Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 34 — 19. februar 1991 BN (FEE Hvat snýr tað seg um þv Eftirgeving og stríking av skatti Tað er ikki allur álíknaður skattur, ið verður inn- goldin. Sum nevnt í blaðnum í gjár, standa 248 milliónir av skatti úti. Ein partur av honum fer óivað at koma inn, meðan partur av eftirstødu- milliónunum verður antin eftirgivin ella strikaður. Eftirgeving. Skattalógin gevur landsstýrinum og kommunum heimild til at eftirgeva álíknaðum írestandi skatti ella at lækka hann. Talan er um greinirnar 156 (landsstýrið) og 157 (kommunur). Myndugleikarnir kunnu eftirgeva heilt ella partvís, tá umstødurnar “tala almikið fyri ti”, sum lógin sigur. Í grein 157 verður sagt, at fyri at kommuna skal kunna eftirgeva skatt, skulu fíggjarligu korini verða til hindurs fyri, at skatt- gjaldarin kann gjalda álíknaðu, írestandi upphædd- ina. Í hesum viðfangi verða nevnd sjúka, andlát, tungt hús, vinnuloysi ella onnur serstøk føri. Umsókn um eftirgeving skal sendast landsstýr- inum og bygda(r)ráðnum. Striking. Skattur, sum ikki er innkomin, fimm ár eftir, at hann er álíknaður, verður strikaður; hann er fyrnaður, sum tað eitur. Skal hann ikki fyrnast eftir hetta, so skal skattavaldið fáa í lag eitt av hesum: 1) fáa skatt- gjaldaran at ganga undir sjálvbodna sátt, t.e. fáa hann at viðurkenna, at hann skyldar skattavald- inum pening; sáttin kann eisini umfata eina gjaldsavtalu; 2) royna at fáa hendur á áognini gjógnum panting; og 3) rættarsøkja skuldaran eftir pengunum. Verður eitt av hesum gjørt, so stendur kravið við næstu 20 árini. Forsømir skattavaldið at gera hetta innan fimm ár frá álíkningini, so er bert eitt at gera: staðfesta, at peningurin ongantíð kemur í landskassan. Við gðrum orðum: áogn landskassans má strikast. Fleiri dómi eru um hetta síðst í sjeyti- árunum og fyrru helvt av áttati-árunum. Skattavaldið kann sum nevnt panta skuldara ella at selja ognir hansara á tvingilssølu fyri ógoldnan skatt. Um so er, at upphæddin, sum fæst við panting ella sølu ikki er nógmikið til at gjalda skattin, so noyðist skatavaldið at strika restina. ówh 4,4 milliónir krónur hevur føroyska skatta- valdið mist í árunum 1984-1988; av hesum eru trýfjórðings millión krónur rentur. Talan er um álíknaðan skatt, sum landsstýrið og kommunur hava gingið við til at eftirgeva eftir umsókn, og um skatt, sum verður strikaður, tí hann ikki fæst inn, - antin tí skattadeildin hevur forsømt at inn- heinta hann, so kravid er vordid ov gamalt, ella ti skuldarin snøgt sagt ikki hevur verid førur fyri at gjalda (si »Hvat snýr tað seg um?< aðrastaðni á síðuni). 1986 var burturúr versta ella besta árið, - alt eftir um tað verður sæð frá myndugleika- ella skuldara-síðu; tá vórðu 1,045 mill. kr. eftirgivin og 172.419 krónur strikadar, - sam- talt 1,2 mill. kr.; aftrat hesum vóru rentur eftir- givnar og stríkaðar, á- vikavist 162.000 kr. og 23.000 kr. ella samanlagt 185.060 kr. Samtalt mátti landskassin so av- skrivað 1,4 mill. kr. á Síða 3 14,4 milliónir skattakrónur avskrivaðar skattaroknskapinum í 1986. Annar vísa tølini, at bæði eftirgeving og strik- ing hava verid i minking eftirfylgjandi árini. AAA Vid Striking ødrum orðum: skatta- deildin og lands- og kommunustýri og skatta- deildin á Gjaldstovuni hava táttað í. ówh og eftirgeving av skatti og rentum í lands- og