týsdagur 26. februar 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 26. februar 1991
Síða 13
Javnstødunevnd — Javnstødulég
Mikudagin 20. februar i år
segði útvarpið, at lands-
stýrið hevur valt Honnu
Joensen aftur sum for-
mann í javnsteðunevnd-
ina. Sagt varð, at hon hev-
ur verið formaður í nevnd-
ini seinastu 4 árini, men at
nevndin hevur ikki virkað
vegna tess, at uppskotið
um javnsteðulóg fall á
tingi, og at nevndin tí ikki
hevur nakra lóg at virka
eftir.
Skrivaðar og
óskrivaðar reglur
Kristin siðmenning býður
fólki at halda bæði skriv-
aðar og óskrivaðar reglur.
Hetta skuldi sostatt forð-
að fyri, at mannamunur
verður gjørdur millum
fólk, millum menn og
kvinnur, í arbeiðslívinum.
Feroya landsstýri, sum
hevur ábyrgd av umsit-
ingini fyri Føroya løgting,
skuldi sosatt gingið fyri
við góðum fyridømi.
Men hvussu er vorðið
innan umsitingina hjá løg-
tinginum?
Hava kvinnur kanska
líka stóran rætt sum
menn at verða flutt fram í
almennum starvi?
Nei og aftur nei!!
Kemst hetta kanska av,
at kvinnur hava minni út-
búgving og færri starvsár
enn menn í almennum ar-
beiði?
Nei!
grundin!
Hvar er so feilurin?
Feilurin liggur hjá tí
unga ættarliði, sum er
valt inn á Feroya legting
síðani 1970. Hetta ættar-
lið hevur úr ellum politisk-
um flokkum valt lands-
stýri hesi seinastu 20 ár-
ini. Hesi landsstýri og
leiðarar tess eru øll sam-
sek í tí mannamuni, sum
valdar innan føroyska um-
siting, har menn fáa stór
forrættindi fram um
kvinnur, uttan at teir
hava víst framúrskarandi
evni.
Sjálvsagt hevur starvs-
maðurin Hanna Joensen,
nývaldur formaður í javn-
steðunevndini — ið longu
hevur verið formaður sein-
astu 4 árini — ikki nakran
rætt til at kanna allar al-
mennar lenir og kanna,
hvussu fólk verða sett í
Hetta er ikki
starv innan feroysku um-
sitingina!!!
Men bæði landsstyrini
og løgmenninir hava havt
skyldu til at gingid å odda
vid góðum fyridømi, at
rætt er farid fram.
Sidani føroyingar i 1948
fingu heimastýrislógina
— ólógina miklu — hava
legmenninir, ið sitið hava
síðani tá, umsitið málsek-
ið: Starvsfólk.
Í landsstýrissamgong-
uni 1984-1988 varð hetta
broytt!
Hetta landsstýrið, ið
lovaði føroyingum, at tað
skuldi rætta avlagaða bú-
skapin í landinum upp,
um tað bert fekk 500 dag-
ar at virka í, setti ein hóp
av nýggjum stjórum í
Tinganes við teirri grund-
geving, at foroysk fyrisit-
ing var niðurslitin. Niður-
slitin! Hvat er tað?
Er tað vanstýring og
maktarloysi hjá teimum,
sum legtingið hevur valt
at umsita almenn viður-
skifti i Føroyum?
Føroya løgting jåttadi
pening til nógvar nýggjar
almennar stjórar í Tinga-
nesi. Ein av hesum stjór-
um er stjórin á lenardeild-
ini hjá landsstýrinum.
Hesin stjórin, sum lands-
stýrið hevur ábyrgdina av
fyri Feroya legting, tykist
ikki hava hylling á, eftir
hverjum reglum fólk
verða sett í starv innan al-
menna umsiting í okkara
grannalondum, og eftir
hverjum reglum fólk
verða flutt upp í len.
Skulu feroyingar hugsa
um at hava eina almenna
fyrisiting við útbúnum
fólki, so má stór broyting
henda her og onnur og
strangari krev verða sett!
Átaluvert er tað eisini,
at vit feroyingar skulu
ikki eiga nóg mikið av út-
búnum fólki at rekja al-
menn viðurskifti í landin-
um, nú øll uttan mun til
innteku í heilan mansald-
ur hava havt hevi at fing-
ið sær lærdóm.
Hetta sigur so mikið, at
Feroya fólk fær ikki ágóð-
an av dýra skúlagangin-
um hjá føroyskum ung-
dómi, ein skúlagangur,
sum átti at komið fer-
oyska samfelagnum aftur
til góðar.
