Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í | Í | | | Tey seks limalondini í handilssamgonguni EFTA hava fingið greið boð frá EF. Sleppa lastbilar úr EF- londum ikki at koyra um sveitsisku og eysturríksku alpurnar, kann EFTA gloyma alt um at fáa atgongd til tann stóra innara marknaðin í EF Hetta vóru boðini, sum samráðingar- menninir hjá EFTA fingu í vikuni, tá teir fóru undir enn eitt um- far í teimum drúgvu samráðingunum við EF um eina avtalu, ta sokallaðu EQS-avtal- una Hóast hesar tinging- ar nú hava varað í tvey ár, eru partarnir fram- vegis ósamdir um mong mál. EF vil ikki geva EFTA-londunum, Sveríki, Finlandi, Noregi, Islandi, Eysturriki og Sveits beinleidis medåvirkan, tå avgerðir skulu tak- ast. Harafturímóti hevur EFTA lagt fram ein lista = við mongum undantøkum frå EF- reglunum, sum ikki verður gingin á meti. Sveits vil m.a. ikki geva innferðarloyvi til fremmandaarbeiðarar úr EF-londunum, Ís- land vil ikki loyva EF- EF-krøv Tað er ikki bara sum at siga tad at gera eina avtalu millum tey seks EFTA-londini og so tann stóra EF-felags- skapin. Samrådingar- nar eru komnar væl áleiðis, men nú hava fleiri av limalondunum hjá EF fingið við í sam- ráðingaruppleggið hjá EF, at tey ríku EFTA- londini stovna ein grunn, sum skal brúk- ast til at javna út sosialu og búskapar ligu munirnar millum Íbúð á Argjum til leigu frá 1. mars. skipum at fiska í ís- lenskum sjógvi og so gott sum øll londini í EFTA ganga vid til at avtaka tollmúrarnar í landbúnaðinum. Men tann stóri trupulleikin beint nú er viðurskiftini í Alpun- um. Sveits vil ikki loyva lastbilførarunum úr EF-londunum at koyra gjøgnum landið, og Eysturríki umhugs- ar tað sama. EF sigur kortanei til at undir- skriva eina avtalu við EFTA, so leingi tað ikki fær vissu fyri at kunna brúka vegirnar í hesum londum. Hetta er serliga týdningar- mikið fyri transit- ferðslu i Italia og Grikkalandi. Umboð fyri EFTA siga við danska blaðið Politiken, at tað er skeivt av EF at taka ein slíkan spurning við í sáttmálasamráðingar- nar. Ætlanin er at skriva undir eina avtalu í summar, soleiðis at hon kann setast í verk um somu tíð sum inn- ari marknaðurin verð- ur veruleiki í 1993. Men til ta tíð kann vera at fleiri av lima- løndunum í EFTA longu eru í ferð við at tosa við EF um megu- ligan limaskap. til EFTA tey ríku og tey fátæku ekini í Europa. Ætlanin er at hesin grunnur skal vera part- ur av tí nógv umreddu EØS-avtaluni millum tey 12 EF-londini og tey 6 í EFTA. Líka síðani samráð- ingarnar byrjaðu í 1989 millum tey 12 og tey 6 hevur EF kravt, at EFTA-londini skulu gjalda fyri sín at- gonguseðil til tann inn- ara marknaðin. Tlf. 098 945095 ella 10372 aftaná kl. 18.00 Nr. 38 — 23. februar 1991 er nóttir EFTA | Írak góðtekur friðar- uppskot Gorbatjovs — men fleiri av teimum sameindu eru sera ivasamir, ti ætlanin er ikki nøktandi Irak gongur vid til at taka seg úr Kuwait uttant treytir. Hetta vóru boðini irakiski uttanríkisráð- harrin hevði við til Mosk- va seint hóskveldið, eftir at hava verið í Bagdad og vidgjørt eitt sovjettiskt friðaruppskot saman við Saddam Hussein og hans- ara næstu ráðgevarum. Sovjettiska friðarupp- skotið er í 8 punktum: 1. Irak ger greitt, at tað fult og heilt og treytaleyst tekur seg úr Kuwait. 2. Afturtekan skal byrja dagin eftir, at bardagarnir eru steðgaðir. 3. Afturtekan skal fara fram innan ein avtalaðan tíðarkarm. 4. Tá Irak hevur tikið % av sínum herdeildum úr Kuwait, verða ST-sank- tiónirnar móti Irak settar úr gildi. 