leygardagur 16. februar 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33 — 16. februar 1991
Ítrótturin stýrir
øllum lívinum
segði Katrin Dahl á býráðsfundinum í Havn
hóskvóldið. Hon helt tað vera tiltrongt at fáa
orðaskifti um, hvussu stóra ávirkan itrótturin
hevur á alt og øll
Tá málið um at útbyggja
stadiongkið í Gundadali ar
fyri á býráðsfundi í Havn
héskvøldid, gjørdi býráðs-
formaðurin so skjótt av at
seta málið undir atkvødu-
greiðslu, at orðaskifti bleiv.
Katrin Dahl hevði nakað at
siga, men hon var ov sein.
Hon nýtti tó høvi løtu
seinni - tá langtíðarfíggjar-
ætlanin var til viðgerðar - at
bera fram síni sjónarmið, og
hon legði ikki fingrarnar
ímillum
Tað fall henni fyri bróstið,
at býráðið nú fer at brúka
nógvar pengar til at út-
byggja stadiongkið. Katrin
Dahl nevndi alla tíðina upp-
hæddina 40 mió. krónur,
sum samlaða útbyggingin
fer at kosta. Fyrstu trý árini
skal býráðið tó bert brúka
2,5 mió. til at útbyggja fyri í
Gundadali. Hon var greið
yvur, at tørvur var áeinum
velli aftrat, og hon atkvøddi
eisini fyri sum límur í
samgonguni.
Katrin Dahl legði dent á,
at hon ikki var ímóti ítrótt,
men hon hevði nakað at siga
um heilagu kúnna
IKKI MATNÁÐIR
- Eg eri ikki ítróttarfólk,
men eg havi ítróttarfólk í
húsunum og veit tí hvørja
ávirkan ítrótturin hevur,
segði Katrin Dahl, sum
kundi hugsað sær at fingið
orðaskifti í lag um ávirkan-
ina hjá ítróttinum á familju-
lívið, kristnilívið, gerandis-
dagar og heiligdagar.
Tá sjónvarpið kom til
Føroya, varð tosað nógv um
ávirkan. Kanningar vórðu
gjørdar, og fyriestrar hildn-
ir. Men sjónvarpið åvirkan
okkum ikki líka nógv sum
ítrótturin.
- Ítrótturin ávirkar okkum
fullkomiliga. Vit fáa ikki
etið døgurda saaman í friði,
tí so skal ein spæla, og ein
annar dóma. Sjálvt sunnu-
morgun verður spælt, og
farið er um kirkjutíð, áðrenn
tað er av. Hálvgum eitt fara
tey aftur út, so heldur íkki
sunnudag ber til at eta døg-
urða í felag. Gerandisdagar
eta tey flestu døgurda um
kveldið, men tá ber heldur
ikki ul, tí tey skulu út. Ong-
antíð er friður, segði Katrin
Dahl.
Og hon hevði meira enn
so upp á hjarta viðvíkjandi
ítróttinum:
EINGIN
JAVNSTØDA
- Eg eri ikki reyðsokkur,
men eg kann ikki lata vera
við at nevna munin, ið
gjørdur verður í ítrótti. Fót-
bólturin hjámonnum verður
settur fremst. Ongantíð
verður td. útvarpað frá
kvinnuhondbólti, ið heldur
ikki nakrantíð kemur í sjón-
varpið. Honbóltur fer fram í
høllunum, og tey gjalda í
dýrum dómum fyri hall-
irnar. Nú tosað verður um
brúkaragjald, er tað ein
spurningur, um ikki hevði
borið til at sett brúkaragjald
á fótbólsvallirnar.
Katrin Dahl helt eisini, at
býruin kundi kravt meira av
ítróttarfelógunum. At tey
hjálptu við til at halda býin
reinan. Tá ruddingardagur
hevur verið, hevur heilsu-
nevndin vent sær til ítrótt-
arfeløgini. Flestu ítróttar-
feløgini hava tikið væl ímóti
áheitanini, men nøkur hava
als ikki luttikið. Tað var ikki
ov nógv at krevja, helt
Katrin Dahl.
NOG MIKIÐ
Hon var gingin við til at gera
ein graslikisvøll aftrat í
Gundadali, ti henni varð
sagt, at ein graslikisvøllur
kostaði líuð meira enn at
gera niðara vgll aftur. Men
so kundi eisini vera nóg
- Eg eri ikki ítróttarfólk sjálv, men eg havi ítróttarfólk
heima og veit í, hvussu nógv ítrótturin ávirkar alt, segði
Katrin Dahl, sum harfyri ikki var ímóti ítrótti
mikið, helt Katrin Dahl.
