Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Scansat/TV3 Fríggjadagin kl. 21.00: In The Heat of The Night Eitt verkfall er byrjað í eini verksmiðju í Sparta, og Gillespie óttast avleiðingar- nar. Fyrru ferð, verkfall var, doyðu seks fólk, men hesuferð er enn eingin deyður ella skaddur. Fyristeðumaðurin á verk- smiðjuni, Britten, aftrar seg at geva eftir fyri krevunum hjá fakfelagnum, og vend- ir sær til politikaran Stiles, sum leingi hevur roynt at útvegað arbeiðsleysum arbeiði Fríggjadagin kl. 22.03: Storm Warning Amerikanskur filmur frá 1951. Marsha Mitchell kemur til ein lítlan bý í Suður- amerika at vitja systur sína, Lucy, sum nýliga er gift. Hon sær, at allir handlar eru í ferð við at steingja, hóast klokkan er ikki so nógv. Og brádliga sær hon, at Ku Klux Klan-limir myrða ein ósekan mann. Og sjálvur drápsmaðurin er eingin annar enn svágur hennara, Hank. Nú veit hon ikki, um hon skal vitna ímóti honum ella fyri fyri systur sína skuld tiga. Doris Day og Ginger Rogers Leygardagin kl. 17.00: The Young Riders Bill Cody droymir um at gerast hetja, og nú sær út til at hetta fer at eydnast hon- um. Teaspoon biður hann fara við týdn- ingarmiklum boðum til ein tænastumann innan krígsmálaráðið. Cody fer, og upp- dagar, at mong eru tey, ið fegin vilja hava fatur á boðunum. Hetta er tað vandamiklasta arbeiðið, hann nakrantíð hevur framt. Leygardagin kl. 22.00: The Cat and The Canary Amerikanskur stumfilmur frá 1927. Nøk- ur fólk savnast í einum spøkilsishusi at frætta, hvat stendur í einum tjúgu ára gomlum testamenti. Tey eru ovfarin at uppdaga, at allir pengar eru skrivaðir einari kvinnu í familjuni, men bert um hon er við sínar fullu fimm. Tað er hon enn, men skjótt skal tað eydnast hinum at gera hana svaka Sunnudagin kl. 19.00: The Secret of My Success Helen Slater og Michael J. Fox Amerikanskur filmur frá 1987. Brantley Foster er drongurin av bygd, sum kemur til New York at finna eydnuna. Har fer hann til pápabeiggjan Howard og biður hann hjálpa sær. Hesin er sheriffur og letur bróðursonin fáa arbeiði í einum postrúmi, men Brantley ætlar meira enn hetta. Hann lesur allan postin og sær skjótt, at fyritøkan er misrekt. Eitt skrivstovuheli stendur temt á stjóra- gongdini, so har flytur Brantley inn og ger um seg. Eingin spyr hann, hvat hann ger har. Tí fyritøkan er so stør, at tað, sum fer fram í einum húsum, vita hini í hinum húsunum einki um. Soleiðis held- ur Brantley fram at spæla tveir leiklutir Sunnudagin kl. 22.05: Remington Steele Laura er móð av at Remington alla tíðina blandar seg upp í tað, hon ger. Í eini roynd at gera steðuna betri, setir hon sær fyri at læra hann, hvussu ein detek- tivur arbeiðir. Hon biður hann koma við sær eini arbeiðserindi. Tey fara til Mike Ito. Bróðir hansara er júst deyður av bil- vanlukku. Mike vil vita, hvussu vanlukk- an hendi, tí hann hevur illgruna um, at hetta var ikki ein vanlig vanlukka. Og hann hevur rætt Mánadagin kl. 16.30: Turtles Amerikonsk teknireð um fýra skjaldbek- ur, sum eita: Leonardo, Raphaelm Michelangelo og Donatello. Upprunaliga vóru tær vanligar skjaldbekur, men eftir at hava verið í radioaktivum avfalli í eini kloakk í New York, broytast tær og fara at líkjast menniskjum. Rottan Splinter fór at læra tær upp at gerast krígsmenn, Nr. 32 — 15. februar 1991 »Teenage Mutant Hero Turtles« og nú hava tær úr at gera at fanga brots- menn, men tær geva sær eisini tid at eta pizza, sum teimum dåmar væl. Mánadagin kl. 20.03: Found Money Amerikanskur filmur frå 1983. Data- flogvitið Max Shepherd frættir, at bank- in, hann arbeidir i, ætlar at siga honum upp fyri at spara. Max gerst i ødini, og tað verður ikki betur, tá ið hann hittir vaktarmannin Sam Green, sum eftir at hava starvast í bankanum í nógv ár, er uppsagdur. Max fer at hevna seg. Hann fer inn á kontoirnar hjá bankanum og flytur yvir á sína konto. Sam og hann fara at bíta pengar út millum fólk í Man- hattan, fólk sum hjálpa eðrum Dick Van Dyke Týsdagin kl. 19.03: The Land Raiders Amerikanski western frá 1969. Vince Carden ræður í einum lítlum býi í Ari- zona, har hann býr. Framferð hansara, m.a. tað at hann keypir skallar av dripn- um apachum, hevur rikið bæði konu hansara og bróðir hansara, Paul, úr bý- num. Men Paul og Vince hittast aftur. Vognurin hjá Paul verður álopin av apachum, sum vilja hevna seg inn á Vince, og bert Paul og Kate Mayfield liva eftir. Telly Savalas Mikudagin kl. 22.03: Løgregluliv Familjustrid Burnside og Roach gera eina razzia og handtaka ein mann, sum er ósekur. Hes- in hóttir vid at stevna teimum. Sonur Cryer, Patrick, skal fyri í rættinum, ákærdur fyri at hava dripið eina gentu or- sakað av hættisligari bilkoyring. Cryer er á veg til sonin, tá ið ein ung genta kem- ur til hansara. Hon sigur seg eita Bobby — eftir einum Bobby Cryer, sum er løg- reglumaður á Sun Hill... Mikudagin kl. 22.30: Benson RA Øll hjá Gatling guvernøri arbeiða til seint á kveldi, og Benson og Kraus fara út at keypa teimum okkurt at eta. Teir eru ikki meira enn komnir í handilin, tá ið tveir óðir menn siga seg skula ræna handilin. Øll inni verða gíslar, og tå ið teir upp- daga, at tveir gíslar arbeiða fyri guver- nørin, økist krav teirra. Hósdagin kl. 22.03: McCall Susan Wilhite hevur í eini skjótivan- lukku skotið drongin hjá sær til deyðis, tá ið bæði luttóku í einum krígsleiki, sum ein av starvsfeløgunum hjá Susan skip- aði fyri. Nú hóttir onkur hana, Susan veit ikki, hver tað er, og tí setir hon seg í sam- band við McCall.. Hósdagin kl. 23.00: Tarendol Triði partur av fronsku sendireðini um kærleikan millum bóndasonin Jean Tarendol og Marie, rektaradótturina. Jean er farin til París og hevur fingið arbeiði. Men hóast hann hevur úr at gera og hittir nógv fólk, hugsar hann bara um Mariu, og hann vónar at hitta hana aftur. Imeðan hevur Marie uppdagað, at hon er við barn og veit ikki síni livandi ráð.