kommunuskatti til og við oktob Talva 26 Skattaárini 1984 til 1988 Skattur Rentur 4 Skattaár — Eftirg. Striking Eftirg. Stríking Á 1984 — 498.289,00 51.258,00 73.420,00 3.896,00 4 Sø 636.014,00 148.514,00 75.059,00 12.199,00 4 1986 1.044.756,00 172.419,00 161.824,00 23.236,00 4 1987 — 560.083,00 155.730,00 158.727,00 44.704,00 4 4 1988 > 420.165,00 1.997,00 160.768.00 | 127.00 4 f alt 3.159.307,00 529.918,00 629.798,00 $5:162004 þEttirgeving/sviking falt - skattur: 3.689 225,00 i þEftirgevingstíking falt - rentur: 714 960.00 4 > 4.404.185,00 4 hr 4. Af Skattaeftirlætið er vorðið munandi minni seinnu árini, vísa tølini Kelda: Líkningarráðið Líkningarráðið skal spara. Petur Alberg Lamhauge, stjóri:: Vit hava minni tíð til at grannskoða roknskapir Líkningarráðið fer fram- yvir at hava færri fólk enn higartil. Orsøkin er, at fleiri eru í farloyvi og at fleiri leys størv ikki fara at verða sett orsakað av sparikrøvum. - Ketta hevur við sær, at tænastustøðið lækkar og at minni tíð verður til at grannskoða roknskapir, ið B-skattgjaldarar senda inn, sigur Petur Alberg Lam- hauge, stjóri á Líkning- arráðnum. Hetta vil eisini siga, at tað heldur ikki verður gjørligt at fara igjøgnum teir so av einslistum, sum ráðið gjarna vildi. Petur A. Lamhauge sig- ur, at fleiri størv eru Ósett, tí tað var trupult at fáa fólk, meðan privatar fyri- tøkur kundu bjóða mun- andi hægri løn. Ráðið hev- ur tískil havt *leys' fólk í starvi. Nú tíðirnar versna, er gjørligt at fáa útbúgvið fólk. Men tað verður av ongum, eins og heldur eingir avloysarar verða settir. - Vit hava fingið álagt at spara, og tískil verða vit verri fyri enn higartil, sigur Petur A. Lamhauge. ówh Húsaleiga Bílútreiðslur Skrivstovuútreiðslur v.m. Tryggingar . Ferðaútreiðslur Viðlíkahald Amboð undir 4000 kr. Viðlíkahald EDV o. Limagjald þa An NA SJ 0 SD OD 0 Í VA LD ON 0 Roknskapirnir, ið eru ein týdningar- mikil partur av á- líkningargrundar- lagnum hjá B- skattgjaldarum, fara ikki at verða so væl nærlisnir, sum ynskiligt hevði verið oo 3 Á ONKNwI OD þv 900 er. æð tekur (skattaðar) .... Rentuúgrefðslur SKATTA LUFT Skattaeftirstødurnar eru i veruleikanum knapt so stérar, sum almennu tølini boda frå. Ein partur av skattinum er åliknad- ur eftir mettari inn- tøku. Tá fólk ikki hava sent sjálvuppgávu og roknskap inn, so hevur Líkningarráðið mett um inntøkuna og skatta eftir hesi áset- ing. - Til í fjør settu vit hesa meting ríkiliga høga fyri at fáa fólk at reagera, sigur Petur Alberg Lamhauge, stjóri á Líkningar- ráðnum, og greiðir frå, at av hesi orsøk er partur av samlaðu eftirstøduni óverulig. - Tá fólk reagera, so verða veruligu inntøk- urnar gjørdar upp og lagdar til grund fyri endaligu ålikningini; tá metingin altíð hev- ur verid i hægra lagi, so er skatturin eisini altid minkadur i nyggju ålikningini. Ráðið hevur broytt mannagongd á hesum øki. - Tey, sum ikki senda inn sjålvuppgåvu og roknskap, verda straks sett fyri eini mettari inntøku, sum er realistisk. Sam- stundis fåa tey dag- bøtur, - 100 krónur um dagin. Ein grundin fyri, at ráðið hevur broytt mannagongd er júst, at tað er óheppið, at tal- ið fyri skattaeftir- støður í landskassa- roknskapinum er mis- vísandi. Petur Alberg Lam- hauge veit ikki at siga, hvussu stórur partur av núverandi skrásettu eftirstødunum er 6- veruligur. ówh Antin — ella— ikki bæði