Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Kunngerð Frá Sands Bygdaráð og IRF Gjørt verður kunnugt, at nú tyrvingar- plássið i Sandarhaga er tikid í brúk, verður ikki longur loyvt at koyra burtur- kast í Klivagjógv. Víst verður til bingju- plássið úti í Stoð. Um stórar nøgdir eru av burturkasti frå einstaklingum, eigur avtala at verða gjørd við IRF umboðið á staðnum. Brot á hetta verður sektað samb. grein 1 stk. 5 í Náttúrufriðingarlógini. Sands Bygdaráð og I.R.F. Umboðsmannaval Sambært 8 28 i hovuðssamtyktini verð- ur lýst til valfundir fríggjadagin 22. mars 1991. Veljast skulu fýra umboð fyri Tórshavn- ar valdømi, eitt fyri Kaldbak, eitt fyri Nólsoy og eitt fyri Hest. Uppskot til umboð skulu skrivliga vera sjúkrakassanum í hendi í seinasta lagi 7. mars 1991. Havnar Sjúkrakassi 21. februar 1991 Tvøroyar Sosial- demokratiska Felag Adalfundurin verður mikudagin 6. mars, kl. 20 í Tvøroyrar Skúla Skrá samb. lógini. Aftaná verður politiskt orðaskifti. Nevndin Dagstovnsleiðarar Sekt verður eftir leiðara og varaleiðara til dagstovnin á Velbastað, sum byrjar ml. 1. apríl 1991. Samstundis verður sekt eftir hjálparfólki til stovnin. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Foroya Landsstýri. Umsóknir við møguligum prógvum vera at senda til Kirkjubgar Sóknar Bygda- ráð, 176 Velbastað. Umsóknarfreistin er 1. mars 1991. Kirkjubøar Sóknar Bygdaráð 24.000 telefonfelagar i Fóroyum Nr. 36 — 21. februar 1991 Nýggj telefonbók á veg Einaferð í summar kemur nýggj telefonbók. Verandi bókin hevur meira enn trý ár á baki, og hesi wý árini eru komnir so mangir telefonfelagar aftrat, at ikki færri enn 3.500 av teimum 24.000 feløgunum í Føroyum bert eru at finna á teldu hjá telefonverkinum. Ti er tørvurin á nýggjari telefonbók stórur. At so mangir felagar ikki eru at finna í telefon- bókini, hevur eisini havt við sær, at nummarkall- tænastan hevur verið sera nógv brúkt. „Tá so nógv hevur verið brúk fyri nummarkall-tæn- astuni, hevur eisini tíðum verið trupult hjá fólki at koma igjøgnum, og fáa av- greitt sínar fyrispurningar har," greiddi telefonverks- stjórin frá í góðanmorgun- sending útvarpsins í gjár. Hann segði eisini, at teir núeru í ferð við at leggja fleiri linjur, so lættari skal vera at fáa fatur á teimum nummørum, ið ikki eru at finna í bókini. Nýggja telefonbókin er komin so mikið langt á- vegis, at bert prenting og innbinding eru eftir at gera. hj. Av teimum 24.000 telefonfeløgunum í landinum, eru 3.500 bert at finna á teldu, so tí verður nýggja telefonbókin óivað kærkomin, tá hon kemur einaferð í summar. Tingakrossur er enn ikki liðugur við jólastóðgin: Framtíð blaðsins Oviss Seinasta árið hevur Tinga- krossur ligið stillur í eitt hálvt ár, og enn veit eingin nær blaðið kemur útaftur . Tá málgagn Sjálvstýris- floksins, Tingakrossur, fór í jólafrí tíggju dagar fyri jól í fjør, varð ovast á for- síðuni lovað lesarunum, at blaðið skuldi koma útaftur fríggjadagin 18. januar. Men blaðið kom ikki, og er framvegis ikki komið. Hver orsøkin til tess er, verður ikki tosað so nógv um, men sum skilst, hevur tað botnað í fíggjarligu stóðu blaðsins. Og hetta ikki minst, nú blaðið fyri uimum vikum síðani i Føroya Rætti tapti sakarmålid um lønina til fyrrverandi blaðstjórnar- fulltrúan, Jústínus Eides- gaard, sum við rentum og sakarmálskostnaði snúði seg um eitt krav frá honum uppá góðar 124.000 krón- ur. Bert dekkari Sosialurin hevur vent sær til blaðstjóran á Tinga- krossi, Berg Jacobsen, fyri at frætta um, nær blaðið — sum á baksíðuni fortelur, at tað er útkomið síðani 1901 — kemur útaftur: „Hatta mást tú ikki spyrja meg um. Spyr onkr- an av teimum, ið vita nak- að um tað, og hava av- gerðirnar um heni," segði hann. „Ég eri bert ein van- ligur dekkari.” Arbeitt við málinum Schumann Hansen, ið er formaður í nevndini fyri Pf. Tingakross, veit ikki stórt meira enn blaðstjórin: „Vit hava arbeitt við málinum og gera tað fram- vegis," sigur hann. „Nú royna vit so at finna útav, hvat skal gerast, skulu vit koma útaftur." Spurdur, um blaðið møguliga ikki kemur út- aftur, sigur hann, at møgu- leikarnir eru nógvir. Tó uttan at koma nærri inná, hvørjir møguleikar eru. Stillur í hálvt ár Hetta seinasta árið hevur Tingakrossur ligið stillur í umleið hálvt ár. Fyrst fór blaðið í summ- arfrí fyrst í juli mánaði, og varð tá boðað lesarunum frá, at teir kundu vænta sær blaðið aftur stuit eftir ólavsgku. „Stutt eftir ólavsgku" fekk tó eina fríari merking, tí blaðið kom ikki útaftur, fyrrenn 26. oktober — stutt undan løgungsvalinum. Og tá varð blaðið eisini á annan hátt skorið niður. knýtt at blaðnum — móti tnimum frammanundan — og bladid kom ikki longur út tvær ferðir um vikuna, men bert eina ferð. Óvissa framtíð Nú hevur Tingakrossur so aftur verið burturi í hálv- antriðja mánað — og einki bendir á, at málgagn Sjálv- stýrisfloksins kemur út aftur í bræði. Sum skilst var tó uppá tal at koma útaftur fyri einum mánað síðani við einum mikudagsblaði í TINGAKROSSU Í SUMMARFRÍ Aftur í ár fer blaðið í summarfrí. Hesin Tingakrossur tygum nú halda í hondini er tann síðsti áðrenn summarsteðgin. Blað- ið kemur út aftur stutt eftir Olavsøku. arum sínum eini gleðilig Jól og eitt ay Harranum signað nýsgjár. bløm. Enn er blaðið ikki kom- ið útaftur, hóast Tinga- krossur hevur lovað les- arunum tað fleiri ferðir staðin fyri fríggjadags- blaði. Hetta skuldi millum annað geva møguleika fyri eitt nú ítrótti — sum hevur verið ein stórur partur av vørumerkinum hjá Tinga- krossi seinastu árini — og annars fleiri viðkomandi tíðindum í blaðnum. hj