Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 i Scansat/TV3 Friggjadagin kl. 21.00: in The Heat of The Night — Åkærdur Ein ung, hvít kvinna, Audrey, verður álopin og neyðtikin úti á getuni seint eitt kveldið. Henni eydnast at sleppa leys og sláa brotsmannin í hevdið við einum múrsteini. Tá id løgreglan kemur á stað- ið, finna teir Bubba. Hann er í erviti og hevur stórt sár á hevdinum. Bubba sig- ur, at brotsmaðurin hevur givið honum tað, tá ið hann royndi at koma Audrey til hjálpar, og Gillespie trýr honum. Men litta fólkið heldur nakað annað. Tey halda, at Gillespie bert roynir at verja sínar egnu menn. Hann noyðist tí at siga Bubba úr starvi. Hesin fer beinanvegin undir sínar egnu kanningar, at vísa at hann er ósekur. Fríggjadagin kl. 22.03: ] Am a Camera #4 Laurence Harvey og Julie Harris Enskur filmur frá 1955 bygdur á bókina >Farvæl Berlin“ hjá Christopher Isher- wood. Segan fer fram í Berlin í 1930- unum, har rithevundurin Christopher Isherwood búsetti seg. Hann hevði eitt gott vinalag við náttklubbasangarinn- una Sally Bowles. Tey liva eitt hart lív, men Christopher fær alt við, sum var hann eitt myndatól. Men tilvera teirra broytist, tá ið nazisman spreiðir seg í Týsklandi. Leikarar: Julie Harris, Laurence Harvey, Shelley Winthers, Patrick Mc- Goohan, Ron Randell, Peter Prowse. Leygardagin kl. 17.00: The Young Riders Buck vinnur eina hestakapprenning og Kathleen, dóttir Devlin, handar honum virðislenina. Hon og Buck verða hugtik- in av hverjum eðrum og gera av at fara út at eta dagin eftir. Tá ið pápi Kathleen frættir hetta, verður hann óður, tí hann ætlar dóttrini ein annan mann, Morgan. Hesin hevur myrt fleiri fólk í tænastu Devlin's og gerst nú so evundsjúkur, at hann saman við nekrum eðrum rullar Buck í tjøru og fjøður og roynir at reka hann úr býnum. -Samstundis hóttir Devlin at gera dóttrina arvaleysa, um hon ikki giftist við Morgan Leygardagin kl. 22.00: Hallelujah, I'm a Bum! Amerikanskur filmur frá 1933 við Al Jolson í hevuðsleiklutinum. Bumper er ein vallari, sum livir í Central Park sam- an við eðrum vallarum. Ein dagin hittir hann eina vakra, unga gentu, sum hevur mist minnið, og fyri at hjálpa henni held- ur hann uppat at drekka og verður ein hampamaður. Men hóast góða vilja hans- ara, so gongur alt ikki, sum hann ætlaði Leygardagin kl. 23.15: Sonur sjeikin Amerikanskur stumfilmur frá 1926 við Rudolph Valentino í hevuðsleiklutinum. Eitt romantiskt ævintýr í oyðimerkini. Nógvar damur, nógvir bardagar og bjargingar eisini. Sunnudagin kl. 19.00: Mr. Mom Michael Keaton Amerikanskur filmur frá 1983. Jack og Caroline eru eini eydnurík hjún við tveimum bernum. Ein dagin missir Jack arbeiðið, og tá verður alt eðrvísi. Hann verður heima hjá børnunum, meðan kon- an arbeiðir at vinna teimum til mat í munnin. Tað er torfert at býta leik- lutirnar um, men Jack heldur sjálvur, at hann klárar alt bara væl Leikarar: Michael Keaton, Teri Garr, Frederick Koehler, Taliesin Jaffe, Court- ney og Brittany White, Christopher Lloyd, Martin Mull. Sunnudagin kl. 21.40: Remington Steele Eitt av viðskiftafólkunum hjá Lauru og Remington doyr, og tað sær út til at vera