hósdagur 21. februar 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 2 Á februar 1991
tíðindablaðið
Orð: Dagny
Myndir: Kalmar
Háskúlin er ikki ein
vanligur skúli, har
undirvísing og frílgtur
eru avmarkingar í
gerandisdegnum.
Uppgávurnar eru at
t.d. granska bygdasøgu,
gera keramikarbeiði
ella læra at málbera
seg í skrift og talu.
Onnur uppgáva er at
borðreiða til
mongunmatar og
nátturðaborðhaldið,
eins og at vaksa upp og
gera reimt
Næmingarnir skulu
liva og virka í sama
umhvørvi, og tað
krevur at øll taka eina
hond í húsarhaldinum,
eins væl og í
urtagarðinum 0.a.
dramaskeið er eitt evni
og føroyska bygdasam-
felagið er annað evni,
bert fyri at nevna dømi.
- Grundað á sparingar
høvdu vit ikki møgu-
leikar at hava drama-
undirvísing á skeiðnum í
ár, men vit vóru so
heppin at fáa fyrispurn-
ing frá dramalærara úr
Danmark, sum er undir
útbúgving og hevði brúk
fyri at skaffa sær prak-
tikpláss.
-Viðvíkjandi føroyska-
ri bygdasøgu, so viðgerða
vit evnið á skúlanum í
fyrstu atløgu, um søguna
í ávísu bygdini, orð og
máliskur tey nýta har,
um nútíðarviðurskiftini
og hvussu menningin er
farin fram í nútíð og um
Íramtíðarútlitini.
- Í ár hava vit valt at
viðgerða Mikladal á hes-
um skeiði, og í mai mán-
aða fara vit til Mikladals
at ferðast.
- Umframt hetta eru
fyrilestrar, bólkaarbeiði,
békmentasøga, samfel-
agskunning, vistfrødi og
heimsspeki bóklig undir-
visingarevni.
Hin parturin er krea-
uvu fakini, sum eru vev-
ing, keramik, foto og
batikarbeidi, ið næming-
imir kunnu velja seg inn
å Umframt hetta er
kriviverkstadur, har
næmingarnir læra at mål-
bera seg i skrivt og talu.
Hetta er ein blandingur
Skapandi skriving og
undnum uppgávum.
Eitt sabbatár
- Tað kann snýgva seg
um alt - frá at siga eina
søgu og til at skriva eina
yrking, alt eftir hvat
fellur lættast hjá ti ein-
staka.
Hverjar royndir hevur tú
av at fáa ungfólk at nýta
føroyska skrivtsmálið?
- Eg hugsi at vit her
sita millum tveir stólar.
Vit nýta eitt mál til
prát, sum ikki kann nýt-
ast í skrivingini. Eg hug-
si at nógv uppliva skrivi-
málið sum fremmanda-
mál, ið tey eru bangin
fyri at nýta.
- Eg hugsi at allir før-
oyingar áttu at fingið
eitt sabbatár, fyri at
sleppa undan ræðsluni at
málbera seg skeivt. Vit
áttu at skriva og siga tað,
sum vit vilja. Tað royna
vit eisini at bóta um á
háskúlanum.
- Tað fyrsta sum næm-
ingar og lærarar fóru
undir í gjár, var at gera
arbeiðsskipan fyri næm-
ingar og lærarar.
Her er eisini hugsað
um matgerð og reingerð.
Næmingarnir skipa fyri
morgummatiog nátturða-
borðhaldinum. Døgurdan
gera kokkur og hjálpar-
fólk.
ss
Bert ein vaski-
kona - hálvan dag
Næmingarnir hava á-
byrgd av sínum kamari,
og skulu rudda og vaska
sjálvir, umframt at øll í
felag gera reint á skúla-
num ein tíma um vikuna.
A háskúlanum er bert
ein vaskikona hálvan dag,
og ti hava næmingar eis-
ini hesa uppgávu.
Ein tími nevnist eisini
arbeiði. Tað merkir at
næmingar skulu hampa
um umhvgrvið kring
skúlan, gera urtagarð-
arbeiði og ymsar smærri
umvælingar, t.d. at
stoypa eina trappu, mála
garð o.s.fr., so sum
neyðugt er.
Endamålsgreinin
vakti åhuga
Hetta verdur gjørt
fyri at næmingurin skal
hava eina kenslu av at
hava skapt nakað á
skúlanum, sum hann kann
minnast aftur á, eftir
lokið skeið.
Rói Patursson tók við
sum háskúlastjóri í 1988,
og hann sigur fyri Sos-
slinum, at tað var enda-
málsgreinin í starvslýs-
ingini, sum vakti áhuga
hansara at sýkja starvið.
Tá ein norðoyingur og
ein suðuroyingur fingu
kamar og heilsaðu hvor
upp á annan fyrsta
dagin, vóru teir iki sort
smædnir.
Rói Patursson: - Eg
havi altíð hildið tað vera
so legið, at skúli oftani
er so keðiligur. Endamál
háskúlans er m. a.: ".. at
vekja ans fyri andligum
og kropsligum ment-
um.." var júst arbeiðs-
setningur, sum eg kundi
hugsa mær at farið undir.
- Tá eg byrjaði |.
august 1988, gjørdi eg
mær mínar hugsanir um,
hvgrjar avbjóðingar eg
sjálvur hevði kunnað
hugsa mær, hvørkjar av-
bjóðingar eg kundi hug-
sad mær, at mini børn
fingu, 0.s.fr.
Min nidurstøda var m.a.,
at virding fyri ti ein-
staka, åbyrgd og per-
sónligt frælsi eru einastu
lærugreinar, sum eg trú-
gvi uppá, harnæst at há-
skúlin skal vera fyri øll-
um Føroya fólki, børn-
um, ungum, ulkomnum
og eldri aldursbólkum.
- Næmingurin hevur
ábyrgd fyri sær sjálvum
og kann taka teir avbjóð-
ingar, sum eru honum i
boði. Bert ein avmarking
er galdandi á skúlanum,
og tað er, at næmingarnir
hava skyldu at luttaka í
undirvísingini.
A henda hátt verður há-
skúlin eisini meira livan-
di og nutidargjørt, av ti
koma í samband
við allar samfelagsbólk-
>
at vit
ar, og ta er just eisini
endamálið við háskúlan-
um, sigur Rói Patursson
at enda