Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 12. februar 1991 tíðindablaðið Limaskapur í EEC Hægri matvøruprisir Heintar små- --Vit fáa ikki rikið okkara egna matvørupolitikk, heldur Jarðaráðið Limaskapur í EEC verður neyvan nakar fyrimunur fyri føroyska landbúnaðin. Hetta heldur Jarðarráðið, sum hevur svarað einum spurnablaði frá arbeiðsb- ólkinum, sum landstýrið hevur sett at arbeiða við EEC-spurninginum. Jarðarráðið vísir á, at við verandi skipan kunnu vit taka okkum rætt til at gera ymiskar stuðulsskipanir heima við ti fyri eyga, at halda brúkaraprísunum niðri. Her verður nevnt sum dómi mjólkaprísurin. Hesar stuðulsskipanir kunnu eisini viga upp ímóti nidurgreidslustudl- inum, íð fleiri lond veita til útflutnings av yvir- skotsframleiðslu, eitt nú svinakjøt, neytakjøt og egg. --Vit hava sostatt i høvudsheitinum megu- leikan at reka egnan búnaðarpolitikk, sigur Jarðarráðið. --Við nærri tilknýti ul EEC, kunnu vit rokna við at missa meira og minni av hesum møguleika og allan møguleika við lima- skapi. Við verandi land- búnaðarskipan í EEC, hevði hetta merkt munandi hægri matvøruprisir í Føroyum, eisini á landbúnað- arvørum. --Men tað eru aðrir vans- ar við EEC, enn bert teir handilspolitisku. KEYPA FØROYAR Jarðarráðið heldur ikki, at tað er heppið, um EEC- borgarar fáa rætt og møguleika at keypa jørd í Føroyum. Hetta fer at nøra um uttanbiggjajørdina (uttanlandajørdina), og fer helst at hækka um jardar- prísirnar, íð longu eru avlagaðir, so enn truplari verður hjá fólki, íð hevur jarðarbrúk sum vinnu, at keypa júrð. Og Jarðarráðið heldur fra: — Vid limaskapi kunnu vit ikki rokna vid, at fåa lut i serligu studuls- skipanunum, íð EEC hevur til landbiinadin, so høgt inntøkustødid er i føroyska landbúnaðinum og samfelagnum sum heild. -Men eisini nærri tilknýti sum fríhandils- avtala ella tollsamgonga krevur, at vit umhugsa verju av teimum stuðuls- skipanum, vit longu hava, og sum serliga eru ákravdar her til tess at stimbra vinnuna, stuðla bygdamenningini, tryggja inntøkuna hjá bøndunum 0.s.fr. Jarðarráðið vísir á tørvin á eini jarðarlóg og á lóg um landsætlan. Hesar lógir eiga at koma í góðari tíð, áðrenn nærri samband Leigar útg Gk PR verdur fingid vid EEC, og neydugt er at tryggja, at hesar lógir verða evnadar til so tær ikki uttan víðari kunnu kveistrast til viks, um nærri tilknyu ul EEC verður valt. jústinus Polittið skuldarar --Hevur tú eitt nú ikki goldið útvarpsgjald aftaná fleiri áminningar og ávaringar, so kemur politiið Ein lítil upphædd, eitt nú útvarps og sjónvarpsgjald kann verða nóg mikið ul at tú verður heintaður mitt á nátt fyri at meta í fútarættinum. Men tilikt hendur ikki ofta. -Mannagongdin er hendan. Tann sum skyldar fær fyri áminningar frá tí sum eigur pening ul góðar. Vit kunnu taka útvarpiðog sjónvarpið sum dømi. Hjålpir hetta ikki verður málið sent til sakførara, sum eisini setur seg í samband við skuld- aran. Hjálpir hetta heldur ikki, endar málið í fúta- rættinum, sum setir skuld- aranum stevnu. Møltir skuldarin ikki, so gevur fútarætturin okkum boð um at syrgja fyri, at stevndi møtir. Vit senda skuldaranum boð um at meta skrivliga og siga honum eisini frá, at møtir hann ikki, so kemur politiið og handtekur | hann, sigur vakthavandi á politistødini. —Men tá málið er komið so langt, tá hava tey allar- flestu longu antin gjørt eina avtalu við fútarættin, ella hava goldið. Tó er tað nøkur, sum eru ring at fáa hendur á, sigur vakt- havandi. --Fáa vit ikki hendur á fólki um dagin, so er størri møguleiki at hitta tey á nátt, og vit taka fólk á poliustødina bæði klokkan trý á nátt og klokkan fimm um morgunin, fólk, sum skulu meta í fútarættinum klokkan níggju um morg- unin. Tey mugu so vera á stødini og vit fylgja teim- um í rættin, sigur vakt- havandi. -Vit hava rætt til at handtaka fólk nær tað skal vera , hava vit fingið boð frá fútarættinum. Men ávaringarnar og áminn- ingarnar eru mangar, áð- renn vit koma uppí leikin. Ongin kann siga, at vit koma óvantað, sigur vakt- havandi. jústinus erð til Eyðafjarðin Útgerð sum var nýtt til tunnilin Kalbaksbotn/Siglabø er leigað til Íslands Danska byggifelagið Høj- gård & Shultz hevur leig- að ein boriviogn frá lands- verkfrødinginum var nyttir til Hesin tunnilin millum Kalbaksbotn og Signabø Henning Jacobsen landsverkdrødingur, sigur, at útgerðin verður nýtt á Eyðafjørðinum í samband við eitt varnorkuverk Vestmannatunnilin bidar bert eftir betri fíggjarvánum. Mynd: Kalmar TILBUGVIÐ Útgerðin til undirsjóar- tunnilin undir Vestmanna- sund stendur og bíðar efur betri fíggjarvánum Tað er klárt at fara undir tunnilin undir Vest mannasund. Øll útgerðin er komin uppá pláss í rakkir gjørdar ul arbeiðs fólk at búgva í, sigur Henning Jacobsen Í Leynum stendur bori útgerðin klár, munnin er sprongdur inní fjallið og smiðja og annað sum skal ul er fingið ul vega. Ein maður gongur dagliga og ansar efur útgerðini. jústinus