Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 34 — 19. februar 1991 LL Skála kláraði skerini Sunnudagin fekk Skála enn einaferð eina av sínum strævnaru uppgávum, tá kvinnuliðið hjá NSI var á vitjan hinumegin fjørð. I onkrum dystum fyrr í ár hevur Skála havt trupult við at basa NSI, og so varð eisini sunnudagin. Tá avtornaði vóru bert tvey mál á muni — og tey átti Skála. NSÍ byrjaði dystin best, og kom eisini á odda, men so sluppu skåla- kvinnur framum. Í fyrra hálvleiki vóru liðini annars jøvn, og endaði hann eisini við javnleiki 9-9. Flóvin Í byrjanini av seinna hálvleiki kom NSÍ sær framum aftur, men tað vardi ikki leingi, og so hildu skálakvinnur munin við einum, tveimum og trimum málum, til dystur- in endaði. Tá var stødan 19-17. I løtuni tykist liðið av Skåla at vera minni væl fyri, enn tað hevur verið fyrr í kappingini. Sum skilst er størsta or- søkin til tað, at Eyðleyg framvegis hevur skaðan í knænum at dragast við, og tí ikki fær spælt við aftur enn. Hinvegin hevur NSÍ tik- ið seg fram, og hava Tor vann Dronsu Í NM-kappingini i skúla- telving um vikuskiftid eydnadist ti 12 åra gamla Flóvin Tór Næs við fýra stigum at gerast triðbestur í sínum bólki, og harvið vinna bronsu. Eisini í snartalvkapping- ini leygardagin gjørdist hann nummar try. Hetta gjørdist nógv tað besta føroyska úrslitið í kappingini. Næstbesta føroyska úr- slitið fekk Carl Eli N. Samuelsen, sum var í sama bólki, sum Flóvin Tór. Hann fekk hálvuriðja stig, og kláraði seg annars eisini væl í snartelvingini. Annars gekk einki ser- ligt hjá hinum føroysku telvarunum, og samanlagt endaðu Føroyar á aftasta plássi í kappingini. Allir føroyingarnir fingu tó stig — millum hálvt og hálvtannað. Útlendsku gestirnir vístu seg annars at vera sera væl nøgdir við fyrireikingar- nar, og varð Nordurlanda- húsið hildið vera sera heppið væl til slíka kapp- ing. hj. Myndir: Kalmar kvinnurnar úr Runavík verið við til at givið Skála torførastu uppgávurnar. Men sum Skála-venjarin Suni Danielsen sigur: „Tá vit kortini halda fram við at vinna, so kunnu vit ikki tosa um, at alt er steðgað upp hjá okkum." hj. NSÍ er tað liðið, sum hevur givið Skála góða mótstøðu í fleiri dyst- um. Men Skála hevur tó vunnið teir allar. Mynd: Hilmar Jan „Grand Prix" á Kambsiali Sunnudagin var „Grand Prix"-kapping í fimleiki í ítróttarhóllini á Kambs- dali. Kappast varð í fýra ald- ursbólkum. Vinnari hjá smágentum 7-9 ár varð Ljósið, og Støkk gjørdist nummar tvey. Hjá smágentum 10-12 ár vann Havnar Fimleikafel- ag, meðan Ljósið og Støkk Tann stóra utsøla av tapeti heldur fram allan mánaðin — her gert tú kvettið! Flúgger måling Undir Bryggjubakka 13 FR-100 Tórshavn, tlf. 16675 býttu annaðplássið imill- um sín. Havnar Fimleikafelag vann kappingina hjá gent- unum, og har gjørdust Ljósið og Støkk ávikavist nummar tvey og try. Eisini hjá kvinnum vann Havnar Fimleikafelag, og har gjørdist Stókk nummar Lvey hj.