Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðstjóri søkist til fakfelags- og fiskivinnublað Foroya Fiskimannafelag og Feroya Ar- beiðarafelag fara í næstum undir reglu- liga blaðútgávu. Ætlanin er at geva eitt blað út aðru hverja viku og skal blaðið serliga leggja dent á fakfelags- og fiski- vinnuvidurskifti. | | Í Í 1 | Í | | At stjórna hesum blaði verður søkt eftir | journalisti. Lon og starvsviðurskifti eftir | avtalu. Umsóknir skulu sendast Føroya | Fiskimannafelag, box 58, 110 Tórshavn, | og skulu umsóknir vera felagnum í Í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. febr- uar Føroya Arbeiðarafelag | Feroya Fiskimannafelag VHF-skeið Treytað av nóg stórari luttøku byrjar VHF-skeið í skúlanum á Giljanesi 18. februar, kl. 19.00. Tekning á tlf. 32549. Miðvágs Sandavágs Kvøldskuli Til javnadarkvinnur FUNDUR fyri javnadaråhugadum kvinnum i Føroyum verður í hølum Suðurstreymoyar Javnaðarfelags á Argjum leygardagin 16. februar Evnið á fundinum: Kvinnur í politikki Byrjað verður kl. 11. Um middagsleitið verður slit. Fundurin heldur so fram til kl. 17. Marita Petersen, landsstýris- kvinna, fer at greiða frá landsstýrisar- beiðinum. Fyrireikararnir Nr. 32 — 15. februar 1991 Javnaðarflokkurin fremur nú ágang móti fiskimonnum Nú er so fyrsta uppskotið, sum viðvíkur fiskimonn- um, komið fram á ting. Ein skuldi trúð, at tað var lygn, men fyrsta upp- skotið frá nýggja javn- aðarleidda landsstýrinum snýr seg um at taka lóglig rættindi frá einum parti av fiskimonnum. Forsøgan Hetta er so ótrúligt, og skal her verða greitt frá forseguni hjá hesum máli. Tá vit fingu lógina um uppheggingarstuðul í fjør, var endamálið við lógini at keypa fiskiloyvi frá reiðarum. Ein náttúrlig treyt fyri at fáa upp- heggingarstuðul eftir hesi skipan, var at so kundi reiðarin gera við skipið, sum hann vildi, men hann kundi ikki fáa veitingar aftur frá tí almenna. Hetta var gjørt út frá teirri fyritreyt, at tað ber ikki til bæði at fáa í posa og sekk. Eitt skip, sum fekk upp- heggingarstuðul eftir hes- um treytum, var »Polar- borg 1<. Reiðarin sendi so skipið til New Zealand at royna um tað kanska funnust nýggir fiskimegu- leikar har. Men so tók landsstýrið ta heilt marg- háttligu avgerrð, at mann- ingin ikki skuldi koma undir vanliga minstulen, sum er galdandi fyri allar fiskimenn við feroyskum skipum. Hetta var ein heilt óskiljilig avgerð. Tí manningin hevði ongan uppheggingarstuðul fing- ið, og tí var einki moralskt grundarlag at taka nakað frá fiskimonnunum, tá teir nú einki hevdu fingið. Annars má tað eisini sigast at vera í stríð við alla rættaruppfatan, at seta ein bólk av borgarum uttanfyri lóg og rætt, tí onkur annar, í hesum fer- um reiðarin, hevði fingið pening frá tí almenna. Eisini má tað sigast at vera ein vánalig tekk til fiskimenn, sum fara hinu- megin knettin at finna okkum nýggjar veiðu- meguleikar, at taka teirra grundleggjandi innteku- trygd og borgararættindi frá teimum. Ólóglig avgerð Tá fiskimannafelagið fór at kanna málið, vísti tað seg skjótt, at hetta var ein ólóglig samtykt, sum landsstýrið hvði gjert. Samtyktin var nevniliga í stríð við