Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 31 — 14. februar 1991 Seinasta vár fingu nakrir unglingar loyvi til at læna húsini, sum býráðið keypti fyri nøkrum árum síðan í Gundadali niðanfyri ítrótt- arhøllina. Teir vóru tá 22 í tali. Nak- að frammanundan høvdu teir skipað seg í felag, ið fekk navnið Teldhugi. Navnið sipar til, at teir ar- beiða við teldum, og at teir eru eldhugaðir. Teir lýstu ikki beinleiðis, tá teir stovn- aðu felagið, men nakrir teirra kendust, og so komu nakrir vinmenn teirra aftrat. Nú eru teir 35. Í fleiri mánaðir arbeiddu teir við at seta húsini í stand. Tað tók sína tíð, tí teir vóru flestallir skúladreingir, og skúlin kravdi sína tíð. Men í mánaðir arbeiddu teir stútt aftaná skúlatíð og í viku- skiftunum við at umvæla. LAGT STORT ARBEIÐI I Húsini eru heldur ikki til at kenna aftur. Teir hava málað og tapetserað, sett lampur upp o.s.v. Tilfarið hava teir alt goldið sjálvir. Innbúgv var einki í húsi- num, og tað fingu teir eisini sjálvir ul vega. Frá handl- um, felgum og stovnum, sum skiftu út, og sum teir onkursvegna høvdu sam- band vid. Hvørt bordid, stólurin og lampan hevur sin fyrrverandi eigara. Streym nytsluna gjalda teir sjålvir fyri. Býráði rindar tó hitan. Mál teirra eru høg, sum tey eru orðað í endamáls- greinini hjá felagnum. At menna áhugan á ti tøkn- frødiligu = síðuni millum manna í Føroyum. Vera við ul at virka fyri, at Føroyar verða meira sjålvstødugar innan fyri tøkni- og teldu- heimin. At virka fyri, at fólk við somu áhugamálum kunnu savnast og sostatt kunna læra og menna hvønn annan. Tyskvøldid var Sosialur- in og vitjadi teir i Teldhuga. Hetta kvøldid vóru teir ikki so nógvir, tí teir flestu vóru upptiknir heima av at skriva uppgávur til skúlan. ALLIR HAVA LYKIL Teir hittast ikki nakran ávísan dag í Teldhuga, men ofta siga teir hvørjum gør- um frá. Allir limirnir hava annars lykil og kunnu fara í felagið, tá stundir eru. Felagið sjálvt eigur onga útgerð. Teldur eiga teir sjálvir, og hon verður tikin við heimaftur hvørja ferð. Ætlanin er, at felagið skal keypa teldur og slíkt, so eisini tey, sum ikki eiga tól, kunnu koma við. Men enn hevur felagið ikki pengar til tað. Teir gjalda 250 krónur í limagjaldi um hálvárið. Tá teir eru saman, sita teir og arbeiða við ymsum skráum, gera grafikk, smíða lóg, gera myndir og annað. Hava teldhuga Síða 3 35 ungir mans í Havnini hava innrættað seg í húsum hjá býráðnum í Gundadali, har teir við lív og sál arbeiða við teldum og elektronikki. Hetta er teirra ungdómshús Elektronikkur er eisini eitt øki, sum arbeitt verður við. T.d. hava teir sjálvir gjørt eina tjóvarí-ávaringarskip- an til húsini. Gamlar teldur, ið ikki verða brúktar longur, havateir fingið ymsa staðni, og úr teimum taka teir so lutir, ið kunnu nýtast, tá teir royna seg í elektronikk- inum. LÆRA HVØNN ANNAN Tá teir sita heima og arbeiða, hendir tað av og á, at teir renna seg inn í onkra forðing, og tá kann vera hent at koma í felagið og tosa við hinar um, hvussu spurningurin kann loysast. Vidhvørt sita teir eisini bara og tosa um ymiskar teldu- spurningar og koma við hugskotum. Tá meira gongd er komin á felagið, ætla teir at fáa køn fólk inn at halda fyrilestrar og greiða frá, hvussu ymist kann gerast, tí tað er ein máti at økja um kunnleikan. HUG AT SKAPA