hósdagur 21. februar 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 30 — 21. februar 1991
Bridge
Um vikuskifti eru 2 umfør í liðkapping-
ini spæld, við hesum úrsliti:
Fyrsta deild
11. umfar
Finn Ougaard—Carl Mikkelsen 16—14
Petur Reinert —Per Kallsberg 14—16
Marita Mohr—P.S. Serensen 16—14
Súsanna Dam—Oli Holm 14—16
12. umfar
Per Kallsberg —Óli Holm 25—4
Carl Mikkelsen —P.S. Sørensen 14—16
Finn Ougaard—Marita Mohr 18—12
Petur Reinert—Súsanna Dam 25—2
Stødan í 1. deild er nú:
Per Kallsberg 251 stig
Carl Mikkelsen 199 stig
Finn Ougaard 192 stig
Páll S. Serensen 182 stig
Súsanna Dam 166 stig
Petur Reinert 158 stig
Óli Holm 143 stig
Marita Mohr 123 stig
Onnur deild
Í aðru deild eru tey nú farin undir endaspælið, har 4
tey bestu av luttakarunum eru við. Lidini høvdu
stigini frå byrjunarkappingini við, Ossur Winthereig
176 stig, Jens P. Nolsee 176, Símun Hansen 156 og
Dagny Askham 136.
1. umfar
Øssur Winthereig—Dagny Askham 25—2
Jens P. Nølsøe—Simun Hansen 19—11
2. umfar
Dagny Askham—Jens P. Nolsøe 25—1
Simun Hansen—Øssur Winthereig 7—23
Stødan
Øssur Winthereig 224 stig
Jens P. Nolsøe 220 stig
Simun Hansen 174 stig
Dagny Askham 139 stig
Multiholdutrokningin
1. deild
nr. 1 Marianna Eystberg—Dia Poulsen 18,11
nr. 2 Per Kallsberg —Jóanes Mouritsen . 17,69
nr. 3 Oli Holm—Dia Poulsen . 17,50
nr. 4 Johannes Skårup—Hannis Jacobsen 17,33
nr. 5 Petur Reinert —Hans E. Joensen 17,22
nr. 6 Helgi Joensen —Dånjal P. Mohr 16,83
nr. 7 Petur Reinert —Rasmus Joensen 16,75
nr. 8 Finn Ougaard—Jógvan Andreasen . 16,56
2. deild
nr. 1 Eyðun Jensen—Eydun Joensen 20,50
nr. 2 Súsanna Danielsen—P.A. Johannesen . . 20,00
nr. 3 Birgir Mortensen—Arnbj. Sivertsen . 19,83
nr. 4 Kjartan Nielsen—Bodil Nielsen 15,63
Almenna parakappingin
Rað A, 5 borð, medal 108
Hans Egil Joensen—Edmund Joensen 160 stig
Fríðhild Petersen—Hans J. Petersen 121 stig
Sverri Kruse—Hans Høghamar . 113 stig
Rad B, 6 bord, medal 120
Johannes Skårup—Hannis Jacobsen 148 stig
Marjun Restorff —Arnbj. Sivertsen 132 stig
H. Anthoniussen—T. Meinhardtsson 129 stig
Toppskorarar i parakappingini
Hans E. Joensen 38 stig
Marjun Restorff 33 stig
Marner Joensen 28 stig
Arnbj. Sivertsen 28 stig
Johannes Skårup 22 stig
Hannis Jacobsen 17 stig
Bjarni Johansen 16 stig
Aftaná liðkappingina, ið jú er kapping um føroya-
meistaraheitið, og tí verður tikin í álvara, har kapp-
ast verður um hvert stigið, hevur verið vanligt at
skipa fyri einari parakapping undir meira linum
treytum, har fólk hava tíð til at hugna sær við borðið
og millun spølini. Fyri at alt tó ikki skal fara út av
lagi a-. tí bera hugna, hevur FBS í vetur givið stig til
3 tey bestu pørini i hvørji parakapping, og tykist
sum at spælarunum dáma væl hetta tiltak.
Toppscorarin higartil, Hans Egil, fekk saman við
makkaranum 160 stig í kappingini sunnudagin,
hetta er ein scora uppá 74,08 %, ið er eitt sera gott
úrslit. Síðani síggja vit, at ein kvinna, Marjun
Restorff, er nr. 2 á toppscoraralistanum, annars hava
kvinnuligir bridgespælarar i Feroyum ikki staðið
serliga høgt í metum, men tað at Marjun hevur rokk-
ið so góðum úrsliti, er at gleðast yvir. Eisini freddi
tað okkum at síggja heilt nýggj andlit í Getu sunnu-
dagin, fleiri av teimum, ið hava gingið á brigdeskúl-
anum í vetur, vóru við. Tann yngsti spælarin sunnu-
dagin var tann bert 13 ára gamli Arni, meðan elstu
spælararnir eru farnir um tey sjeyti, men ell ganga
tey við lív og sál upp í kappingina, og er stuttligt at
síggja hvussu ung og gomul, menn og kvinnur met-
ast á jovnum feti til kappingar.
Spell at bridgespælið i Føroyum hevur so trong
kor, vit fáa ongar semdir hverki so ella so.
