mikudagur 26. februar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 39 - 26. februar 2003
Nr. 39 - 26. februar 2003
25
Útibarnagarðurin
Fjallafípan í Klaksvík søkir eftir
námsfrøðingum og hjálparfólki
Í samband við at barnatalið í Útibarnagarðinum
Fjallafípuni verður økt, verður søkt eftir náms-
frøðingum og hjálparfólki.
• 1 námsfrøðingi at byrja 15 mars 40 tímar um
vikuna, 1 námsfrøðingi at byrja 1. apríl ella eftir
avtalu 30 tímar um vikuna
• 2 hjálparfólkum at byrja 1. apríl 30 tímar um
vikuna.
Í okkara dagliga arbeiði leggja vit m.a. stóran
dent á:
• at skapa álit og tryggleika,bæði fyri foreldur og
børn, soleiðis at tey ekkaleys kunnu fara til
arbeiðis og vita sær, at børnini eru í góðum
hondum
• at vit seta okkum inn í støðuna hjá tí einstaka
barninum
• at skapa fjølbroyttar menningarmøguleikar í
einum kreativum umhvørvi
• at hava gott foreldra- og starvsfólkasamstarv
Útibarnagarðurin Fjallafípan er ein kommunalur
stovnur,sum liggur í einum sera náttúruríkum og
avbjóðandi umhvørvi tætt við haga og fjøru.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Komm-
unala Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum skulu verða stovninum í hendi í seinasta
lagi 7. mars.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Útibarnagarðurin Fjallafípan
v/ Jóhannu Vest
FO-700 Klaksvík · tlf. 458415
Lesið
internet
Sosialin !
Lýsið
við
brúktum
bilum
Frá Arbeiðara-
felagnum Hæddini
Ársaðalfundurin, sum varð lýstur at verða 22.
februar 2003, er útsettur til 8. mars 2003.
Arbeiðarafelagið Hæddin
Skeið í byggijura
Um nóg nógv tekna seg skipa Arkitektafelag
Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggi-
frøðingafelag, Byggiharrasamtak Føroya og Føroya
Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafel-
ag fyri skeiði í byggijura.
Skeiðið er ætlað handverksmeistarum, teknikarum,
byggifrøðingum, verkfrøðingum, arkitektum, løg-
frøðingum og banka- og sparikassafólkum, sum
fáast við bygging.
Innihaldið á skeiðnum
Á skeiðnum verður undirvíst í løgtingslógini um
útbjóðing v.m. og í avtalugrundarlagnum millum
byggiharrar og arbeiðstakarar ABF 92.
Á skránni eru m.a. hesi evnir:
• Avtalugrundarlagið
• Trygdir og trygging
• Útinning av enterprisuni
• Gjaldskyldan hjá Byggiharrum
• Tíðarfreistleingjan og seinkan
• Handan av arbeiðnum
• Manglum
Undirvísari
Undirvísari á skeiðnum verður Peter Andersen frá
Håndværksrådet.
Skeiðstaður og kostnaður
Skeiðið verður á Hotel Norð tann 3.og 4.apríl 2003.
Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 3500,- fyri hvønn
íroknað vistarhald.
Tilmeldingarfreist & -stað
Freistin at tekna seg til skeiðið er 14. mars 2003 í
Vinnuhúsinum á tlf.311864 ella á teldupostadressu:
industry@industry.fo
Sumbiar kommuna
TIl dagrøktina í Sumbiar kommunu verður søkt eftir
dagrøktara at byrja beinanvegin.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Komm-
unala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafel-
ag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Sumbiar
kommunu.
Umsóknirnar skulu verða Sumbiar kommunu í
hendi í seinasta lagi 7. mars 2003.
Sumbiar Kommuna
FO-970 Sumba
Tlf. +298 370344
Fulltrúi til Dátueftirlitið
Við hesum verður søkt eftir fulltrúa til skrivstovuna hjá Dátueftirlitinum.
Uppgávur
Viðkomandi hevur dagligu leiðsluna og ábyrgdina av Dátueftirlitinum. Arbeiðs-
uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um málsviðgerð, vegleiðing og
ráðgeving, fundarfyrireiking og luttøku á ráðsfundum, umframt kunnandi
virksemi herundir dagføring av heimasíðuni við kunnandi tilfari og gera
ársfrágreiðing.
