Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 — 27. februar 1991 Faa ikki fullført læruna Fleiri handverkslærlingar eru komnir illa fyri, tí lærumeist- arin hevur einki arbeiði longur til teirra, og teir fáa heldur ikki nýtt lærupláss Í góðum sum ringum tíðum kann tað henda, at lærlingar noyðast at gevast á einum læruplássi og fara til ein annan lærumeistara at full- føra læruna. Men nú arbeiðið minkar, fleiri fyritøkur noyðast at gevast, eru tað fleiri hand- verkslærlingar, sum koma illa fyri. Tá arbeiðsplássið snarar lyklin um fyri seinastu ferð, er stødan eitt sindur greið- ari. Tá veit lærlingurin, at nú er bara eitt at gera, og tað er at finna eitt annað læru- pláss, ið kann taka yvir. - Tíverri eru tað summir arbeiðsgevarar, sum fjala fyri sínum arbeiðsfólki og lærlingur, hvussu álvarslig stødan er. Eftir einum degi standa lærlingarnir tá uttan lærupláss. Men hinvegin eru tað aðrir arbeiðsgevarar, sum í góðari tíð siga sínum fólki frá, at virkið letur aft- ur. Tá er tað eitt sindur lættari at leita eftir øðrum plássi, sigur Jógvan Hamm- er, formaður í Læruráðnum. Tað eru eisini fleiri ar- beiðspláss, sum ikki hava snarað lyklin heilt um, men hava koyrt alt fólkið heim, ti einki arbeiði er. Virkið roynir at hóra, meðan tey vóna at fáa okkurt at gera aftur. Lærlingarnir verða sendir heim saman við hin- um. Bæði arbeiðsgevari, arbeiðsfólk og lærlingar bíða bara og vóna, at ar- beiðsplássið fær arbeiði aft- ur. Og so gongur tíðin. Tá er verri. Såttmåla hava teir, men tá einki arbeiði er, gongur lærutíðin ikki. Handverkslærlingar av øllum slag eru komnir illa fyri av hesum. EIGA LØN TIL GODAR Jógvan Hammer nevnir, at Tær kanna nú arheiðsloysið fleiri lærlingar eiga pengar úl góðar hjá lærumeist- aranum. Teir hava fingið ta fatan, at krevja teir sína løn, kann tað fáa avleiðingina, at arbeiðsplassið fer á húsa- gang. Og ti vilja teir ikki hava ábyrgdina av, tí lær- lingarnir hava eisini áhuga í, at arbeiðsplássið letur upp aftur. - Vitmælateimum kortini til at krevja arbeiðsgevaran eftir lønini, tí stuðul kunnu teir ongan fáa, tá sáttmálin ikki er uppsagdur, sigur Jógvan Hammer. Tað er kanska ikki so harmiligt hjá teimum, sum nýliga eru farnir í læru, um teir missa læruplássið. Eitt ár er kanska spilt. Men dómi eru eisini um lærlingar, sum hava stutta tíð eftir av lærutíðini. - Í summum fórum kann tað vera lættari hjá einum Havnar Arbeiðskvinnufelag er við at gera kann- ing millum limir sínar Havnar Arbeiðskvinnufel- ag er av sínum eintingum farið at kanna, hvussu til stendur við arbeiði millum ófaklærdar kvinnur. Í seinastu viku varð spurnarblað sent 876 av teimum umleið 950 limun- um. Tær, sum hava galdandi arbeiðsloyvisbræv, fingu ikki spurnarblað í hesum umfarinum. Limimir verða spurdir. um tær hava arbeidi, um tær eru settar niður í tid og hvussu nógv, um tær eru uppsagnar vegna sparing. Fáa vitnógv svar innaftur, skuldi borið til at fingið eina mynd av, hvussu til stendur við arbeiði, sigur Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnnu- felag. Tær, sum