Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 — 27. februar 1991 Gevur øllum irakum boð j um at taka seg úr Kuwait Í gjár tók Flógvakríggið enn eina vend og aftur var tað irakiski leiðarin Sad- dam Hussein, sum tók all- an heimin á bóli við sínum boðum: — Allir irakar skulu taka seg úr Kuwait beinanvegin og treyta- leyst og fara til økini i Irak, har teir vóru fyri 2. august. Hetta vóru óvanligu boðini Saddam Hussein sjálvur gav í útvarpinum í Bagdad tíðliga gjára- morgunin. Boðini frá Saddam Hus- sein hava enn einaferð gjørt teir sameindu er- kymlaðar, tí spurningurin er nú, hvussu álítandi irakiski leiðarin er, og hvussu teir sameindu skulu bera seg at, nú teir eru við at vinna á irakum. Boðini frá Saddam Hus- sein koma eftir, at russar í ST-trygdarráðnum seint týsnáttina gjørdu enn eina roynd at fáa partar- nar at leggja vápnini um somu tíð, sum útvarpið í Bagdad boðaði frá, at Irak fór at taka undir við sov- jettiska uppskotinum. Hesum vildu teir sam- eindu ikki hoyra talan um. Tað kundi ikki koma upp á tal at taka steðu út frá eini tilvildarligari út- varpsredd í Bagdad. Síðan hevur Saddam Hussein so sjálvur sagt frá, at hann tekur seg úr Kuwait uttan treytir. Hann vísti samstundis á, at Kuwait aftur er frælst og ikki longur 19. landsparturin í Irak. Amerikanarar og hinir sameindu hevdu ikki gjørt viðmerkingar til steðuna, áðrenn Sosialurin fór til prentingar í gjár. Men tað er greitt, at teir sameindu eru í eini torferari steðu, hóst teir við hesum í stór- um hava vunnið kríggið. Teir trúgva ikki Sad- dam Hussein og bera ótta fyri, at han við hesum hev- ur onkra aðra ætlan. Men tað seinasta er so, at irakar í hóipatali rýma úr Kuwait og iihøvuds- staðnum eru nú kuwaitisk flogg aftur at síggja. Teir sameindu fara und- ir ongum umsteðum at loyva irakum at taka seg úr Kuwait við síni hernað- arútgerð. Tíðin vil nú vísa, um irakar lata vápnini standa eftir. Hóast Saddam Hussein hevur givið sínum her- monnum boð um at taka seg úr Kuwait, so hevur hann um somu tíð greitt frá, at teir hava vunnið kríggið. Nú er spurningurin hvat teir sameindu gera. Ilt er at koma uttanum, at Sad- dam Hussein við hesum seinasta útspælinum vil ganga ST-samtyktunum á meti, í hvussu so er í høv- uðssetninginum, um at taka seg treytaleyst úr Kuwait. Eygleiðarar siga, at USA og teir sameindu eru íreini sera torførari stødu. Tí teir kunnu ikki lata Saddam Hussein fáa frið nú og samstundis varð- veita so gott sum alla sína bestu herdeild, tjóðarhirð- ina, sum heldur til í vest- ara parti av Irak. Heldur ikki ber til at lata hann sleppa nú og um somu tíð varðveita sínar vanda- miklu Scud-rakettir og kemisku vápnini. So leingi hann hevur hesi vápn, er hann ein hóttan móti øll- um sínum grannum. Men tað ber neyvan til hjá teimum sameindu at gera veruliga innrás í Irak og halda ieiðina til Bag- dad, hóast hetta kann tykjast sum tann einasta varandi loysnin. Tað fer at kosta báðum pertum nógv og neyvan fara arabisku londini og t.d. russar at loyva hesum, siga eygleið- arar, sum vísa á, at sein- asti trumfurin neyvan er spældur út enn, hverki av teimum sameindu ella av Saddam Hussein. Kelda: The Daily Telegraph Russar vilja bjarga Saddam Hussein Russar hjálpa fram- vegis Saddam Hussein hernaðarliga, og enda- mál teirra er at hjálpa Saddam Hussein per- sónliga, soleiðis at hann kann varðveita valdið í Irak. Hetta sigur amerik- anskur senatorur við eina sjónvarpssteð. Hann sigur seg hava álítandi tíðindi frá fregnartænastuni um, at russar framvegis hava nógvar hundrað ráðgevarar í Irak, sum hjálpa Saddam Hussein við krígnum, eitt nú við at leða og beina Scudd-rakettir- nar á rettu kósina móti Ísrael og Saudi-Arabia. Amerikanski politikarin sigur víðari, at russar síðani kríggið byrjaði, hava flutt hóp av hernaðarútgerð til Irak. Hóast hesi tíðindi enn ikki eru váttað, so eru viðurskiftini mill- um USA og Sovjet- samveldið vorðin sera spent, nú russar koma við einum friðarupp- skoti fyri og eðrum eft- ir, sum amerikanarar vilja vera við, hava til endamáls at bjarga Saddam Hussein ikki bert skinninum men veruliga valdið í Irak eftir kríggið. Talsmenn fyri sov- jettisku leiðsluna hava hesa seinastu tíðina heldur ikki dult fyri teirra stóru misnegd við amerikansku hjá- veruna i Miðeystri. Hetta er jú eitt ekið, har russar hava havt nógv at siga, og hetta er so eisini eitt eki, sum liggur upp at sov- jettiska markinum. Eygleiðarar = halda heldur ikki hesa steð- una hjá russum vera so legna. Hvat hevdu amerikanarar sagt, um russar hevdu eina hálva miljón hermenn í Nicaragua ella so nær USA, verður spurt. Tað er enn óvist, hverja avleiðing Flógvakríggið fer at fáa fyri viðurskiftini millum tey bæðiu stór- veldini. Allar oljukeldurnar í Kuwait brenna ! Hóast Saddam Hussein hevur tikið av- gerð um at taka seg úr Kuwait, so hava her- menn hansara megnað at seta eld á so gott sum allar oljukeldur í Kuwait. Alt landið stendur í ljósum loga og heimsins mest um- fevnandi dálking er veruleiki. Serfreðingar siga, at tað enner ómeguligt at siga, hvussu álvarsligar av- leiðingar henda van- lukka fer at fáa fyri umhvervið, men rokn- að verður við, at tað fer at taka nógv ár, áðrenn eldurin er slektur í teimum næstan 600 oljukeldunum. Scudd-rakett drepur 28 amerikanarar Mánadagin rakti ein Scudd-rakett ein bygn- ing í Saudi-Arabia, sum hevur verið bú- staður hjá fleiri hundr- að amerikonskum her- monnum. Tilsamans Irakiskir fangar: 27 amerikanarar lótu lív og 100 vórðu særd- ir. hetta er higartil stersti missurin hjá teimum sameindu í øll- um krígnum. Hetta er ikki okkara men Saddam'sa kriggj Teir sameindu tóku teir fyrstu dagarnar av landkrígnum meira enn 20.000 irakiskar fangar. Mangir teirra vóru sera illa fyri, og søgdu, at teir ynsktu ikki at berjast móti sír um arabisku breðrun Teir søgdu eisini, at hetta er ikki teirra kríggj, men kríggið hjá Saddam Hussein