Fólk, sum ikki kenna nakað til at arbeiða vid teldum og elektronikki, hava óivað ilt við at skilja, at teir leggja so nógva orku í felagið, men Jens Pauli Rasmussen, sum er formaður, og Einar Carls- son, báðir. líka eldhugaðir, duga væl at lýsa, hvat dreg- ur verkið: - Tað er hugurin at skapa, brúka hugflogið og nýta tað ul nakað. Vit hava eisini stóran áhugafyri tøknfrød- ini, siga teir. Tað er álvari, tá teir sita í felagnum og arbeiða, men ikki so álvarsligt, at ikki eisini bertil at spæla. Fyri at varðveita álvaran, hava teir ti gjørt av, at eitt fast kvøld um vikuna er til spæl. Og bara tað kvøldid. Feløg sum Telduhugi eru eisini í ødrum londum. Aðrastaðni verða feløgini stuðlað av býráðnum ella landinum ella av fyritøkum. Fyritøkurnar hava áhuga, tí uppfinningar verða meira enn so gjørdar, tá teldu- áhugað fólk sita saman og arbeiða, siga teir. Aðra- staðni eru eisini meira ul- komin fólk uppí, og teimum æltar hesir dreingirnir at lata dyrnar upp fyri, tá teir hava ment felagið meira. IKKI BARA FYRI DREINGIR Tað er ikki úlæltað, at teir bara eru dreingir í felag- num. Gentur kunnu líka væl koma uppí, um tær áhuga fyri ti. Tær munnu eisini fara atkoma, halda teir. Tær fara ói vað at gera tað hugna- ligari, halda teir. Annars hava dreingirnir tað bæði reint og hampiligt inn. Ahugi teirra fyri tøkn- frødini er ikki so stórur, at teir gloyma alt annað uttan- um seg í lívinum. Tað kann meira enn so henda, at onk- ureina tíð ikki læst við hetta ítrivið, teir fara í býin sum aðrir unglingar o.s.v. Og í felagnum er tað ikki bara teldur og eletronikkur. Í kjallaran hava teir borð- tennisborð at fara til, tá teir hava hug at røra seg eitt sindur, og i køkinum sita teir mangan og práta aft- urvið einum kaffimunni. Hetta er teirra ungdómshús. Teir halda sera gott skil á inni. Limirnir í håsanevnd- ini skiftast um at keypa tað, ið krevst fyri at halda reint og tílíkt. Húsareglurnar eru strangar. Hurðin er læst, tí ta er kostnaðarmikil útgerð, teir arbeiða við. Inni er ikki loyvt at roykja, og sterkur lýgur má ikki vera inni. Gestir vilja teir ikki hava inn. Men hinvegin vænta teir at fáa fleiri limir. Og tað harmar teir nógv, at herverk hevur verið framt móti húsunum. Eitt heilt vindeyga er brotið, og slíkt kostar at skifta út. Nú bíða teir spentir eftir, hvat býráðið fer at siga. Um teir fáa loyvi at verða verandi í húsunum. Ein partur av figgjarnevndini hevur verið og viljað og sæð, hvussu teir hava inn- Teldhugi er ikki fyri børn. Felagið er bara 8 fyri 10. floksnæmingar " og eldri. Flestu teirra eru skúlanæmingar, men tað er sjálvsagt eingin treyt. Hetta kvøldid, Sosial- urin vitjaði teir, høvdu á teir eisini gamlar, í avlagdar teldur Í frammi. Úr teimum í fáa teir lutir, ið kunnu í brúkast til mangt og Í hvat. Hugflogið vantar ikki rættað seg. Ætlan byrådsins hevur verið at selt håsini, men nú skal fíggjarneyndin taka stóðu ul, um Teldhugi kann fåa fast innivist i husunum. Teir væntadu at fåa svar hesa vikuna, men sum skilst er målid ikki å fundinum í dag hjá fíggj- arnevndini. randi ae Vaksan av lit- myndum, Kodalux kr. , 0 fyri hvø Prisurin er galdandi f 50x70 cm R litmyndir rja rå lit-negativum Vanl. prisur 169.- hvør Dias, vanl. prisur 215.- NU 90: hvør SMS FOTO TLF. 19820 Tilbodid er galdandi til 4/3