Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 — 27. februar 1991 Royndarstødin var karmurin um spennandi landbúnaðartiltak leygjardagin Landbúnaðurin h í Kollfjarðadali Seinasta leygardag hittust eini 120 fólk sum arbeiða ella hava áhuga innan landbúnaðin á Royndar- stødini í Kollafirði. Royndarstødin, MBM- fóðurdeildin og Búrgkt skipaðu fyri ultakinum, sum innihelt framsýning og fyrilestrar innan mjølk, seyð og landbúnaðar- maskinur. —Vit høvdu ikki roknað við, at so nógv fólk fóru at koma, men áhugin var stórur, sigur Peter Haar, stjóri á Royndarstødini. Fyrrapartin helt Johan- nes Møller frá Emmerlev Mølle fyrilestur undir heit- inum: "Nye metoder til vurdering af foderets værdi til kvæg og får, og aktuelle betragtninger omkring sammensætn- ingerne af den optimale dagration”. Sidan var døgverdi, har luttakararnir fingu lamba- steik og seydapylsur å ein nýggjan hátt. Aftaná døgverda helt Magnus Lauritsen frá Alfa Laval fyrilestur um tað nýggjasta innanfyri mjólk- ing. Síða 9 Ein framsýning eisini um ull og skinn og her var víst á hvat kann var fáast burturúr ull og skinnum. Eisini var ein fram- sýning um maskinur og Hardy-sproytur til flótandi kunsttød. Og at enda var ein framsýning um ymisk- ar landbúnaðarmaskinur. jústinus Brekað senda SEV-rokningarnar --Vit lata ALV pakka ársuppgerðina og inngjaldingarblank- ettirnar, hetta gevur brekaðum arbeiði í tvær vikur, sigur Sevskrivstovan Sev er nógv umtalað og ikki altíð fyri tað góða, ovurdýrar útbyggingar, streymslit og øsingarkend húsakeyp er dagliga frammi í fjølmidlunum. Men her er so ein s6l- skinssøga sum kastar blítt ljós á tað annars so útskeldaða kommunala elfelagið. Einaferð um árið sendur SEV ársuppgerð og rokningar út til virkir og húsarhaldini í Føroyum. At hefta inngjaldingarkortini og at leggja hesi í bræv- bjálvar, hetta arbeiði er enn ikki komið inní teldu- øldina. I Torfinnsgøtu i Havn hava seinastu dagarnar sitið eini 10 fólk og avgreitt sevrokningarnar. Tað eru fólk, sum Alv hevur fingið til vega og hetta arbeiðið gevur teim- um årtøku í einar tvær vikur. Av høvudsskrivstovuni í Havn verður sagt, at tey enn ikki eru heilt liðug vid av avgreiða rokningarnar, men hetta verður liðugt skjótt. TELEFONVERKIÐ At geva avlamnum fólki nakrar tímar, tað heldur telefonverkið ikki er neyðugt. Telefonverkið sendur trúðliga fýra ferðir árliga rokningar út til fólk. Taian er um 22.000 rokningar hverja ferð ella 88.000 um árið. Brøvini verða løgd i brævbjålvan å Elektron og mannahongd er ikki å teimum. Hví lata tit ikki eitt nú Alv taka sær av at senda rokningarnar út? --Tað verður alt ov dýrt fyri okkum. Vit senda tape við upplýsningum um tey Oyrnafjall umvælast á Skála Skipasmidjan Føroyar hevdi lægsta bodid, lå Sjóvátryggingin bjóðaði út at gera skaðan aftur sum Oyrnafjall, fyrrverandi Sudringur fekk herfyri, tá hann sigldi á eitt sker á Trongisvágsfirði. Tvey onnur ulboð komu inn, annað var frá Tórs- havnar skipasmidju og hitt frá Vágs Skipasmiðju. Páll Kunoy frá Sjóvátryggingini vil ikki upplýsa hvussu nógv tilboðini ljóðaðu. uppa. einstøku telefonnummirini. Tveir dagar seinni kann Elektron senda brøvini út. Hetta cr ein sera skjótur háttur at fáa rokningarnar út, sigur Viggo Planck av telefonverkinum jústinus men Skipasmiðjan Før- oyar hevdi lægsta boðið. --Vit roknað við, at tað tekur fimm arbeiðsdagar at umvæla botnin á Oyrnafjall, sigur Páll Kunoy. Oyrnafjall hevur ligið á Vági síðan óhappið og nú skal Vaktar og Bjarg- ingartænastan syrgja fyri at Fáa skipið bugserað á Skála. Tað er partafelagið Aar- leiuð í Trongisvági sum eigur Oyrnafjall. jústinus NÚ er at spenna BELTINI