Óluva Húsgarð
Fúlt ego-trip
Nú má so tíðin vera kom-
in, til at sláa heilt fast at:
>Tað er als ikki fólka-
flokkurin og fólkafloks-
menn, sum einsamallir
skulu leiða og stýra hes-
um landi. Men, men, tað
bleiv nú so, at fólkaflokk-
urin er við í einum javn-
aðarlandsstýrissamstarvi
— als ikki annað, og tað
gera hesir rætt í at hava í
huga.
Tað er javnaðarflokkur-
in við Atla P. Dam, sum
hevur landsins leiðslu, við
10 mandatum, ímóti 7
mandatum, sum er tað, ið
fólkaflokkurin rakk til
valid.
Hetta ger munin.
Javnaðarflokkurin tók
ikki við landsins leiðslu
fyri at konfirmera og
gjøgnumføra vitleysan
fólkaflokspolitikk — men
javnaðarpolitikk og okk-
ara hugsjónir og grund-
sjónarmið.
Tá Jógvan Sundstein
kom og greiddi frá at hug-
sjónir eru lagdar á hillina
fyri eitt tíðarskeið, so er
hetta als ikki so.
Tí fyri mær og nógvum,
bæði javnaðarfólki og ikki
javnaðarfólki við, sær tað
út sum um at tað er hug-
sjónina hjá javnaðarflokk-
inum, sum Sundstein vil
hava beint upp á hillina,
men fólkaflokshugsjónin,
sum myndar tað stikk
mótsatta av javnaðarhug-
sjónini og okkara grund-
sjónarmiðum. Henda so
framtúrandi — fólkafloks-
hugsjon er so framfúsandi
sum ongantíð áður.
Og sjón gongur fyri
segn. Fólkaflokkurin ella
Framburðsfelagið fara so
vítt sum til at skipa fyri
pallborðsfundi fyri at um-
reða og viðgera málseki,
sum fólkaflokkurin als
ikki umsitur í landsstýrin-
um — heilsuverkið, sum
nú aftan á ringa viðferð
frá Olafi Olsen og hansara
handlangarum á hesum
eki, liggur í skeljasori.
Jú, gamaní, tann lands-
stýrismaðurin, sum nú
umsitur heilsuverkið,
nevniliga javnaðarmaður-
in Jóannes Eidesgaard, er
boðin við á fundin — um
ikki annað so fyri at halda
hann í góðum lúnum, til
superskálka bregdini,
sum hesir menn vilja hava
framd innan heilsuverkið,
eru veruleiki.
Javnaðarflokkurin hev-
ur ikki tikið landsins
leiðslu uppá seg fyri at
konfirmera tann vanlukku
sjúkrahúspolitikk, sum
var tilrættislagdur áðrenn
valið, og sum fólk fóru til
val 17.11.90 fyri at fáa
burtur aftur.
Sum áður sagt, er tað
ikki so lítið framtúrandi,
og helst má nógv standa
uppá spæl, síðan tað ikki
verður lagt lag í, um fólka-
floksmenn umsita hetta
malseki ella ikki.
Til síðst fari eg at heita
á samstarvsflokkin hjá
javnaðarflokkinum, um at
seta seg inn í hverji máls-
eki, teir umsita.
Javnaðarflokkurin = er
væl fyri sjálvur at taka
sær av teimum målsøkj-
um, ið flokkurin umsitur
— og landsins leiðslu.
So er tað sagt — um tað
skuldi verið so, at onkur
ikki mintist til — var eitt
sindur dementur, hevði ov
spískar albogar, ella
kanska helst bæði.
Men í tíðini eru jú so
nógv rumbulsmál, at
fólkafloksmenn helst áttu
at havt nóg mikið í egnum
rumbulsmálum. Hesi
hverva jú ikki, sjálvt um
teir royna at rumbla við
ymiskum eðrum.
Og vilja tit rumbla, so
rumblið tykkara egnu
rumbulsmál upp á pláss —
á ein mannsemiligan hátt,
fyrst.
Eingin skal kanna sær
bitan, fyrr enn hann er
svelgdur.
Inhabilitetur er fyri
nógvar fólkaflokspolitik-
arar ein býur í Sibiriu.
K
Er tað gott
at vera gamal
í Føroyum í dag?
Tá ið tosið kemur inn á
sparing, er tað altíð tey
gomlu, ið fyrst verður far-
ið eftir.
