eisini gjørd tvær ferðir, og sjålv- sagt, tá svenski verturin spyr meg, um eg eri spent at vita úrslitið - og eg sigi ja - so veit eg tað longu frammanundan, tí avgerð- in er longu fallin. Síðani kom endabrest- urin, har vinnarin varð kosin, blómur handaðar, fólk klappaðu o.s.fr.. Tað gekk við rúkandi ferð, og blómurnar vóru tiknar aftur frå vinnarnum, og næsta upptøka á donsk- um var so gjørd, har vinn- arin aftur fær handað blómutyssi, fólk klappa 0.s.fr. VINNARIN KENDI ASKODARNIR Eg visti als ikki, at tað var soleiðis, slíkar send- ingar verða gjørdar. Tað var strevið, men eisini áhugavert at vera við. Var tú nøgd við úrslitið av kappingini? - Nei, eg haldi ikki, at svenska upptøkan hevði uppiborið at vinna. Tann danska upptøkan var best, og átti efur mínum tykki at fingið 1. virdislønina, sum var 10.00 krónur - Tað løgna er, at hvorki vit ella teir tveir vinmenn- unir úr Danmark, sum kappaðust við svian í hesi sending, høvdu vinir ella kenningar við í upptøku- salinum. Hinvegin var tað skilligt, at áskoðarnir kendu væl svenska luttakaran, og Mleiri fóru yvir at tosa við hann og ynskja honum tillukku. - Áskoðarnir komu eisini ul okkara aftaná, og søgdu umberandi, at teir høvdu roynt at atkvøda fyri okk- ara upptøku, men tíverri 0.S. fr. - Eg veit ikki, hvussu áskoðarnir verða valdir út, men tað var eyðsæð, at sviin hevði nógv teirra við sær, og eg haldi ikki, at tað var rætt farið fram. Tey sum skipaðu fyri, vistu als ikki hvar Føroyar vóru á kortinum, og teir vóru bilsnir og eitt sindur illa við, tá tey sóu, hvussu nógv ferðin úr Føroyum til Svgríkis kostaði. Eg rokni ikki við, at føroyingar eftir hetta fáa sama kjans sum aðrir norðurlendingar, at luttaka í kappingini aftur, Beinta at enda. Sigur Orð: Dagny Mynd: Kalmar