Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-21, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 1991síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leysasøla: 6,- kr. 64. árg. javnaður brødralag Nr. 36 * hósdagur 21. februar 1991 Háskúlin Ársins bestu Bila-Tilboð! Vitjið útsolu okkara, sum byrjar fríggjadagin 22. februar. Tif. 1 3040 REYNI-SERVICE - Føroyar hava onga ser- stødu í EF-spurningin- um! Hetta segði Kent Kirk, danski fiskimálaráðharrin og fyrrverandi limur í EF-tinginum, á EF-ráð- stevnuni fyrrakvøldid. Hann varð spurdur, um ikki danir høvdu gjørt ov lítið fyri at vinna Før- oyum sømdir í EF- samráðingunum. Kent Kirk vísti á, at danir ikki kunnu trýsta EF-ynski føroyinga i- gjøgnum, ti EF er ein demokratiskur politiskur fclagsskapur. Føroyar i EF-spurninginum - Eg kann nevna fleiri EF-býir, ið eru eins heftir at fiskivinnuni og Føroyar, segdi Kent Kirk, ið her fær sær eitt prát við påpabeiggjan Andreas á Marknagili Mynd: kalmar Fábroytt politisk umboðan - Eg haldi at hetta pall- borðið er sera snævurt sett saman, segði Helena Dam á Neystabø, løg- ungskvinna fyri Sjálv- stýrisflokkin á EF- rådstevnuni fyrra- kvgldið. Hon vísti á, at í pallborðinum sótu tríggir konservativir politikkarar. Birgir Danielsen, nevndarformadur í Sjó- vinnubankanum, kendi seg raktan og segði, at EF-spurningurin hevði verið bannlýst evni í føroyska orðaskiftinum, og ti var tað marg- háttligt at kasta teimum fyri tað, sum tóku stig til eitt orðaskifti. Tað var Sjóvinnubank- in, sum skipaði fyri ráðstevnuni, meðan Tróndur Djurhuus, SvF, og Jégvan Jespersen, UF, stóðu fyri sjålvari stevn- Helena Dam å Neysta- bø spurdi loftmidlarnar, hví teir vóru gingnir við ul at standa fyri, tå politiska umboðanin var so snævur. Spurningurin varð ikki svaraður beinleiðis, men Tróndur Djurhuus svaraði, at SvF fór at hava EF-spurn- ingin á skránni hóskveldi (í kvøld, bim.), har umboð fyri fýra teir stóru flokkarnar fóru at vera við. ówh Meira um EF á s. 4,5 og 16 Postfelagið: - Vit hava einki hoyrt um, at leiðslan gongur á starvsfólkið eitt og eitt og heitir á tey um at arbeiða færri tímar. Hetta sigur Hendrik Thomsen, formaður í Postfelag Føroya, tá vit ringdu til hansara og bóðu um eina viðmerking til tíðindi okkara í blaðnum í gjár. Hann leggur eina við, at hendan mannagongdin als ikki er eftir avtalu við felagið. Hendrik Thomsen heldur, at ein slík ein- staklingaloysn er ikki góðtakilig, tí hon fer at raka tey, sum halda seg standa veikast, mest. Um so er, at tað eru limir í tykkara egna Tingakrossur enn Vit vita einki = felag (deildarleiðarar) sum ganga á starvsfólkið við hesi áheitan, - hvat er so tin reaktion? Tað er meira álvarsligt, tí í lógini hjá felagnum stendur, at limir mugu ikki mótar- beiða inum egna felag. Postfelagið fer at hava aðalfund sunnudagin. Postverksstjórin, r jólafrí Esbern Midjord, hevur als onga viðmerking ul málið. ówh