aðrar reglur og lógir, sum tryggjaði ollum fiskimonnum minstulen. Vit fingu tó ikki hetta viðurkent við at venda okkum til landsstýrið sjálvt. Vit máttu sjálvir í holt við legfreðingar í Tinganesi, og teir funnu nærum uppá staðið útav, at nevnda samtyktin hjá landsstýrinum var gjerd í heimildarloysi. Tað sigur nakað um virðingina fyri lóg og rætti hjá tí lands- stýrinum, at tað kundi finna uppá at gera fiski- menn rættarleysar uttan at geva sær far um, hvert hetta var lógarbrot ella ikki. Men takkað verið FF og løgfrødingunum í Tinga- nesi varð ætlaða rættar- brotið steðgað og hesir fiskimenn fáa tær semdir, sum teir áttu samb. land- sins lógum. Nú kemur ágangurin frá javnaðarflokk- inum So kom valið og javnaðar- flokkurin vann sum kunn- ugt stórsigur. Tá hesin flokkur jú er verja hjá verka- og fiskimonnum, var øll grund til at halda, at hetta mál var avgreitt med alla, tá nú javnaðar- flokkurin kom á odda fyri eini nýggjari samgongu. Vit hildu, at tann „heilaga grøv var væl forvarad«, sjålvt um tann fiski- mannafiggindaligi fólka- flokkurin eisini var i sam- gongu. Semja skal jú vera millum samgonguflokkar- nar fyri at leggja eitt mál fram. Hóast hetta kemur nú á 24 ting uppskot um at lóg- festa hetta rættarbrot móti fiskimonnum, sum heimild ikki finst fyri í verandi lóggávu. Tað má sigast at vera heilt skak- andi, at eitt slíkt uppskot kann koma frá einum landsstýri, har javnaðar- flokkurin hevur meiriluta. Tað kann bera vera ein í bering fyri landsstýris- manningina hjá javnaðar- flokkinum, og hon er um hon er lumpað av fólka- flokkinum í hesum máli. Men skuldi tað hent, at javnaðarflokkurin veru- liga stendur aftan fyri hetta uppskot, so kann eg róliga lova ilt bæði vegna meg sjálvan og fiski- mannafelagið. Landsstýrið hevur longu framt lógar- brot í hesum máli Tað skal eingin ivi vera um, at hetta uppskot verður mett sum reinur ágangur móti fiskimonn- um. Ikki er tað bert upp- lagt órímiligt, men tað stríðir móti teirri heilt upplegdu rættarskipan, at ell skulu vera líka fyri lógini. Men herumframt hevur landsstýrið bein- leiðis framt lógarbrot í framløguni av hesum måli. Login um fiskivinnu- råd sigur nevniliga, at »landsstyrid leggur upp- skot til logir. . ., sum hava vid fiskivinnu at gera, fyri Fiskivinnu Starvsnevnd- ina til ummælis«. Hetta er ikki gjørt, og eftir øllum at døma ætlar hetta lands- styrid at ganga i fotaspor- unum hjå hinari samgong- uni í ti bert at fylgja lógini um fiskivinnuráð, tá tað passar í teirra kramm. Beinir fyri før- oyskum arbeiðs- plássum Eitt er tað, at hetta lands- stýrið neyvan tykist at verða fert fyri at útvega nýggj arbeiðspláss. Verri er at landsstýrið við ein- um slíkum beistaktigum uppskoti kemur at fækka um tey arbeiðspláss, sum eru. Heilt givið er tað, at tað fer eingin føroyingur aftur t.d. við >Polarborg l«, um hetta uppskot skuldi verðið samtykt. Áheitan á javnaðar- flokkin Syrgið fyri, at hetta upp- skot verður tikið aftur úr tinginum beinanvegin. Lítil er virðingin fyri okk- ara »parlamentarismu« frammanundan. Men kemur eitt slíkt uppskot til viðgerðar, ber í hvussu er ikki betur. Óli Jacobsen