Nógv tann stersti part-
urin av teimum, ið eru
komin upp í árini í dag,
hava stríðst og strevast
frá tí tey vóru 13 ára gom-
ul fyri at yvirliva. Sam-
stundis hava tey lagt
lunnar undir feroyska
samfelagið, so vit yngru
kundu fáa eitt betri og
lættari lív. Men hvat hava
tey sjálvi fingið burturúr?
Jú, sum 65 ára gomul og í
bestu árum, verða tey
blakað út av arbeiðspláss-
unum við einari pensión,
ið hverki er at liva ella
doyggja av.
Verður tú óhjálpin, er
ikki so fræg hjálp at fáa,
at tú trygt kann blíva
búgvandi heima. Heima-
sjúkrasystrar og heima-
hjálpin skulu ju eisini
spara.
Demi: Býr tú einsamall-
ur, er óhjálpin og dettur á
gólv um kveldið eftir at
heimahjálpin er farin,
sleppur tú at liggja á gólv-
inum til heimahjálpin
kemur aftur dagin eftir.
Tey, ið blíva í barndømi,
hetta kann raka øll, eru
enn verri fyri, tí tá hava
tey brúk fyri fólki at vera
um seg alt degnið, tey
kunnu vera til stóran
vanda fyri seg sjálvan og
til ampa fyri onnur. Hesin
bólkur av gomlum er ring-
ast fyri í samfelagnum og
hevur lítlan ella ongan
meguleika at koma inn á
ellisheim, vardar íbúðir
ella røktarheim. ;
Tey gloyma at eta og
drekka, ei heldur eru tey
før fyri at røkta seg sjålv-
an. Fylgjurnar verða at
tey gerast veik, eru ofta
sjúk og verða tí ofta inn-
legd á sjúkrahús, og enn
meira í ørviti av at flytast
aftur og fram, kanska
fleiri ferðir um árið.
Tey fáu, ið eru so heppin
at fáa rektarheimspláss,
eru fyrst og fremst likam-
liga tungir rektarsjúkling-
ar. Hetta tí at plássini eru
fá í mun til langa bíði-
listan (summarið 90 stóðu
ca. 300 á bíðilista).
Hóast hesa steðu er tal-
an um at niðurleggja
Rektardeildina á Lands-
sjúkrahúsinum, tí ongin
vil gjalda, samstundis
liggja fleiri gomul sledd
runt á eðrum deildum á
Landssjúkrahúsinum og
bíða eftir rektarheims-
plássi.
Hava vit
»råd« til hetta?
Nei, tað er ikki gamans-
leikur at blíva gamal í Fer-
oyum í dag!
menniskju
Starvsfólkið á E2/E3
Trygging
til arbeiðsleys
Henda má koma — og tað
skjótt.
At hon ikki fyri langari
tíð er komin, er bert ótrú-
liga tolinum hjá arbeið-
andi fólkinum fyri at tak-
ka. Varð skorðað meira á
so ella so, var hon veru-
leiki.
Samgongan hevur sett -
sær fyri at gera okkurt við
spurningin. Osemja er
flokkanna millum um,
hvussu hetta skal skipast.
Men lat tað verða sagt
beinanvegin, at einki
spyrst burturúr um ikki
landið er við í tílíkari skip-
an — og veruleiki verður
hon ikki í næstu framtíð,
um ikki Havnin er uppii.
Eingin av okkum ætlar
at fáa óneyðugan pening
fyri einki, men steður fyri-
koma, tá einki er fyri
munnin vegna tervandi
arbeiði.
At tað er heilt burtur-
við, at almannastovan
skal hava við hesi viður-
skifti at gera, skilja øll, og
til neyðardýr er eingin
grund til at gera okkum
arbeiðsferu, men tíanverri
nú ofta arbeiðsleysu fer-
oyingar.
Og vit vilja sanniliga
gjalda okkara part, men
hetta má fáast í gongd eft-
ir eini skipan, har allir
partar á arbeiðsmarknað-
eru við.
Fyrsti mai nærkast,
vána standur, sum vit
minnast frá 51, tá alt land-
ið lá lamið í longri tíð av
armóðsávum.
Hetta mátti givið teim-
um, sum ábyrgd hava av
at fáa gongd á málið, nóg
mikið at hugsa um, men
fyrstu stigini fyri at fáa í
verk eina nýtiliga skipan
vórðu tikin her og nú.
Fleiri arbeiðsleys
> OO 8
A
%
sm
#00 006 Á WC
7 .
+