Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 — 26. februar 1991 Rættarveg - Teir (Harkaliðið, blm.) háða og spotta andaliga innihaldið í mínum sangi og snara tí, so tað verður politiskt, segði Fríð- bjørg Jensen i Føroya Rætti i gjår, tå sakar- málið ímóti Harkalid- num var fyri. Songkvinnan legði aft- rat: - Eg syngi um himm- alin og teir syngja um landskassan, og tað er hvør sin veg, segði Fríð- bjørg Jensen i Føroya Rætti í gjár, tå sakar- málið ímóti Harka- liðnum var fyri. - Landskassin... tað er kanska himmalin fyri summi, segði Jógvan E. Andreasen turrisliga og ikki uttan sans fyri tí Hósdagin Fríggjadagin Leygardagin satiriska, sum hevur eyð- kent Harkaliðið. Eitt NBC-umboð vísti á, at Fridbjørg Jensen hevði gjørt síni rættindi galdandi, Harkaliðið ikki. Advokaturin hjá Harkaliðnum vísti á, at lagið til Himmalvegin var kanska ikki so "originalt” sum hon vildi vera við og spældi ymisk løg; eisini vísti hann á, at tað í øldir hevði verið alment viðurkend sið- venja at brúka orð og løg hjá ødrum, serliga til satiru. Í hesum báðum hevði hann ein tónleika- kønan og ein fólkalívs- frøding til vitni. Jógvan Telling gjørdi galdandi, at talan als 28. februar frå 1. mars 2. mars Lucifer (ljósvera 0.2.) hevur yrkt Ovegin ikki var um gudsspottan, ti ikki eitt orð var tann vegin í Óvegnum. - Vit hava altíð lagt okkum eftir at seta før- oyska arvin í staðin fyri Frøken Johansson og country og western, at prika til dupultmoralin. Harkaliðið hevði ikki spurt um loyvi til at brúka lagið, tí tað var ikki vanligt í fórum sum hesum (satiru), men frá frá ...Verður útsgla hjá Jóan Jakku. Hesar dagarnar eru góðir møgu- leikar at fáa okkurt bíligt upp á føturnar, óansæð kyn og aldur. Varnist! Har bert ein prísur stendur re, skulu tygum bert gjalda heimingin, har tveir prisir eru - sjålvandi tann lægra. PL SI 5 høvdu sjálvsagt einki ímóti at nevna tey, ið høvdu gjørt løgini. Vit véru bara ikki greid yvir, at Fridbjørg átti lagið, og tí var tað gjørt í evstu løtu, segði hann. Fer Fridbjørg at leggja band sitt Sigurstónar á ella verður Harkaliðið for sale...? Tað veit bert dómarin, sum fer at koma við síni niðurstøðu um 10-14 dagar. ówh kl. 9.00 til 17.30 kl. 9.00 til 18.00 og kl. 9.00 til 13.00 Jóan Jakku Skósgla - Vågsbotnur Upphavsrættur og ærumeiding 1988 gav Fridbjørg Jensen út bandið »Himm- alvegurin«. Eitt av løgunum hevur sama navn, sum heitið á bandinum og snýr seg um treytina fyri at ganga himmalvegin: >Bert við trúgv á harran Jesus... syngur Fridbjørg Jensen. Sang- urin er lagdur ul rættis sum samrøda millum mammu og barn. Á bandinum stendur, at Fridbjørg Jensen hevur gjørt orð og lag, og hon hevur eisini syrgt fyri rættindunum til tey ígjøgnum NBC; tað er Nordisk Copyright Bureau, ið skal tyggja hesi rættindi, t.v.s. syrgja fyri, at onnur ikki brúka tey uttan at siga hvør hevur smíðað og uttan at gjalda fyri tað. Í desember 1989 gav Harkalidid út bandið »Harkalidid for sale<. Á hesum bandinum er eitt lag við heitinum >Óvegurin<. Lagið er tað sama sum lagið ul Himmalvegin, men orðini eru ødrvisi: her leggur mamman niður í barnið, hvussu tað skal koma sær fram og tyggja seg her í lívinum; ein er trygdin, vísir Harkalidid á: >...tað er landskassin, mítt barn<, syngur Annika Hoydal við eini rødd, ið fekk Fridbjørg Jensen at halda tað vera seg sjálva, hon hoyrdi í útvarpinum. Á bandinum stendur, at Lucifer hevur gjørt tekstin og Fridbjørg Jensen lagið. Fríðbjórg Jensen gjørdi vart við seg áðrenn bandið kom út, og tískil varð í evstu løtu sett á bandið, at Fridbjørg Jensen hevði gjørt lagið. - Tað vóru vit ikki greiðir yvir, segði Jógvan Telling úr Harkaliðnum í Føroya Rætti í gjár. Fríðbjórg Jensen metir, at orðini í sanginum hjá Harkaliðnum snara innihaldinum í sangi hennara á ein slíkan hátt, at talan er um háðan og spottan av andaliga innihaldið; við ødrum orðum: hon kennir seg gingna ov nær (krænk- else). 15. desember 1989 gjørdu partarnir semju í fútarættinum semju: so leingi spurningurin um hvør eigur lagið ikki er avgjørdur, verður hald lagt á upprunabandið (masterband), bond og flødur, og sølan verður steðgað. Fridbjørg Jensen, NBC og advokatur teirra meta, at sølan er ikki steðga til fulnar og hava tískil saksøkt Harkaliðnum. Tvinnir tættir eru í málinum: spurningurin um, hvørt talan er um Harkaliðið hevur brúkt eitt lag uttan at spyrja tann (Fridbjørg Jensen), sum hevur upphavs- rættindini, eftir; og hitt er spurningurin um ærumeiðing. Óla Jákup Kristoffersen, advokatur fyri Fríð- bjørg Jensen og NBC, krevur, at øll søla og útbýting av bandinum verður steðgað, uppruna- band, bond og fløgur verða fyribeind og at Harkaliðið verður dømt at gjalda slakar 28.000 krónur: knappar 7000 krónur fyri tað, tað hevði kostað at biðið um loyvið til at brúka lagið, somu upphædd sum endurgjald fyri ikki at hava gjørt hetta, og knappar 14.000 krónur fyri at vera gingin ov nær. | Harkalidid og advokatur tess Bjørn á Heygum hevur gjørt galdandi * at tað visti ikki betur enn at talan var um eitt lag, sum Fridbjørg Jensen sjálv hevði "lænt” og teir skrivaðu hana fyri lagið, straks teir vórðu greiðir yvir, at hon tók sær rætt til tað * at tað hevur verið vanligt í Føroyum í øldir at læna bæði orð og løg uttan at spyrja um loyvi, serliga tá talan er um tættir o.a. satiru * at orðini í sanginum als ikki eru guðsspott- andi og heldur ikki eru ætlaði at vera tað * at teir framvegis ivast í, hvussu upprunaligt lagið er, sum Fridbjørg Jensen sigur seg hava rættin til Advokaturin hjá Harkaliðnum krevur, at *lið- Ag trim 1. í rify C ur fridømt ella í ødrun tetta, sum dómarin skal og sum verður greitt um 10-14