svara, nýtast ikki at uppgeva sín navn og sín bústað. Svørini kunnu lika væl verða ónevnd, tí Havnar Arbeidskvinnufel- ag er úti eftir at fáa hagtøl. Eingin tíðarfreist er sett á fyri at svara, men felagið vónar at fáa spurnarblødini inn aftur skjótt, og at nógvar svara fyri at fulla so greiða lýsing sum gjørligt av stød- uni. randi næstan útlærdum at fáa arbeiði enn hjá einum nýggjum lærlingi, tí tann næstan útlærdi er so at siga fullfermur í sínum handverki og kann ti gera arbeiði sum ein sveinur. Men hesir lærlingar eru í neyð, um teir hava nógv eftir av skúlanum. SKULIN FORÐAR Sosialurin hevur dómi um ein lærling, sum nú stendur uttan lærupláss. Hjá honum er Ogjørligt at finna annað lærupláss, tí hann hevur bara heilt stutta tíð eftir av ærutíðini, men eitt hálvt ár vantar honum av tekniska skúlanum. Eftir læruskip- anini skal lærumeistarin gjalda lærlinginum løn, meðan hann er á tekniska skúlanum. Tað er Ogjørligt at finna ein annan læru- meistara, sum vit yvirtaka ein lærling, sum bara skal arbeiða nakrar fáar vikur og so skal í skúla. Tað kundi hugast, at lærlingurin fór á tekniska skúla men uttan at fáa løn. Tá kemur trupul- leikin við sveinaroyndini, tí lærumeistarin skal innstilla lærlingin til royndina. Er eingin lærumeistari, verdur heldur eingin roynd. Jógvan Hammer sigur, at Læruráðið roynir at hjálpa lærlingunum við at finna nýtt lærupláss, men tað er ikki lætt. Onkuntíð hava tey mælt lærlingunum til at fáa sær arbeiði - um tað fæst - ið líkist tí á læruplåssinum. Til dømis er arbeiðið hjá bygn- ingssnikkara skilt við tað hjá húsasmiðinum. Maskin- smiðulærlingar kundu farið við skipi og arbeitt saman við maskinmeistaranum. Men hetta eru undantaks- loysnir. IKKI ARBEIÐSLEYSIR Tá arbeiðsplássið hevur boðað frá, at tað hevur lauð aftur, stendur tann ikki útlærdi lærlingurin í somu stóðu sum onnur arbeiðs- leys. Fær hann einki annað arbeiði, kann hann sýkja um forsorgarhjálp vegna vinnuloysi. Men tað kann lærlingur, sum er sendur heim, tí arbeiðsplássið einki arbeiði hevur, ikki gera. Hann hevur ongan rætt ul stuðul, tí hann hevur sátt- mála, og arbeiðsplássið er til. Tað er hent øll sløg av lærlingum, at teir hava mist læruplássið. T.d lærlingar á Vágs Skipasmiðju, sum einki arbeiði hevur nú. Men fleiri bygnings- snikkara- og timburlærlingar eru komnir illa fyri, nú byggivirksemið er so nógv minkað ONGAN STUDNING - Tað er sera harmiligt, at hesir = lærlingamir íkki kunnu fáa hjálp. Har er hent eitt afturstig. Fyrr var ein upphædd á fíggjarlógini, stuðul ul lærlingar, men henda upphædd hvarv, tá Studulsstovnurin kom (Stuðulsstovnurin umsitir stuðul ul fólk í útbúgving, bl.k.). Men tá hvurvu lær- lingarnir úr stuðulsskipaini. Tað er spell, tí tað kundi hjálpt lærlingum, sum nú koma í neyð, sigur Jógvan Hammer, formaður í Læruráðnum. randi Traðarstykki ella onnur jarðarvídd í Suðurstreymi, uml. 3.—4.000 fermetrar, ynskist til keyps. Tilboð verða at senda til H.C., Box 1326, 110 Tórshavn