Hon fekk sjálvandi nakrar
viðmerkingar fyri bersøgnu
orð síni frá Heðini Morten-
sen, sum vildi vera við, at
seinastu 10 árini hexði
kommunan bara brúkt 6-7
mió. krónur upp á Gunda-
dal. Tá kom Tórfinn Smith
við eini viðmerking. Hann
minú á, at fyri trimum
vikum síðan játtaði býráðið
einum fótbóltsfelag 4,5
mió. krónur, og somu
upphædd fekk eitt annað
felag fyri ikki so langari tíð
síðan. Tað er er ikki alt. So
kommunan hevur brúkt væl
meira enn 6-7 mió krónur til
stadionøkid, segði hann
randi
Skeið í alternativum
viðgerðarhættum
KFUM, KFUK, Meinigheitshúsið og Missións-
húsið við Landavegin í Havn skipa fyri skeiði í
alternativum viðgerðarhættum 2. og 3. mars
Leygardagin 2. mars verður
skeiðið í KFUK, og sunnu-
dagin 3. mars verður endað
við fundi í Meinigheits-
húsinum kl. 18.00.
Skeiðið er fyri øll, sum
hava áhuga fyri alternativ-
um viðgerðarhættum, men
neyðugt er at boða frá
frammanundan.
Skeiðið byrjar leygar-
morgunin kl. 9.00. Tá
verður m.a. inngangur um
ný-átrúnað/New Age. Eis-
ini verður nomið við, hví vit
hava nýátrúnaðarligar
rørslur. Fyrrapartin leygar-
dagin verður eisini komið
inn á, hvønn hátt hetta
verður gjørt. Heimsfatanin
og menniskjasýnið aftan-
fyri teir alternativu vid-
gerðarhættirnar verður eis-
ini tikið fram.
Seinni um dagin verða
viðgjørdir ymsir viðgerðar-
hættir, sum hava við likam
og fødi at gera.
Sunnudagin 3. mars verð-
ur fundur í Meinigheitshús-
inum, har evnið er: "Hvat
hevur kristna trúgvin at týða
fyri meg, tá ið talan er um
heilsu og sjúku?"
Lærari á skeiðinum
verður Peter O. K. Olofson,
sóknarprestur í Fuglafirði,
og Uni Næs verður skeið-
leiðari.
Skeiðið kostar 100 krónur
fyri hvønn.
Boðaðst kann frá luttøku
hjá Joonu Henriksen, tlf.
11928, Esmar Jacobsen, tlf.
14116, Niels J. Nielsen, tlf.
13388 og Una Næs, tlf.
11824 ella 18606, í seinasta
lagi 28. februar.
DAGUR Í YTRI
Síða 3
Orðaríkur
formaður
Tórhavnar býráð samtykti
á fundi 24. januar langtíð-
arfíggjarætlanina hjá bý-
ráðnum frá 1991 ul 1996.
Tá vóru ikki stundir til
ordaskifti. Tað var í staðin
á fundinum hóskvgldið.
Poyl Michelsen gjørdi
eina frågreiding til lang-
tíðarætlanina, og henda
frágreiðing fekk sínar við-
merkingar á fundinum
hóskveldið. Serliga Krist-
janna Rein og Tårfinn
Smith høvdu nakad at siga
ul frågreidingina hjå ti
ordarika byrådsformann-
inum. Og tey høvdu eisini
ymist annad at bera fram.
Kristianna Rein fegnað-
ist um alt, ið gjørt er fyri at
fridka og hampa midbyin,
men hon gjødi vart vid,
hvussu torført tað er hjá
rørslubrekadum og illa
gongdum at koma í mið-
byin. Hon mint eisini í
ødrum sambandi á at hava
tey rørslubrekadu í huga-
num, tá bygt verður, ti hon
hevði varhugan av, at
helvun av øllum rørslu-
brekadum í landinum
búgva í Havn.
Kristianna minti bý-
ráðsformannin á, at bý-
ráðslimirnir høvdu fingið
lovað eina skrivliga frá-
greiðing um lønarpolitikk -
in hjá býráðnum
Hon setti spurnartekin
við ætlanina um brúkara
gjald, ti tað er ofta ein
krógvað skattahækkan
Kristainna Rein var fyri,
at landsstadion eigur at
vera í Havn, og hennara
uppskot var, at arbeiðsleys
fólk kundu verið sett í
arbeiði har.
Tórfinn Smith helt tað
vera eitt sindur burturvið,
lå býráðsformaðurin í frå-
greiðing síni skrivar, at
kommunan mitt í 80-
arunum varð kroyst at gera
íløgur, hon annars hevði
bíðað við.
- Tað var beint øvugt
Tað vóru wý stød i
landinum, sum løgdu tyst
á landið fyri at fáa vegir og
annað. Tað vóru Vágarnar,
Klaksvíkar kommuna og
Havnar kommuna, allar
umboðaðar av fólkafloks-
monnum, segði Tórfinn
Smith.
Hann dugdi eisini at
síggja vandan í at fáa fleiri
brukaragjøld, ti tey kunnu
koma at tyngja hjá teim-
um, sum frammanundan
hava ilt vid at klára sítt. Tá
hildið verður aftur við
lónum, kann gjaldið fyri
tænastur skapa dupult
reallønarfall, segði Tór-
finn Smith.
randi