mikudagur 13. februar 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 30 — 13. februar 1991
Á
% 44
vidhvørt bæði inn á
fólk og fæ
Hundar, ið ganga
leysir, gera seg
Argja kommuna og Tórshavnar kommuna hava skrivað til fútan
um at fáa samstarvsskipan viðvíkjandi arbeiðinum hjá hunda-
fangaranum, ið setast skal
Hevdi tað ikki verið fyri
løgtingsvalid og fólkatings-
valið, sum tóku so nógv
orku frá umsitningini hjá
býráðnum, var hundafang-
arin helst longu settur í Suð-
urstreymoy.
Tað sigur Jens Marius
Poulsen, skrivstovustjóri í
Tórshavnar býráð.
Men nú er málið tikið
fram aftur, og í seinastu
viku sendu Argja kommuna
og Tórshavnar kommuna
eitt felags skriv til fútan um
at fáa ein fund.
Kommunurnar báðar
hava gjørt uppskot til,
hvussu arbeiðið hjá hunda-
fangaranum skal verða, og
lagt verður upp til samstarv
millum kommunumar og
løgregluna. Eftir uppskot-
inum verður tað hundafang-
arans uppgáva at taka harra-
leysar hundar og finna eig-
aran, men tað kann verða
neyðugt hjá honum at fáa
løgregluna at hjálpa sær í
summum fórum. Havnar
kommuna hevur eitt stað,
harhundarnir kunnu goym-
ast. Gjald skal verða fyri at
goyma hundarnar, og regl-
urnar mugu eisini siga nak-
að um, hvør skal krevja
pengarnar inn.
Kommunurnar lýstu i
summar eftir hundafangara,
men starvið varð ongantíð
sett tá. Fleiri umsóknir
komu tó inn, og valt verður
millum teirra, tá starvið skal
setast.
randi
Lossa nú við molan
Fraktskipini, sum hverja
viku lossa í Havnini, leggja
ikki longur at inni við
bryggjuna undir gomlu
pakkhúsunum.
Mánadagin varð fyri
fyrstu ferð roynt at lossa við
molan, har ætlanin eisini er,
at skipini skulu lossa í
framtíðini.
Sjálvt um alt havnarar-
beiðið ikki er liðugt enn, eru
fraktskipini longu flutt, fyri
at betur skal bera til at ar-
beiða har inni, har strand-
faraskipini í framtíðini
skulu leggja at. Arbeiði er
fram har inni á bryggjuni.
Eitt pakkhús skal takast nið-
Mánadagin vóru frakt-
skipini fyri fyrstu ferð
og lossaðu við molan,
har tey í framtíðini
skulu leggja at. Av
somu orsøk vórðu
nýggju pakkhúsini
eisini bygd har úti
ur og eitt annað byggjast
um.
At lossa við molan var
eingin trupulleiki, men
heldur trongligt var við
bryggjuna. Smyril noyddist
at leggja at úti á molanum,
har hann leggur at um
summarið, og Tróndur og
Dúgvan skiftust um plássið
fram við bryggjuni undir
Skipafelagnum. Tá strand-
faraskipini flyta, verður
betri.
Tað er serliga månadag, at
tað er eitt sindur tvørligt, tí
tá eru øll frakskipini í senn á
Havnini. Mánadagin vóru
íslensku skipini tó seinkað.
Tey komu ikki fyrr enn
Lysnåttina.
randi
503
Byrja fyri
teg sjálva!
Kvinnusamskipan
Føroya
skipar fyri skeiði fyri kvinnur,
sum hava hug at stoyna egið
virki
Tað er ikki óvanligt, at
kvinnur byrja fyri seg
sjálvar. Nøkur dómi hava
vit eisini i Føroyum um
kvinnur vid egnum virki.
Men onkursvegna halda
kvinnur flest seg ikki lika
væl ul sum menninir at
byrja fyri seg sjålvar. Ein
orsøkin er sjålvsagt, at
teimum ofta vantar pengar
at byrja vid.
Tær eru tó nógvar, sum
hava hug at byrja sjálvar,
men skulu hava eitt spark
fyri at leypa úti.
Og hesar fáa nú møgu-
leikan.
Leygardagin 23. februar,
næsta leygardag, verður
skeið í Norðurlandahúsi-
num fyri kvinnur, sum
hugsa um at stovna egið
virki. Kvinnufelagssam-
skipan Føroya skipar fyri.
Tílík skeið fyri kvinnur
hava verið í grannalondum
okkara. |
- Vit hava ætlað hett
leingi, og nú arbeiðsloysið
gkist, skuldi eitt slíkt skeið
ikki havt minni tydning,
sigur Karin Kjølbro, sum er
ein av fyrireikarunum.
Skeiðið er lagt til rættis í
samstarvi vid Netlink A/S i
Oslo og Nordisk Erhvervs-
planlægning i Keypmanna-
havn. Tvær kvinnur frå
hesum báðum fyirtøkunum
koma higar til skeiðið. Tær
hava drúgvarroyndir í at
halda slík skeið, sum tær
hava havt bæði í Norð-
urlondum og í EF-londum.
Skeiðini eru væl umtókt og
hava mangan havt við sær,
at kvinnur hava torað at
byrja fyri seg sjálvar og
harvið havta skapt nýggj
arbeiðspláss.
Um hetta skeiðið eydnast
væl, er ætlanin at havaeitt
annað sekið seinni. Tað
verður fyri kvinnur, sum eru
komnar longri á leið við
virkisætlanum sínum.
A hesum skeiðinum
verða eisini — føroyskar
kvinnur, sum hava egið
virki. Tær fara at siga frá
sínum royndum.
Annars verðafyrilestarar,
bólkaarbeiði, orðaskifti og
arbeiði við itøkiligari virk-
100 kvinnur kunnu koma
við á skeiðið. Tað er ikki
neyðugtat tekna seg framm-
anundan. Kostmaðurin er 50
krónur fyri at luttaka.
Skeið sum hetta eru alt
annað enn ókeypis. Men
Kvinnusamskipan Føroya
hevur fingið góðan stuðul.
Atlantic Airwaishevur giv-
ið ferðaseðlarnar tl út-
lendsku kvinnurnar, Norð-
urlandahúsið leggur hús til
og rindar eisini helvtin av
útreiðslunum.
Skeiðið byrjar klokkan 10
um morguni og heldur fram
ul kl. 19. Luttakararnir
kunnu keypa sær mat i
matstovuni i Norðurlanda-
húsinum.
Solitude er eitt dómi
um, at kvinnur i Før-
oyum hava stovnað
egið virki