5. Straks eftir vápnahvíld- ina skulu allir krígsfangar leyslatast. 6. Tá allar irakisku her- deildirnar eru farnar úr Kuwait, fara allar ST-sam- tyktir um Irak úr gildi. 7. Afturtøkan skal vera undir umsjón av londum, sum ikki eru partar av stríðnum og skal vera gjørd eftir reglunum, sum ST setir. 8. Arbeiðið við smálutun- um heldur fram til avtalan verður kunngjerd í ST- trygdarráðnum 22. febru- ar. Nógv lond hava gjert viðmerkingar til friðar- uppskotið. Tað er ógvu- liga ymiskt, hvussu tað verður móttikið, men øll eru samd um, at uppskot- ið er eitt stig á rættari leið. Men hverki USA og Bretland eru negd við innihaldið í uppskotinum. Hóast Irak sigur, at tað nú vil liva upp til ST-sam- tyktirnar um at taka seg úr Kuwait treytaleyst, so siga amerikanarar og bret- ar, at tað kortini fylgja so nógvar treytir við upp- skotinum, at teir neyvan fara at góðtaka tað. Víðst verður á, at Sadd- am Hussein kemur at varðveita sítt vald og alla sína stóru krígsmaskinu, um uppskotið verður fylgt. Hetta merkir, at hann framvegis fer at vera ein hóttan í øllum økinum, og nettupp orsekin til at senda so nógvar hermenn og útgerð til Saudi Arabia var umframt at frígera Kuwait, eisini at tryggja frið í økinum í framtíðini, siga amerikanarar og bret- ar. Bæði Bush og Major halda ikki, at uppskotið er nektandi í nógvar mátar. Tað sigur m.a. einki um, at Irak skal standa til svars fyri oyðileggingini av Kuwait ella at Irak skal binda seg til at binda frið í økinum. Uppskotið, siga teir báðir, sigur einki um irak- isku annekteringina av Kuwait. Tverturímóti eru í uppskotinum fleiri treyt- ir, sum Irak hevur sett fram, og sum ikki kunnu góðtakast. Afturtekan skal sambært ST-sam- tyktini vera treytaleys. Niðursteða teirra er, at hóast uppskotið skal kannast gjella, so gongur tað ikki ST-samtyktunum á meti og heldur ikki teim- um setningum, sum teir sameindu við USA og Bretlandi á odda hava sett sær. Eisini hini londini í sam- gonguni hava gjørt við- merkingar til uppskotið. Saudi-Arabia og Egypta- land eru varin, men siga, at hetta er eitt stig á rætt- ari leið, men at uppskotið kortini ikki er í tráð við ST-samtyktirnar. Onnur lond, sum taka undir við Irak, eitt nú Jemen, siga, at vit við hes- um uppskotinum kunnu síggja ljósið í endanum av tunnlinum. Eisini Iran og Kina halda uppskotið vera eitt gjøgnumbrot og vóna, at tað kann verða grund- arlag fyri friði. Tað, sum ørkymlar teir sameindu, er sum ikki einaferð dupulttýdningur- in av ellum, sum Saddam Hussein ger og sigur. Um somu tíð sum hansara uttanríkisráðharri segði umheiminum frá, at Irak góðtekur eitt friðarupp- skot, segði Saddam Huss- ein í útvarpinum í Bag- da1, at Irak fer ikki at geva seg, men at berjast til sigurin er fullkomin. Umboð fyri teir sam- eindu siga, at hetta vísir jú, at Irak ikki ætlar sær at binda frið, men bara at vinna tíð við at fáa eina vápnahvíld nú. Víst verð- ur á, at so leingi Saddam Hussein er við valdið og hann hevur heimsins 4. stersta her, so verður hann ein hóttan móti sín- um grannalondum og eis- ini móti ollum umheimin- um. Seinnapartin í gjár boð- aði talsmaðurin = hjá Gorbatjov frá, at uppskot- ið fór at verða lagt fyri trygdarráðið hjá ST longu í gjárkveldið. Um somu tíð sum russ- arar við hesum friðarupp- skotinum eru við at vinna sær stóra virðing úti í heimi og eisini eru við at fáa nakað av tí ávirkan, teir hava mist í Miðeystri, aftur, økist spenningurin >