Um leið 350 limir eru í felogunum, tó royna vit á
hverjum ári at senda fólk til útlendskar kappingar,
og gjalda hesir 350 limirnir allar tílíkar ferðir.
Ítróttarfólk og onnur ferðast ókeypis við strand-
faraskipunum, men ikki bridgespælarar.
FBS skipaði í 1990 fyri NM fyri lið, hvar vit hýstu
umleið 100 gestum í eina viku, uttan eitt oyra í stuðli
frá landinum, enn ikki teir virdu okkum so frægt, at
teir vístu seg til hátíðarhaldið aftaná kappingina tá
vinningarnir vórðu handaðir. Í hinum Norðurlondun-
um plagar vanliga mentamálaráðharrin at handa
virðislenirnar.
Tórshavnar kommuna skipaði fyri setanarhaldin-
um, Flogfelag Foroya gav avsláttur í ferðaseðlaprís-
unum og Fossbankin stuðlaði okkum við at lata okk-
um kort til kappingarnar, síðani kláraðu spælararnir
restina sjálvi.
Bridgespæl er ikki ítrótt, verður sagt, men hvat er
ítrótt. Um kapping skal til, ja so er bridge avgjørt
ítrótt.
Er ítrótt nakað tær nýtist kondi til at íðka, ja so er
bridgespæl ítrótt. Tær krevst hampuliga góða kondi
til at sita teir 8 tímarnar kappingin varar, og skal
gott úrslit spyrjast burturúr, kanst tú ikki bara sita,
nei tú skalt taka steðu til 64 ymiskar meldigongdir,
og tú skalt hugsa um hvert einasta av teimum 3.328
kortunum, tú metir í kappingini.
Er ítrótt harafturímóti nakað, sum bert fá útvald í
ávísum aldri og við ávísum fysiskum fyritreytum
kunnu idka, ja so er bridge ikki við, ti her kunnu øll
vera við uttan mun til aldur, kyn ella bólteyga.
Fossbankasteypið
Komið er til semifinaluna í hesi kappingini, liðini, ið
eru eftir eru:
Marner Joensen, Trygvi
Joensen og Carl Mikkelsen.
Bæði semifinalan og finalan verða spæld leygar-
dagin 16. mars 91. Vinnaranum av steypakappingini
stendur í boði at fara til stóru norðurlendsku kapp-
ingina í Rottneros í Sveríki, at kappast móti steypa-
vinnarunum úr hinum Norðurlondunum.
Kappingin í Rottneros verður 3. til 5. mai 1991.
Vestergaard, Helgi
; Sida9
FAS kemur
i gildi í '92
Nýggja skipaskráset-
ingin fer frá 1. januar
í 1992 at hjálpa fór-
oysku skipafelógunum
at kappast við útlendsk
skipa- A
Á fundi fyrrapartin týs-
dagin samtykti lands-
stýrið, at føroysk al-
tjóða skipaskráseting —
stytt FAS — skal verða
sett í gildi í Føroyum
frá 1. januar 1992.
Tá FAS er komin í
gildi og farin at virka,
kemur hon at lætta
munandi um arbeiðs-
korini hjá føroysku
skipafeløgunum, sum
tá koma at hava minni
lønaritreidslur.
Vid hesum skuldu
skipafeløgini havt lætt-
ari vid at verid kapp-
ingarfør við útlensk
skipafeløg.
Skattafriar hyrur
Eftir nyggju reglunum
verdur ikki neydugt hjå
manningunum å farma-
skipunum at gjalda
skatt av lønini , ti talan
verdur um nettohyru,
sum samstundis sparir
skipafeløgini fyri ein
rættiliga stóran part av
lønaråtreidslunum.
Landsstýrið vónar, at
FAS eisini kemur at
føra ul, at streymurin
av farmaskipum, ið
velja at taka seg úr
føroyska flotanum og
fara undir altjóða
skipaskrásetingar í
ødrum londum, fer at
steðga, tá skrásetingin
kemur í gildi 1. januar
1992.
hj.
lrakar venda sær nú
móti Saddam Hussein
Fyri fyrstu ferð er tað
komið alment fram, at
íbúgvar í Irak beinleið-
is hava vent sær móti
Saddam Hussein.
Hetta hendi nú um
dagarnar, tá rúgva av
fólki. mótmælti kríg-
num og hertekuni av
Kuwait. Tað skuldi
ganga hart fyri seg.
Fleiri av irakisku em-
bætismonnunum, sum
royndu at forða mót-
mælisfólkinum, vórðu
skotnir og dripnir.
Tíðindi siga frá, at
nógv fólk seinni eru
sett føst.
Tað eru bert fáir dag-
ar síðani, at ameri-
kanski forsetin heitti á
irakar um at seta Sadd-
am Hussein frá. Fyri at
fáa boð sum hesi út til
irakar, hava teir sam-
eindu tveitt niður úr
flogførunum túsund-
tals smá radio, har
irakar kunnu hoyra
fleiri av vesturlendsku
tíðindasteðunum.
Um tað er áheitanin
frá Bush, sum er or-
sekin til mótmælini
móti Saddam Hussein,
sigur segan tó einki
um.