hósdagur 28. februar 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 28. februar 1991
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
ETIKK
í politikk og
journalistikk
Fyrilestrarnir um etikk í
politikki og journalistikki,
hildnir á skeiði í Norður-
landahúsinum í november
mánaði, eru nú komnir út í
bók
Í november mánaði var
eitt sera áhugavert semi-
nar hildið í Norður-
landahúsinum.
Seminarið ella ráð-
stevnan var um etikk í
politikki og journalist-
ikki.
Fyrilestrarnir vóru all-
ir hildnir um dagin, so
fáir føroyingar høvdu
høvi at hoyra teir. Men
nú eru so fyrilestarnir
komnir út í bók, sum
spurningar. Jan Miller
og Hans Jacob Debes
vóru tveir av fyrilestra-
haldarunum. Jan Kløv-
stad, stjóri í Norður-
landahúsinum, hevur
gjørt ein samandrátt av
tí, ið kom fram á semi-
narinum.
Bókin um etikk er
prýdd við tekningum,
sum Óli Petersen í fjør
hevði í Sosialinum, og
við fotomyndum hjá
Norðurlandahúsið hev- Thomas Johannesen.
ur givið út. Permumyndina hevur
Luttakararnir = vóru Olivur við Neyst gjørt.
fleiri norðurlenskir Bókin, ið er 166
framir politikarar og blaðsíður, fæst til keyps
journalistar og fólk ann- fyri 70 krónur í Norð-
ars, sum hava stigið Urlandahúsinum og í
fram alment og sagt sina Þókabúðunum.
hugsan um — etiskar
Síða 3
.
Ráðið er púra
Sum
arbeiðsmarknaðinum í Føroyum
Fleiri fakfeløg hava lítið álit
arbeiðsmarknaðarráðnum,
ið sett varð seinasta ár. Eitt
stórt tal av feløgum vóru als
ikki við til at velja umboð.
Bara eitt fakfelag boðaði
beinanvegin frá, at tað als
ikki ætlaði sær at velja
umboð, og tað var Føroya
Arbeiðarafelag.
Starvsmannafelagið
segði tá, at tað skuldi velja,
men nú teluist hetta felag
millum teirra, sum hittust á
fundi í seinastu viku fyri at
geva landsstýrinum og
arbeiðsmarknaðarráðnum
felags boð um, at tey ikki
velja umboð í ráðið.
FLEIRI FELØG
Feløgini, sum ikki velja eru
Føroya Arbeidarafelag,
Klaksvíkar Arbeiðskvinnu-
felag, Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag, Føroya Lær-
arafelag, Starvsmanna-
felagið, Yrkisfelagið fyri
HF- og studentaskúlalær-
arar, Magistarafelagið, Før-
oya Blaðmannafelag, Før-
oyskir Hjålparlæknar og
Tórshavnar = kommunala
Starvs- og Tænastumanna-
felag. Okkurt felag er
kanska aftrat, ið ikki hevur
latið frætt frá sær.
Feløgini hava ikki latið
frágreiðingina úr hondum.
enn, men teirra svar verður,
at tey ikki halda arbeiðs-
marknaðarráðið tæna á-
hugamálunum hjá fakfeløg-
unum, og at valdu umboðini
bert umboðaseg sjálv. Hetta
skal skiljast soleiðis, at fleiri
fakfeløg vóru sett í valbólk-
v
ER
i
] 3
tr
Oli Jacobsen timir ikki at
brúka orku uppá arbeiðs-
marknaðarráðið, ið ong-
an týdning hevur eftir
hansara fatan
ar, og summir av hesum val-
bólkum hava valt umboð,
sjálvt um øll feløgini í
bólkinum ikki hava verið
við til at valt.
Føroya Fiskimannafelag
hevur heldur ikki valt
umboð, sjálvt um felagið
óbeinleiðis hevur umboð
saman við Maskinmeistara-
felagnum og við Skipara- og
Navigatørfelagnum. For-
søgan er, at Fiskimanna-
felagið beinanvegin segði
hinum báðum felggunum
frå, at tað ikki legði í at vera
við ul at velja. At ráðið tí
heldur Fiskimannafelagid
vera við, kann gera tað
sama, heldur Óli Jacobsen,
formaður í Fiskimannafel-
agnum. Hann leggur ikki í at
øsa seg um arbeiðsmarkn-
meiningsleyst
halda fakfeløg, umboða helvtina av
aðaráðið, so lítlan týdning
heldur hann tað hava.
- Eg taki fult undir við
niðurstóðuni hjá teimum
feløgum, sum ikki vilja
velja umboð i arbeiðs-
marknaðarráðið, Sigur
hann. - Vit hava framman-
undan ov mikið av "sludri-
klubbum", sum als einki
endamál hava, og sum onga
avgerð kunnu taka.