sjálvmorð. Laura og Remington gera av at kanna gll fólk, hann kendi, nærri. Tann deyði hevur fingið eina innbjóðing eitt vikuskifti á einari tropiskari oyggj, og Remington ger av at fara ístaðin. Laura fer við, sum genta hansara, men hetta verður eitt óhugnaligt vikuskifti. Gestir- nir verða myrdir, ein fyri og annar eftir Mánadagin kl. 20.03: Heart Beat Amerikanskur filmur frá 1980 — bygdur á sjálvbiografi hjá Carolyn Cassady. Hetta er segan um Carolyn og Neal Cassady og besta vin teirra, rithøvundin Jack Kerouac. Jack Kerouac er ein fangi, sum livir uttan fyri vanliga sosiala »sy- Nr. 37 — 22. februar 199 1 John Heard, Sissy Spacek og Nick Nolte stemið<. Hann er alt, sum tann ungi Kerouac vildi verið, og saman fara teir ferðir gjøgnum Amerika. Á einari ferð meta teir Carolyn Robinson, og báðir verða forelskaðir í henni. Neal giftist við henni, meðan Kerouac heldur fram at fjakka. Atta ár seinni hittast tey aftur. Kerouac flytur inn til Cassady, sum nú eigur trý bern, og júst sum fyrr í tíðini eru teir tveir um alt — eisini um somu kvinnu. Leikarar: Nick Nolte, Sissy Spacek, John Heard, Ray Sharkley, Anne Dusen- berry, Margaret Fairchild, Tony Bill. Týsdagin kl. 19.03: Reprisal! Guy Madison og Felicia Farr Amerikanskur westernfilmur frá 1956. Frank Madden hevur búsett seg í einum lítlum býi í Oklahoma, har hann roynir at verða góðtikin, men breðurnir Shipley verða skjótt óvinir hansara, og tá ið tann yngsti, Shipley, doyr, fær Frank skyld- ina. Bert tvær kvinnur halda við honum at hann er ósekur — tann hvíta Catherine og indianska Taini. Týsdagin kl. 23.00: Newhart Gamli drongurin hjå Leslie kemur til Stratford og ætlar at vinna hana aftur. Dick og Joanna skilja als ikki, hvi Leslie ikki vildi hava hann — hann er so likur henni, bæði i útsjónd og áhugamálum — ein sannur dreymaprinsur, ella? Mikudagin kl. 22.03: Benson Benson hevur kent seg illa seinastu tíð- ina og hevur havt alt ov nógv at gera. Tá ið læknin kemur at kanna hann, kann hann ikki ávísa nakra sjúku. Nakað seinni svimar Benson á keksgólvinum og vaknar aftur á sjúkrahúsinum. Har verð- ur funnið fram til, at hann hevur ovurvið- kvæmi, og hann tolir” serliga: illa frú Kraus! Mikudagin kl. 22.30: Barney Miller Hal Linden, Jack Soo, Max Geil, Ron Glass, Steve Landesberg, Ron Carey og James Gregory Gentan hjå Wojos detektivi hevur bakad køkur og Wojo tekur nakrar vid sær at bjóða starvsfeløgum sínum á steðini. Men hann veit ikki, at hash er i køkun- um, men tað uppdaga teir skjótt Hósdagin kl. 22.03: McCall »Sjålvmords-patruljan« Framtíðardreymarnir hjá Willie Halsey fara i vaskið, tá ið hann fær skaða í knæið, og missir studningin, hann fær til ítróttarskúlan. Hann noyðist at vinna sær pening á annan hátt — Hammer hev- ur brúk fyri ungum monnum til sjálv- morðs-patruljuna... Hósdagin kl. 23.00: Tarendol Marie skrivar til Jean og sigur at hon er við barn, men tá ið brævið kemur fram, er tað longu ov seint — Jean er skaddur av eini bumbu og liggur við ongum viti á sjúkrahúsi. Marie bíðar og bíðar, men hoyrir onki frá Jean. Hon er vónsvikin. Í París vakir Bazalo uppi yvir Jean, men læknarnir hava ikki góðar vónir.