Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 13. februar 1991 Gera nógv burturúr EF Sjóvinnubankin heldur í næstu viku råOstevnu í sambandi við, at viðurskiftini í Europa eru fyri stórari broyting Sjóvinnubankin lýsir í hes- um døgum einsamallur við eini ráðstevnu um broyting- amar í Europa. Arbeiðs- bólkurin hjá landsstýrinum viðvíkjandi EF-spurning- um hevur einki við ráð- stevnuna at gera. Heldur ikki hava hinir peninga- stovnarnir í Føroyum eru við í tiltakinum. Sjóvinnubankin = hevur ikki tíkið stóðu til, hvørja stóðu Føroyar eiga at taka viðvíkjandi EF-limaskapi ella fríhandilsavtalu. Við ráðstevnuni vil Sjóvinnu- bankin bara seta gongd á orðaskifti, sigur bankin.Á tíðindafundi týsdagin fýlt- ust stjórarnir í Sjóvinnu- bankanum á politikararnar, sum einki gera við EF- spurningin men bara vísa til, at Føroyar í 1974 avgjørdi ikki at fara uppí. Uttan mun til hvørja støðu "groyar fara at taka, so verður neyðugt við nøkrum broytingum. Ma. má »ankal6gin broytast. Onnur ond, sum ikki eru farin uppí, hava eisini broytt sína Og, tí tað eru fyrimunir við at hava eins lóggávu m.a. fyri at kunna sammeta viðurskiftini í løndunum. Sjóvinnubankin vil við ráðstevnuni hava fram, hvørjar avleidingarnar verða fyri Føroyar, tí neyð- ugt er at fyrireika seg. Upprunaliga ætlan bank- ans var, at útvarpið og sjónvarpið skuldu vera við sum innbjóðarar, men tað vildi stovnarnir ikki. Í staðin bleiv tað til, at Tróndur Djurhuus í sjónvarpinum fer at leiða ein fund. velja út spurningar, og Jógvan Jesp- ersen, útvarpsstjóri, verður fundarstjóri. Harnæst skulu lotimidlarnir senda frá fundinum. Ráðstevnan verður týs- dagin 19. februar frá kl. 16.30 til 19.30. Har verða triggir fyri- lestrar. Danski fiskimála- ráðharrin Kent Kirk fer at tosa um EF, Per Kleppe, sum er fyrrverandi norskur ráðharri og fyrrverandi að- alskrivari í EFTA, tosar um EFTA, og Jógvan Sund- stein, varaløgmaður og fíggjarmálaráðharri skal lýsa stóðu Føroya til felags- skapirnar báðar. Um kvøldid verður pall- borðsfundur, har umframt teir tríggjar fyrilestrahald- ararnar vera Arni Olafsson úr danska uttanríkisráð- num, Per Vinther, stjóri á EF Kommisiónsskrivstov- uni í Danmark og Birgir Danielsen, sum er løgtings- maður og ongantíð hevur dult, at hann er fyri lima- skapi. Sjóvinnubankin ger ann- ars sinar egnu fyrireikingar til broyttu vidurskiftini i EF. Starvsfólk hava verið uttan- lands og fingið útbúgving, og bankin hevur sett tveir arbeiðsbólkar við cand. merc. lesandi føroyingum niðri, sum arbeiða við teim- um broytingum, ið fara at åvirka heimaidnadin og hvønn tydning tær hava å tað fíggjarliga. randi Rådstevnan avgjørdi fyri einum åri sidan at halda hesa rådstevn- una, sum ikki kundi verða fyrr enn nå or- sakað av valunum í heyst. A myndini, sum Kalmar tók á tíðinda- fundinum týsdagin, síggjast frá vinstru tríggir av Sjóvinnu- banka-monnunum: Uni Danielsen, Stein- grimur Nielsen og Ed- vard Heen Til lInumenn — húkur er so mangt Til landsstyriskvinnuna Hýsið mær vinarligast hesum reglum i ærada bladi tykkara Sosialinum. Tá tað hevur snú seg um at lýsa trupulleikarnar í fiskivinnuni og at ávísa frægastu loysnirnar, so hevur tað altíð verið Sosialurin, ið staðið hevur fremst í hesum stríði. Hetta kann bæði sigast um blaðsins egnu skriving og tað aðrir hava skrivað. Serstaka tøkk eigur John Smith fyri hansara ótroyttiliga strid fyri at fáa gongdini vendari rætta vegin — altíð væl undirbygt og framskygt. At vit sjálvir hava verið við til at niðurfiska okk- ara lívsgrundarlag, kunnu vit, sum steðan er, ikki longur bert harmast um. Vit mugu taka okkum saman og byrja av nýggj- um við tí lítla vit hava og leggja alla orku í at fáa írestandi fiskin uttaneftir, so einki fólk í flakaídn- aðinum verður arbeiðs- leyst. Sum trolaramaður skal eg vera hin fyrsti at við- ganga, at hesin veiðihátt- ur er í so bonskur. Heldur ikki fæst altíð besta góðska burtur úr fongin- um. Men serliga vánalig er góðskan á partogara- fiskinum, sum í longri tíð verður sperdur og kleimd- ur av hesi egiligu tómeg- ini, sum mangan verður nýtt. Skil var kanska í hesum, tá vit rendu okkum inn í oljukreppuna í sjeytiárun- um, men skilagóða stovnsrekt og bestu Sosíalurin — góðsku fáa vit ikki við hesum veiðihátti. Eg eri framvegis trol- aramaður og eri helst ov gamal at skifta til okkurt annað ella »betri«. Men at lína í einum- hverjum líki skal vera ein- asta rætta saman við eitt nú snelluni er bert hálvur sannleikin. Veruleikin er tann, at tann nógvi snelluupsin helst er smærri í meðal enn trolaraupsin. Góðsk- an hevur kanska munin. Men skal húkurin, sum alt bendir á, fáa betri rása- rúm, so má hesin hava ávísa stedd, um hann ikki skal taka tað smáa, sum sterra meskavíddin varð ætlað at síla frá við trol- veiðuni. Latið okkum eisini fáa skilagóða reglugerð fyri loyvda húkastedd. Ann- ars kundi hent, at smærri fiskurin ella undirmåls- fiskurin eisini verdur tikin í ótíð. Trolaramaður BILRØKT Plåtu- og Sproytuverkstadur Ger bil fyri folk úr bygd og i by Pf. BILRØKT v/ Simin i Dali Akranesgøta 11 - Tlf. 15556 OKKARA GÓÐSKA - TIN TRYGD i Sjonvarpsmålum, Maritu Petersen Nu fari eg at heita å teg, um tú kanst bera so í bandi, at vit úti á bygd kunnu fáa somu rásir inn á sjónvarpsnetið, sum tey í Havn fáa, tí so kunnu vit eisini freast yvir sjón- varpsgluggan, sum vit hava í stovum okkara, tá ymiskt verður at síggja. Men tað, sum liggur mær fremst í huga, er Euro-sport, tí tá hava vit meguleikan at síggja allan tann ítrótt, sum er frammi í dag, tí í SvF síggja vit ongan ítrótt longur. J.A.S., sjónvarpsstjóri, sigur, at tað er ongin grund hjá teimum at senda ítrótt longur, tí øll í Havn síggja ítrótt via Parabol, sum Havnar Kommuna hevur syrgt fyri. Tað er keðiligt, at tað vísir seg, at Havnin er ALFA og OMEGA, hvat Útvarpi og Sjónvarpi við- víkur. Ein sera spentur, hvat fer at henda fimm ferðir um vikuna! ER VR 8