EINKI ÁLIT
Óli Jacobsen hevur lítið álit
á, at landsstýrið fer at lurta
eftir arbeiðsmarknaðarráð-
num.
- Hin samgongan víst
fakfeløgunum sína van-
virðing, og henda sam-
gongan er í so máta uppaftur
verri og leggur als einki í
fiskimenninar, sigur Óli
Jacobsen.
Petur Alberg Lamhuge
hevur áður sagt, at tað er eitt
sindur burturvið, at so stórur
partur av arbeiðsmarkn-
aðinum ikki er umboðaður
Leysliga mett stendur helvt-
in av arbeiðsmarknaðinum
uttanfyri.
Hann hevur ikki tikid
stóðu til, hvat gerast skal, nú
tað kemur fram, at felggini
ikki koma við kortini. Frå-
greiðingina frá fakfeløg-
unum hevur hann bara frætt
um gjøgnum útvarpið. Tað
er ein spurningur, ið má
takast upp við landsstýrið, tí
tað var ein politisk avgerð á
sinni at seta arbeiðsmarkn-
aðarráðið, sigur hann.
randi
Tey flestu siga upp
Líkt er til, at fakfelggini,
sum ikki siga sáttmálar sínar
upp í ár, kunnu teljast á
aðrari hondini.
Enn eru tað bara Føroya
Prentarafelag, sum hava
avgjørt ikki at siga upp.
Sjálvt um tey fægstu vænta
sær nakað av týdningi
burturúr samrådingunum,
siga tey upp kortini.
Umframt
arbeidarafeløgini øll - uttan
sum nevndt Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag - hevur
Føroya Handverkarafelag
eisini sagt sín sáttmála við
handverksmeistararnar
upp. Enn hevur handverk-
arafelagið ikki nøkur serlig
króvtil nýggjan sáttmála,
men tað eru altíð spurn-
ingar, báðir partar hava at
tosa um í sambandi við
sáttmálan, og handverkara-
felagið avgjørdi tí sum vant
at siga upp í ár. Hand-
verkarafelagið hevur ann-
ars eisini ein samstarvs-
sáttmála við handverks-
meistararnar, ein sáttmála
við SEV og ein við lands-
stýrið. Støda er ikki ukin til
hear sáttmálar enn, sigur
Høgni Højgaard, formaður í
Føroya Handverkarafelag.
Magistarafelagið, Yrkis-
felagið hjá HF- og stud-
entaskúlalærarum, Búskap-
ar- og løgfrødingafelagid og
verkfrødingafelagid siga
eisini sínar sáttmálar upp.
Teir flestu av hesum ganga
út 1. juni.
Føroya Lærarafelag hev-
ur eisini sagt sín sáttmála
við landsstýrið upp. Hann
gongur eisini upp 1. juni.
randi
Jákup
næst-
formaður
Nevndin í Starvsmanna-
felagnum hevur skipað
seg. Aðalfundurin var
leygardagin.
Næstformaður er nú
Jákup Danielsen.
Hini í nevndini eru
Hartvig Hansen, for-
maður, Bjarta Eskild-
sen, Øssur Winthereig
og Bogi Godtfred.
Starvsmannafelagið
hevur sagt fýra av sínum
sáttmálum upp. Teir
ganga allir út 1. juni. Tað
er sáttmálin við lands-
stýrið, við SEV,
Tryggingarsamband
Føroya og Føroya Livs-
tygging og såttmålin
fyri = sjúkrahúsverkið
Såtmålin við Vágs
kommunu er ikki upp-
sagður.
Ikki
skipað
Nevndin i Føroya Post-
felag hevur enn ikki
skipað seg eftir aðal-
fundin, ið varð sunnu-
dagin.
Tríggir nevndarlimir
stóðu fyri vali. Áslakkur
Tausen og Ella Reinert
vórðu bæði afturvald
Fyri Kára Højgaard var
Johannes Ellingsgaard
valdur. Hinir nevndar-
limunir eru Hendrik
Thomsen, formaður, og
Korintha Jarnfoss.
Óvanliga nógv fólk
var á fundinum. Fund-
arfólkið plagar at liggja
um 100, men hesu ferð
mettu 166 fólk. Oivad
orsakað av ótrygdini í
sambandi við sparing-
arnar, men lítið nýtt kom
fram á fundinum um
uppsagnir og tílíkt.
Føroya Postfelag sam-
tykti at siga såttmålan
við landsstýrið upp.
Hann gongur út 1. juni.
við
Sagt upp
Føroya Heimahjålpara-
felag hevur samtykt at
siga såttmålan við lands-
stýrið upp. Hesin sátt-
málin gongur út 1. juni.
randi