Faklig førleikakrøv
Viðkomandi skal vera útbúgvin løgfrøðingur.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Viðkomandi skal hava hug og evni at arbeiða sjálvstøðugt og evni skrivliga at
málbera seg lýtaleyst á føroyskum. Kunnleika til edv á vanligum brúkarastøði
krevst.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Búskapar- og
Løgfrøðingafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið
Møguligir umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Turið D. Hentze, forkvinnu
í dáturáðnum tlf. 311460 fyri at hoyra meira um starvið.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu sendast
Dátueftirlitinum
Tinganes
Postboks 64
110 Tórshavn
og skulu vera Dátueftirlitinum í hendi í seinasta lagi 14. mars 2003.
Uppgávan hjá Dátueftirlitin-
um er fyrisiting av persóns-
upplýsingarlógini
Dátueftirlitið er ein óheftur
fyrisitingarmyndugleiki, sum
vísir til Løgmálaráðið.
Dátueftirlitið er skipað við
ráði og avgreiðsluskrivstovu
og hevur eftirlit við allari við-
gerð, sum lógin um viðgerð
av persónsupplýsingum fevnir
um.
Dagliga virksemi hjá Dátu-
eftirlitinum verður røkt av
avgreiðsluskrivstovuni. Ráðið,
sum landsstýrismaðurin setir,
er skipað við formanni og 2
øðrum limum..
Eftirlitið hevur av sínum
eintingum ella eftir klagu frá
einum skrásettum eftirlit við,
at øll viðgerð, sum lógin
fevnir um, bert fer fram í
samsvari við lógina..
Av øðrum uppgávum kann
nevnast vegleiðing og
ráðgeving av almennum
myndugleikum og privatum
viðvíkjandi skráseting og
víðarigeving av
persónsupplýsingum, viðgerð
av klagum og málum, sum
ráðið av sínum eintingum
hevur tikið upp, og viðgerð av
fráboðanum og umsóknum
um loyvir.
Dátueftirlitið hevur heimild
til at gera kanningar á stað-
num hjá almennum
myndugleikum og hjá
privatum.
Dátueftirlitið skal geva um-
mæli til ætlaða lóggávu, sum
viðvíkur persónsupplýsingum
og annars virka fyri góðum
dátuviðgerðarsiði.
ÚTBJÓÐING
Í sambandi við bygging av Eldrasambýli fyri
Gøtu Kommunu verður hervið boðið út
alment:
Betong- og kloakkarbeiði
Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til
Teknistovuna í Gøtu frá 27. februar við at
gjalda kr. 1000,- í veðhaldi á konto 6460-
1657404 í Føroya Banka í seinasta lagi 4.
mars.
Lisitatiónin verður týsdagin 18. mars kl. 1500
á kommunuskrivstovuni í Gøtu.
sp/f Teknistovan
v. Jens Kl. Jacobsen og Henning Olsen ráðg. Byggifrøðingar
FO-510 Gøta
tel: 44 21 05 – fax: 44 21 07
e-mail: klement@post.olivant.fo
Kappróðrabátarnir
8-mannafarið »Oyndri« og 5-mannafarið »Bylgjan«
verða hervið lýstir til sølu.
Áhuga ringi á tlf. 444370, 444539
ella 444918
Skrivstovulærlingur
Til skrivstovu okkara sóknast vit eftir einum røskum
skrivstovulærlingi.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og krevjandi
starv sum gevur tær nógvar møguleikar at royna alt
tað tú hevur lært á FHS ella á HH.
Arbeiðið umfatar millum annað:
• vanliga kundatænastu
• at bóka debitorar/kreditorar
• at fakturera
• at røkja debitorar
• og alt annað vanligt skrivstovuarbeiði
Tú hevur FHS ella HH prógv og stórur fyrimunur er
um tú hevur góðan førleika at arbeiða á teldu.
Send umsókn og avrit av prógvum tínum til okkara.
Blíðar heilsur
P/F Thomas Dam Ítróttur
og Damfar Heilsøla
Niels Finsensgøta 5
110 Tórshavn
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
25
24